Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvussu sitandi meirluti hev­ur ætlanir um, at skuld­ ar­binda kommununa og skattapeningin hjá borg- arunum í fleiri ár framyvir, fyri at byggja nýtt heldur enn at nýta umstøðurnar vit longu hava, er bæði skelkandi og ábyrgdarleyst. Sjálvsagt er tað ynskiligt fyri meg og nógvar havn­ ar­borgarar, at fáa ein spild­ urnýggjan trýsporaðan Vest- urskúla, sum eg ikki ivist í fer at koma fyrr ella seinni. Samstundis er tað eisini ein sannroynd, at tær skyldur, ið kommunan átekur sær, skulu rindast. Rindast av okkum borgarum fyri okk­ ara skattakrónur. Valdu lim­ ir­nir í nýggja býráðnum hava eina stóra ábyrgd at nýta skattapeningin hjá borgar­un­ um rætt. Rætt í mínum huga­ heimi er, at borgarin følir, at býurin mennist. Sitandi meirluti í Tórs­ havnar býráð hevur útsett eina røð av neyðugum íløgum, og í staðin nýtt peningin til stórar nýbygningar. Hendan gongdin vil halda áfram við sitandi meirluta, og hetta vil føra við sær, at tænastustøðið verður uppetið av øktum rentukostnaðum. Við tínum áliti vil eg taka ábyrgd fyri, at bíðilistarnir til eldraøki ikki framhaldandi verður ein kastibløka millum land og kommunu, og at vit í Tórshavnar kommunu held­ ur vilja hækka um tæn­astu­ støðið hjá øllum borgarum í býnum. Hetta kemur at merkja, at tey, sum longu hava umstøður, ikki fáa nýggj­ar, men mugu noyðast við sítt verandi í nøkur ár afturat. Hinvegin kemur tað at merkja, at tey, ið einki hava, fáa umstøður at virka í Tórshavn. kommunuval 2012 4 parkeringshús mitt í Havn Parkeringin í miðbýnum má gerast betri. Vantandi parkeringspláss eru orsøk til, at handlar og matstovur mistrívast mitt í býnum. Her má vend koma í, tí bil­ urin er ein natúrligur part­ur av føroyska húsar­hald­inum. Fólk mugu sjálv sleppa at velja, um tey brúka bil ella buss. Tað kunnu tey ikki sum er við so fáum par­ker­ings­ pláss­um. Her má takast annað skin um bak. Samgongan í bý­ ráð­num kann ikki reka fólk úr miðbýnum við at nokta teimum parkeringspláss. Um viljin er til staðar, ber til at økja talið av par­ keringsplássum munandi. Eg fari at arbeiða fyri 4 nýggjum parkeringshúsum mitt í býnum: 1) Við Ebenezer (sunnan fyri Bøkjarabrekku) 2) Millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu 3) Við Jóhannesar Paturs­ sonarg­øtu 4) Á Skálatrøð Heitt verður á allar borgarar í Havn, sum eru góð við mið­ býin, um at velja meg til bý­ ráðsvalið. Jógvan Poulsen valevni á lista A Næstan øll vilja til Havnar "Vit vilja til Havnar!" Tað var greiða svarið frá yvir 70% av øllum útisetum, tá teir í stórari kanning vórðu spurdir hvar teir vildu búgva, um teir fluttu aftur til Føroya. Tað er Havnin sum dregur, og tað skulu vit fegnast um. Men tað er eisini ein av­ bjóðing. Tá ein føroyingur er lið­ug­ ur at lesa uttanlands, hevur hann møguleika at keypa sær eina lutaíbúð ella leiga sær okkurt fyri rímiligar pengar - uttanlands. Skal viðkomandi til Havn­ ar, má hann í flestu førum seta seg í millióna­skuld. Tað heldur nógvum aftur - og tað ger, at tilflytingin ikki er so stór, sum hon kundi verið. Tí mugu og skulu vit hava ein liðiligari og meiri fjølbroyttan íbúðarmarknað. Tørvurin er ymiskur - og tí skulu møguleikarnir eisini vera ymiskir. Hetta snýr seg als ikki bara um at fáa útisetar heim, men eisini um at tryggja barnafamiljum - og harvið børnunum - rímilig kor. Eg fegnist um, at sitandi býráð hevur hækkað barna­ frá­dráttin við 45%. Næsta stig er at skipa so fyri, at tað gerst bíligari at seta búgv. Eg fari tí at virka fyri, at lutaíbúðir og lestaríbúðir verða ein nógv størri partur av íbúðarmarknaðinum. Tróndur Sigurðsson Valevni Javnaðarfloksins Enn bíða vit eftir oljuni. Allar­helst frætta vit um ein mánaða hvussu boringin hjá Statoil – sum er um at verða liðug – hevur hepn­ast, per­són­liga vóni eg at úrslitið verður posi­tivt og at olju­øldin hjá Før­oyum fer at byrja av álvára. Meðan vit bíða eftir oljuna sum fer at hava stórar broytingar við sær er vert at at hava í huga, at vit í løtuni hava eitt oljuboom við makreli, um eg so kann siga. Makrelveiðan og av­ leidda virðið av henni man liggja um eina lítla milliard ! Hetta eru ikki smápengar sum koma av einum tilfangi sum vit kalla Ogn Føroya Fólks, men sum ikki allir Føroyingar fáa nakran ágóða av. Í Alaska fáa allir Alaska­búgvar á hvørjum ári ein oljukekk frá tí almenna har man veru­ liga meinar nakað við heit­inum um felags ogn­arrætt til eitt til­ fangi, i hesum føri er tað ávíst virði av oljuna sum Stórnin i Alaska á hvørjum ári lutar út til allar íbúgvar landsins. Eg vil mæla til at næsta ár eiga vit at lata virðið av 20.000 tons av makreli verða lutað sundur til allar Føroyingar skatta frítt. Tað vildi givið umleið Kr 2.000,- til hvønn av okkum. Slíkt vildi givið ávíst nøgdsemi og verði gott fyri okkara samleika og somuleiðis birt áhugan hjá øllum Føroyingum fyri okkara tilfangi og hvussu vit umsita hesi, tað verði seg olja ella makrelur. Hvat hevur hetta við Kommunuvalið at gera ? Eg meti at Tórshavnar Kommuna er so stór og týdningarmikil at hon skal gera sína ávirkan nógv meira galdandi í Landspolitikki. Eg fari at heita á Tjóðveldi á Tingi um at umhugsa omannevnda uppskot um ein makrelchekk. Makrel- chekkur, fólksins ogn, fólka­gávan - Men Havnin er ikki altíð til reiðar at taka ímóti. Loysnin er fleiri luta- og lestaríbúðir Høgni Mikkelsen Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldi Hví raðfesta íløgurnar