Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Eg hitti Theodor, tá ið hann var blivin 100 ár í 1908, og greiddi hann tá einum einum spennandi lívi. Foreldrini hjá Theodor vóru Andreas og Elspa f. Hansen. Pápin fór ikki í skúla fyrr enn hann var 12 ár. Áðrenn tað róði hann nevniliga út! Tilsamans vóru tey átta systkin, fýra beiggjar og fýra systrar. Pápin var fiskimaður sum flestu menn tá í tíðini. Tí mátti mamman eins og aðrar konur vera bæði maður og kona helvtina av árinum. Tá ið maður og synir skuldu fara til skips skuldi alt gerast til frá grundini av. Øll klæðini skuldu bindast, so sum hosur, vøttir, undir­ klæðir og troyggjur. Seymast skuldi eisini um madrass­urnar. Sjálvt oljuklæðini skuldu seymast og síðan ferniserast fleiri ferðir. Tá so maðurin var farin, sat ko­ nan eftir við ábyrgdini av húsar­ haldinum umframt ta óvissu, sum altíð var um, hvørt maðurin fór at koma aftur í øllum góðum. Eingin ogn í húsinum Húsini hjá teimum var ognarleyst. Her var eingin jørð, og tí kundu tey ikki hava kúgv. Tískil fekst eisini lítil og eingin mjólk. Tey kundu biðja sær mjólk, men hetta var bert til tað mest neyðuga. Hetta merkti eisini, at tey ikki áttu torvheiðar. Torv máttu tey so hava. Tey máttu biðja um at sleppa at skera torv hjá øðrum móti gjaldi. Tá tey ikki áttu jørð, áttu tey heldur ikki seyð. Tey leigaðu kortini fýra gyllin, og hetta gav fýra lomb árliga. Abbin plagdi eisini at laga garðar fyri aðrar. Samsýningin fyri hetta var rætturin til at velta í ein­ um jarðarstykki. Maturin Men mat fingu tey kortini. Á Sør­ vágs­firði var nógv bæði av fugli og fiski. Tað lá væl fyri at fara á flot. Nógvur seiður var inni við land, og honum kundi nót kastast eftir. Fuglur kundi skjótast á fjørðinum, og havhestur kundi fáast í bjørg­ unum. Tað kundi tó vera langt mill­ um grindirnar. Nógv av hesum mati varð saltaður, so saltmatur var sera vanligur døgurði. Men inn ímillum fekst eisini feskt. Tað var eisini nógv arbeiði í Sørvági. Her vóru fleiri reiðarar, sum áttu nógv skip. Skipini land­ aðu fiskin í bygdini og góvu nógv klippfiskaarbeiði. Hetta sæst eisini á øllum fiskastykkjunum í bygdini. Útróðrartúrurin hjá abbanum Annar abbi Theodor var Dunga Jóannes. Theodor greiddi frá eini áhuga­verdari søgu um, hvussu út­ róðrar­lívið kundi vera tá. Teir vóru farnir til útróðrar, tá ið hann gjørdist høgur í ættini. Teir flestu bátarnir fóru til hús, men beiggi Jóannes, sum var formaður á bátinum, gav boð um at seta línuna niður aftur. Tá ið drigið var, fóru teir so at rógva til lands. Men tá ið teir koma inn móti Sundunum var ókyrt millum land og Tindhólm, og teir vunnu ikki longur. Hvat var so at gera? Jú, at fáa størri manning. Abbin verður settur á land. Hann skuldi ganga til Sørvágs at fáa meira fólk. Hetta eydnast eisini, men tá ið teir koma aftur hagar báturin lá, vóru ikki líkindi at sleppa umborð í bátin, eisini orsakað av sjóvarfallinum. Teir seta so segl á bátin og sigla til Miðvágs. Abbin fór so aftur til gongu, fyrst til Sørvágs, og so til Miðvágs at taka ímóti bátinum. Tá ið báturin var fram­komin og alt var fingið til sættis, var aftur at ganga til Sørvágs. Alt hetta var eftir ein strævnan útróðrartúr. Theodor var smádrongur undir fyrra heimsbardaga 1914-1918. Tá var nógv, sum ikki var at fáa. Tað var einki petroleum at fáa til lamp­ urnar. Men tað var so heppið, at nógv voks rak inn á sandin, og hetta varð stoypt til kertuljós. Hann minnist eisini til, at heimsbardagin varð íblástur til, at dreingirnir spældu kríggj. Um hesa tíðina sigldi pápin út til Mykinesar við posti. Theodor var onkuntíð við. Hann minnist, hvussu fólk komu oman á støðna at forvitnast eftir tíðindum, serliga um tey ymisku skipini. Í Mykinesi frættu tey jú einki. Har vóru nógvir fiskimenn við ymiskum skipum, og tíðirnar vóru jú ótryggar. Til skips við deyðsiglara Tað gekk ikki væl í skúlanum hjá Theodor, tí hann var orðblindur. Orðblind vóru tá roknað fyri at vera sibbar. Tí longdist honum bert eftir at sleppa til skips, og hetta fór hann 14 ára gamal í 1923 við sluppini Fram úr Vestmanna. Theodor var við deyðsiglara í fimm ár. Provianturin var so ein­ faldur, sum hann kundi vera. Ein­ asta rættuliga máltíðin á degnum var døgurðin. Hann var annan hvønn dag fiskur og annan hvønn amerikanskt saltkjøt við ertrum. Umframt døgurðan var maturin bara keks við margarini á. Men her skuldi eisini sparast. Margarinið skuldi smyrjast á sløttu síðuni av keksini! Tað fekst eitt pund av keks um dagin, og býtt varð út til eina viku í senn. Viðskeri var eingin. Men avlopið av døgurðanum av salt­kjøti varð goymt í beinkinum saman við keksini og varð brúkt til viðskera. Roynt varð at gera matin eitt sindur meira spennandi millum annað við keksasteik, har keksin varð molað niður í eina blanding av sukri og margarini og so steikt. Men hetta legði Theodor ikki so nógv í. Annað var at steikja kjálkar, men hetta kravdi feitt, sum heldur ikki var ov nógv av. Onkuntíð fingu teir kongafisk á snøri, sum teir flaktu. Flaktu á dekkinum Annars var tað tungt at vera við snøri, serliga á Eysturlandinum, har tað var so djúpt. Serliga tungt var hetta hjá teimum ungu, sum vóru fyrstu ferð burtur. Arbeiðs­ um­støðurnar vóru heldur ikki tær bestu at arbeiða fiskin. Tá ið Theodor fór til skips stóðu fiski­ menn framvegis framyvir og flaktu fiskin niðri á dekkinum. Ljósið var fyrru tíðina bert ein lanterna. Seinni fingu teir karbid. Sjálvur plagdi Theodor at vera lastamaður. Í lastini var altíð sera myrkt. Arbeiðsljósið var kertuljós, sum varð sett í saltið. Hesi árini Theodor vóru sera vanda­mikil hjá fiskimonnum. Hetta kom eisini at raka hansara ætt. Í 1934 gingu sluppirnar Nólsoy Mong mundu vera hugtikin av Theodori Thomassen í Degi og Viku fríggjadagin. Hann fylti 104 ár sunnudagin. Tí skal henda Miðvikan vera um Theodor, elsta føroying í dag 104 ára gamli Theodor: Ein tann seinasti frá deyðsiglaratíðini Theodor á útróðri 99 ára gamal Theodor saman við langabbabørnum á 100 ára degnum