Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sorgin hvørvur ongantíð - Saknurin av mista barninum fer altíð at vera har, og tí hevur minningarhaldið, sum verður í Dómkirkjuni sunnudagin, so stóran týdning fyri okkum, siga Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen sum fyri skjótt fýra árum síðani mistu dóttrina Lív Rannvá G. Fossaberg Hóast vikur, mánaðir og ár ganga, so hvørvir sorgin ongantíð hjá teimum, ið hava mist eitt barn. Tí skipar Felagið Pinkubarnadeyði aftur í ár fyri minn­ingar­ gudstænastu í Dómkirkjuni sunnudagin, har foreldur, systkin og onnur minnast tey børnini, sum eru farin. – Hóast tað er ógvuliga syrgiligt, so er tað samstund­ is ein hugnalig løta, har vit kunnu minnast aftur á barnið, sum vit bert høvdu í stutta tíð, sigur Gunnvá Mohr. Saman við manninum, Eyðuni Christiansen, og fleiri øðrum hevur hon verið við til at endurstovna Felagið Pinkubarnadeyði, eftir at tey sjálvi upplivdu at missa dóttrina, tá hon bert var tríggjar mánaðir gomul. Fingu sjúkt barn Fyri næstan fýra árum síðani fingu Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen eina dóttur. Sjálvur barnsburðurin gekk væl, men tá gentan var fødd, varð skjótt greitt, at hon ikki var heilt sum aðrir nýðføðingar. – Tað vísti seg, at Lív hevði ein kromosomfeil, sum gjørdi, at hon eitt nú hevði trupulleikar við lungunum og hevði ringt við at eta, sigur Gunnvá Mohr. Tey vistu tá ikki, hvussu útlitini hjá dóttrini vóru, men fyri­reik­ aðu seg uppá at byrja eina nýggja tilveru við einum barni, ið bar brek. – Tað var so at siga fyrsta sjokkið, men vit vandu okk­ um skjótt við tann tankan, greiðir Eyðun Christiansen frá. Tey bæði vóru á sjúkr­ ahúsinum saman við dóttrini í langa tíð, av tí at hon áhaldandi var sjúk og fekk í heilum lungnabruna. Tveir dagar áðrenn tey skuldu fara til Danmarkar við lítlu dóttrini til kanningar, bleiv hon so mikið illa fyri, at hon bleiv løgd í respirator. - Tá vistu vit, at støðan var ógvuliga álvarsom, fortelur Gunnvá Mohr. Tey blivu síðani send við ambulansu­ flogfari til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið við dóttrini, men longu morgunin eftir, at tey vóru komin á sjúkrahúsið, versnaðin støðan hjá Lív, og nakrar dagar seinni doyði hon. – Fyrst høvdu vit fingið eitt sjokk av at hava fingið eitt barn við álvarsomum breki, og omaná tað, skuldu vit uppliva sjokkið av at missa sítt barn. Tað er torført at forklára, men alt var kaos frá tí løtuni, sigur Eyðun Christiansen. Fingu stuðul og hjálp Serliga fyrsta tíðin, eftir at lítla dóttirin var deyð, var tung. – Mann hevur so nógvar ymiskar kenslur. Umframt at merkja eina ógvusliga sorg, so kundi eg onkuntíð eisini vera illur um tað, sum var hent. Mann kennir tað so órættvíst at hava mist eitt barn, sigur Eyðun Christian­ sen. Familja og vinir vóru ein dyggur stuðul hesa tíðina. – Tey vóru ótrúliga hjálp­ som, eins og arbeiðsplássið hjá mær eisini var sera skilj­ andi, sigur Gunnvá Mohr. Tað var ymiskt, hvussu onnur fólk reageraðu, tá tey hittu Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen til dømis úti á gøtuni ella í onkrum handli. - Tey flestu kondoleraðu. Summi vóru ógvuliga opin og spurdu nógv, meðan onn­ ur ikki søgdu so nógv, men tóku í hondina ella góvu okkum eitt klemm, sigur Gunnvá Mohr, og Eyðun Christiansen leggur afturat: – Summi lótu, sum einki var hent, og eg vil siga, at tað var tað ringasta. Betri hevði verið, um tey bara kundu víst, at tey vistu tað. Onkurs­ vegna hevði tað gjørt tað lættari, greiðir Eyðun Christi­ an­sen frá. Tey bæði dylja ikki, at tað í byrjanini var torført at práta við onnur fólk enn tey allar nærmastu um dóttrina. – Tá var tað ótrúliga gott at kunna vera partur av tí felagsskapinum, sum er í Felagið Pinkubarnadeyði, tí har ber til at tosa við onnur fólk, ið kenna júst til tær kenslurnar, sum tú sjálvur situr við, sigur Eyðun Christi­ ansen. Fyri Gunnvá Mohr var tað lættari at tosa um dóttrina, tá hon prátaði við onnur foreldur, ið eisini hava mist, og soleiðis er tað framvegis. – Vanlig fólk halda tað kanska vera eitt sindur løgið, at vit sita og tosa um hetta barnið, sum vit bara høvdu í tríggjar mánaðir, men vit lærdu hana at kenna hesa tíðina, og sum øll onnur foreldur er mann errin av sínum barni, sigur Gunnvá Mohr. Tilbúgvingin var tilvildarlig Tá Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen í dag líta aftur á tíðina, meðan dóttirin var sjúk og síðani doyði, halda tey ikki, at nøkur greið til­ búgving bleiv sett í verk, og tískil virkaði alt heldur tilvildarligt. – Meðan Lív var sjúk, blivu vit flutt millum føði­ deildina, barnadeildina og