Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Platforma við hvítvørum, køkum og møblum á Hjalla Umframt at hava eitt breitt úrval av hvítvørum, selur Platforma nú eisini pólskar køkar og møblar. Í nýggju og stóru handilshølunum á Sandvíkarhjalla eru heilar 13 snøggar framsýningar við køkum og møblum, sum designarar hjá pólsku fyritøkuni - BRW - hava sett upp Vilmund Jacobsen Í morgin, leygardagin hin 3. november, letur Sp/F Plat­ forma AGD, upp í nýggjum hølum á Sandvíkarhjalla. Fyritøkan, sum hevur hálvt triðja ár á baki og hevur húsast í Álakeri í Havn, hevur lagt seg eftir at hava eitt stórt og breitt útboð av hvítvørum – av flest øllum kendum merkjum. Nú umstøðurnar í stóra bygninginum, har 360 áður hevði sítt handilsvirksemi, eru so góðar og rúmligar, hevur Platforma vaksið um sítt vøruúrval við eisini at selja møblar og køkar, sum stóra verksmiðjan Black Red White – ella BRW – fram­ leiðir. BRW hevur sín uppruna í Pólandi, har stór verksmiðja er, og haraftrat hevur BRW eisini verksmiðju í Ukraina. Stór framsýning Per Mortensen, sum eigur og rekur Platforma, sigur, at í handlinum á Sandvíkarhjalla eru 13 snøggar framsýningar við køkum og møblum, sum viðskiftafólk hava høvi at síggja. – Køkarnir og møblarnir, sum eru við á framsýningini, verða ikki seldir, men kunnu bíleggjast, og bíðitíðin er umleið 14 dagar. Tá Sosialurin vitjaði nýggju handilshølini, vísti Per okk­ um snotuligu og snøggu køkarnar og vøkru pólsku møblarnar, sum Plat­forma nú selur. – BRW hevur velduga stóra framleiðslu og sølu í eystur­evropa. Vit eru teir fyrstu í vesturheiminum, sum nú kunnu bjóða fram køkar og møblar hjá fyri­tøk­ uni. Í prísi eru vit væl og virðiliga kapp­ingarførir, bæði við køkum og møblum. Handilseigarin leggur aftr­at, at í tríggjar vikur hava seks fólk hjá pólsku fyri­ tøkuni verið í Føroyum og sett hand­ilin upp. – Skalt tú selja hesar køkar og møblar, krevur veitarin, at veggir og annað hava rætta designið, so rætta fram­sýn­ing­arumhvørvið verð­ur skapt, sigur hann. Fleiri vørumerki Platforma hevur eitt stórt útboð av hvítvørum, og her er undir vanligum umstøðum eingin bíðitíð eftir vøruni. – Vit hava allar vanligar hvítvørur á goymslu - og í flestu vanliga kendum merkj­ um, eitt nú Bosh, Siemens, Blomberg, Electrolux, AEG, Gorenje, Zanussi og Asko. Per Mortensen sigur, at hvítvørurnar, sum Platforma selur, eru partur av donsku ketuni, Hvit & Frit. – Vit selja eisini gosbað og sauna, sum vit keypa úr Kina, sigur handilseigarin, sum let­ ur upp í nýggjum og stór­um hølum í morgin. ... vit eru teir fyrstu í vestur­heimi­num, sum nú kunnu bjóða fram køkar og møblar hjá pólsku fyritøkuni... - Køkarnir og møblarnir, sum eru við á framsýningini, verða ikki seldir, men kunnu bíleggjast, og bíðitíðin er umleið 14 dagar, sigur Per Mortensen, ið eigur og rekur Platforma á Sandvíkarhjalla Mynd: Álvur Haraldsen intensiv, alt eftir hvussu støðan var. Serliga fyrsta tíðin á føðideildini var trupul. At skula liggja á føðideildini við einum sjúkum barni er ikki gott fyri nakran av pørt­ unum, sigur Gunnvá Mohr, sum saknaði eitt slag av serdeild ella onkra serstovu fyri ov tíðliga fødd børn ella børn við breki. Hóast tey bæði halda, at tilbúgvingin sum heild virk­ aði heldur tilvildarlig, halda tey seg hava fingið góða hjálp. – Starvsfólki á sjúkra­ húsinum, bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar góvu okkum eina ómetaliga um­ sorgan, og øll gjørdu eitt megnar arbeiði fyri at gera umstøðurnar hjá okkum so góðar sum møguligt. Hetta fara vit ongatíð at gloyma teimum, siga tey bæði. – Tað var eitt sjokk at fáa eitt barn, sum bar brek, og tí fingu vit skjótt ein sálar­ frøðing at tosa við. Eftir at vit høvdu mist Lív, gingu vit til regluliga viðtalu hjá sama sálarfrøðingi, og hon var okkum ein stór hjálp, sigur Eyðun Christiansen. Um­framt góða hjálp frá sálarfrøðingi, sjúkrasystrum og læknum, var tað eitt annað, sum fekk stóran týdning fyri tey bæði foreldrini, eftir at tey høvdu mist dóttrina. – Ein mamma, sum sjálv hevði upplivað at missa sítt barn, ringdi til mín. Hon var partur av einum bólki av mammum sum allar høvdu mist eitt barn. Tær gingu regluligar túrar, og at verða saman við teimum hevur verið mær ein ótrúliga stór hjálp, sigur Gunnvá. Tað var eisini hesin bólkur, sum tók stig til at endurstovna felag­ ið. Hóast øll á sjúkrahúsinum vóru stak fitt og ótrúliga hjálpsom, so var tað eisini ein fantastisk hjálp at kunna práta við ein persón, sum visti akkurát, hvussu vit høvdu tað, greiðir Gunnvá Mohr frá. Tosa opið um Lív Tað eru skjótt fýra ár liðin, síðani Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen mistu lítlu Lív. Eisini Alda, dóttir teirra, sum í dag er 15 ára gomul, upplivdi at missa. – Vit hava altíð tosað opið við hana um Lív, tí hon var jú eisini við í hesi upplivingini frá byrjan til enda, sigur Gunnvá Mohr. Fyri einum ári síðani fingu tey eina væl­ skapta dóttur, ið eitur Bera, og hon skal eisini kenna søguna um Lív. Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen rósa fólkunum, sum standa fyri sorgar­ bólkinum Berin, ið hevur verið ein stór hjálp fyri Aldu, ið var 11 ár, tá hon misti systrina. – Tað var eisini torført hjá henni at vita, hvussu hetta skuldi taklast, um hon yvir­ høvur skuldi tosa um systr­ ina, og við hvønn hon kundi tosa við. Eg og Gunnvá vóru illa fyri og púra sperd, og tí var Berin ein fantastisk hjálp, har hon eisini møtti øðrum javnaldrum, sum høvdu upp­ livað tað sama, fortelur Eyðun Christiansen. –- Sjálvandi verður sorgin minni, sum tíðin gongur, men sorgin av at hava mist eitt barn, fer altíð at vera har. Minningarhaldið sunnudagin er eitt gilt høvi at minnast tey børn, sum vit ikki fingu høvi til at hava ímillum okkum, men sum vit elska og eru stolt av, sigur Gunnvá Mohr. Sunnudagin fara tey saman við øðrum, at tendra ljós fyri Lív og øllum hinum børnunum, sum eru farin.