Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 og Neptun burtur undir Íslandi við tilsamans 43 monnum. Tá misti mostirin, Anna Elisabeth, mannin, Harald, og synirnar, Hjalmar og Arendal. Tað vóru nógvar slíkar sorgar­søgur. Smittaður av tuberklum Theodor var við Oscar í 1928, tá var hann smittaður av tuberklum. Hann varð fyrst innlagdur á hospital­inum, síðan fór hann á TB, tuberkla­deildina hjá hospitalinum. Síðan varð hann innlagdur á sana­ toriinum í Hoydølum. Her lá hann í tríggjar mánaðir og slapp so heim. Hetta var væl sloppið. Nógv lógu longri enn tað, ofta í áravís. Eisini doyðu nógv av sjúkuni, eisini i Sørvági. Í 1927 var Theodor við at fáa eina váta grøv, tá ið hann var við Guiding Star. Tað var illveður, og teir koyrdu lýsi fyri borð fyri at slætta sjógvin. Tá fekk skipið eina fylling, og Theodor var við at fara fyri borð, men pápin fekk tikið hann, áðrenn tað var ov seint. Theodor hevur eisini siglt við “Only Sister” hjá Absalon Jacobsen á Skála. Skipari var Reinhold Thom­sen úr Norðragøtu, og her var Theodor saman við fleiri gøtu­ monnum. Theodor var á motorpassaraskúla í 1929/30. Hann gjørdist motor­pass­ ari á Queen, Múlanum og Capellu. Hesi skipini høvdu sama slag av motori, 40 HK Super Skandia. Hetta sama árið hevði Theodor verið við Capellu inni á Skála, har hon fekk motor ísettan. Theodor var fittur í hondunum og hjálpti til at innstilla motorin. Tá fekk hann tilboð frá Absalon Jacobsen um at sleppa í smiðjulæru á Skála Skipasmiðju, sum Absalon var stjóri á. Theodor skuldi byrja, tá ið hann kom aftur um heystið. Tá hendi tað, at pápi hansara doyr umborð, hann lá deyður í koyggjuni. Tá vóru fleiri av systkjunum fram­ vegis smá, so nú mátti Theodor taka ábyrgdina av húsinum. Tí bar ikki til at taka við læruplássinum. Ísaði við mold og grasi Seinasta slupp, sum Theodor var við, var Capella. Í 1936 gavst Theo­ dor við skipslívinum. Tá fekk hann sær bátin Gáshólmur og fór at royna eftir kalva. – Tað var so nógvur kalvi har á leiðini, at Theodor helt, at hetta skuldi roynast. Men tað var kortini rættuliga trupult. Eitt var, at greiðirnar vóru ringar. Tí var neyðugt at vera varin, tá ið sett varð. Tað var eisini trupult at fáa gott agn. Kalvin skuldu sendast feskur til Danmarkar. Tí mátti hann sjálv­ ur sigla kalvan til Havnar, har Gynnu Jóannes skipaði fyri at avskipingini. Tað ringasta var, at tað var so trupult at fáa ís. Eina ferð var einasta loysn ein kavafonn í Tjóðadali. Teir fara eftir kava og ísa kalvan við honum. Seinni komu boð um, at kalvin var berur, tá ið hann kom fram. Tað einasta, sum var eftir av kavanum, var mold og gras. So hetta skuldu ikki roynast aftur! Fyrsti bilur Ein stuttlig søga er um fyrstu ferð Theodor sá ein bil. Øll høvdu hoyrt um bilar, men eingin visti rættuliga, hvussu ein bilur sá út. Eina ferð, teir koma heim frá skipi, síggja teir eitt merkiligt “vesin”, sum fer eftir vegnum. Tað fyrsta, sum kom til hugs, var, um hetta kundi vera ein hestavognur, men teir sóu skjótt, at tað var tað so ikki. Tá var hetta fyrsti bilur, sum kom til Sørvágs! Theodor seldi Gáshólm um 1940, og fær sær ein lítlan bát aftur, sum hann rør út við. Hann arbeiddi eisini hjá bretska hervaldinum, sum hann letur væl at. Theodor fekst eisini aftaná kríggið við at stoypa hús fyri fólk. Hann fekk sær blandi­maskinu og formar til hetta enda­mál. Giftist og fær handil Í 1940 giftist Theodor við teirri 5 ár yngri Nenceu, sum eisini var úr Sørvági. Tey fingu 10 børn, fimm av hvørjum slag. Í 1955 fór Theodor at handla. Hann fór at tosa við Poul Hansen og fekk vøru fyri kr. 2.300. Væl gekk, og í 1968 bygdi Theodor sær ein nýggjan handil á Gomlu Rætt. Ein slík er eisini í Sørvági. Theodor fór eisini at selja mjólk. Fyrst var tað í fløskum. Men hetta gav so nógv arbeiði at reinsa fløsk­ urnar, at skjótt varð farið at selja mjólkina í spannum. Mjólkin kom fyrst og fremst úr Bø, har tað eru fleiri bøndur. Mjólkin var so koyrd til Sørvágs. Men tað var ikki altíð, at tað var koyrandi til Bíggjar fyri kava. Tá var ikki kavarudding sum í dag, so teir máttu sjálvir rudda kavan av vegnum. Var ov nógvur kavi varð farið við báti eftir mjólk­ ini. Theodor seldi eisini gass fyri Gass Martin í Havn. Theodor gavst at handla umleið 1975. Virkin missiónsmaður Theodor hevur verið virkin missi- ónsmaður alla sín tíð, og tað vóru foreldrini eisini. Men tað kann vera áhugavert at nevna, at abbi hansara Thomas Djonesen (1857-1926), van­ liga kallaður Djóna Tummas var tann fyrsti í Sørvági sum var um­ vendur gjøgnum gamla Sloan um alda­mótið. Hann fór at halda møtir í skúlanum, men tá ið fólk skiltu, at hetta varð ein nýggj læra, varð skúlin stongdur. Í 1910 fór hann saman við einum soni og einum øðrum unglingi úr Sørvági við ferðamannaskipi til Ís­ lands, harætlanin var at rógva út. Vegna veður vórðu teir settir av í Raufarhøfn norðanfyri Langanes í staðin fyri sum ætlað á Heiði norðantil á Langanesi. Tey trý máttu so við øllum viðførinum í einum tríbekki sigla við seglum til Heiðar. Hendan ferðin tók 9 tímar, og teinurin var 30 fjórðingar. Báturin var ikki meira enn framkomin, tá brast á við illveðri. Abbin hevur eisini verið ein brandur! Synd at koyra bil sunnudag! Fólk hildu fast um tað at halda sunnudagin heilagan. Tá ið missi­ óns­vikur vóru, og tey vóru koyrd í lastbili var prátað um, hvørt tað ikki mundi vera synd at koyra bil sunnudag. Førarin á bilinum mátti jú arbeiða heilagt! Theodor hevur luttikið í missi­ ónsarbeiði bæði við at hava eitt orð og tímiliga. Hann var við til at byggja missiónshúsið í Sørvági. Hann hevur eisini havt gott samband við Kirkjuliga Missións­ felagið og kennir væl Elsu Jacobsen, kend sum trúboðari í Etiopia. Eisini hjálpti hann í síni tíð til at byggja Missiónshúsið við Landavegin. Virkin í nærum 100 ár Alt í alt heldur Theodor, at alt hev­ ur lagað seg væl hjá honum. Heilsan hevur verið hampiliga góð. Hann heldur, at tað er gott ikki at hava nógvar kreftir, tí so ovtekur ein seg ikki! Hann tók koyrikort sum gott 50 ára gamal og koyrdi, til hann var 87 ár. Framvegis fylgir hann sera væl í tí, sum hendir í samfelagnum. Áhugin fyri fiskiskap er framvegis stórur. Tað var stuttligt og lívsjáttandi at hitta Theodor eins og tað var at sígga hann í sjónvarpinum. Ynskt verður honum hjartaliga til­lukku á hesum ótrúliga stóra deg­ num. Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur: Komandi partur verður framhald av frásøgnini hjá Alfred Haraldsen úr Elduvík. Theodor og Nencea Onkran tosk hevur Theodor drigið av grunni! Theodor hevur eisini verið við Oskar, sum seinni gjørdist Báran. Theodor og skrivarin av hesi grein hava tískil verið við sama skipi. Báran er teknað av ungum drongi á Ísafirði, sum teknaði føroysk skip, sum komu inn, og fekk nøkur oyru fyri tað Her sæst teinurin, sum abbi Theodor sigldi sjálvur triði í tríbekki av Raufarhøfn suður á Langanes