fríggjadagur 2. november 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ghetto Føroyar hevur bjóðað
nógv ymiskt, síðani sendingin
varð send fyri fyrstu ferð í vár,
og í gjár vórðu nýggjar leiðir
aftur gingnar, tá borðreitt var
við suppu.
Jákup Sumberg frá Norðskála,
ið arbeiðir á matstovuni Nimb
Terasse í Tivoli, hevði fingið
danska
vinmannin
Sylvester
Andersen, sum er kokkur á
gourmetmatstovuni Alberto K,
framvið at gera graskerssuppu
nú tað er halloween.
Úrslitið var ein einastandandi
góð suppa, ið bæði tónleikarin
Helena Heinesen Rebensdorff,
gestirnir Birita í Dali og Bjørk
Krogh Olsen, umframt vertir og
teknikkarin Búgvi Øster nutu
gott av.
Uppskriftin er henda:
Graskerssuppa
3
hokkaido ella butternut grasker
3
skallottuleykir
1
chili
2,5 dl róma
2 dl
høsnarungabót
2 dl
hvítvín
5 dl
mjólk
100 g smør
1 pott timian
1 bát av hvítleyki
saft frá 1 sitrón
Graskerini skulu klúgvast í bátar
bakast í ovninum vid timian og
hvítleyki í umleið ein tíma, ella
til tey eru moyr. Steik skallottu
leyk, chilli og innmatin frá
graskerinum. Koyr hvítvín í og
kóka fylluna niður í helvt, og
lat síðani høsnarungabótina og
róman í. Blenda suppuna meðan
tú koyrir mjólkina og kalt smør
í bitum í. Smakka til vid salt og
sitrón, og toppa suppuna við
súrróma áðrenn hon verður
borðreidd.
Hvørki Birita í Dali, forkvinna í
MFS, ella Bjørk Olsen, sum hevur
verið virkin bæði í føroyskum og
donskum politikki, er vís í, at
tað er eitt gott hugskot at lata
føroyingar
undir
útbúgving
uttanlands velja til kommunuval,
men tað er púra greitt, at hetta er
ein spurningur, sum MFS vil hava
á breddan.
– MFS hevur enn ikki eina
greiða støðu í málinum, men vit
vóna at fáa eitt sakligt kjak um
hetta málið, og tað er eisini greitt,
at tað eru nógv góð argumentir,
sum tala fyri møguleikanum at
velja, segði Birita í Dali.
Bjørk Olsen er samd, at tað
er nógv, sum talar fyri møgu
leikanum, men staðfestir, at argu
mentini ímóti viga tyngri.
– Eg haldi, at tá tað snýr seg
um býráð, so snýr tað seg um av
gerðir, sum verða tiknar tætt upp
á borgaran, og í teimum smáu
kommununum, har tað eru fáar
atkvøður, sum skilja valevnini,
kann tað tykjast órættvíst, um
nakrir útisetar fáa seinasta orð
ið um raðfestingarnar í lokaløk
inum.
Birita í Dali heldur hinvegin,
at hesin vandin ikki er so stórur,
tí tey lesandi fáa bara rættin til
tey eru liðug at lesa, og at tað
bara eru tey við áhuga fyri lokal
økinum, sum høvdu farið á val.
– Vit skulu ikki síggja tey
lesandi sum útisetar. Vit skulu
síggja tey, sum fólk, ið eru noydd
av landinum í lestrarørindum, og
sum framvegis eru ein partur av
samfelagnum, tí tað eru jú nógv,
sum flyta heim, segði Birita í
Dali.
Hon staðfesti eisini, at tað
eru onnur enn lesandi, sum eru
í Føroyum nakrar fáar mánaðir
um árið, og framvegis sleppa at
velja.
– Um vit til dømis taka úti
siglarar, so eru teir heldur ikki
heima alt árið, segði Birita í Dali.
Bjørk Olsen vísti somuleiðis á,
at tað kann vera torført at gera av
í hvørjari kommunu tey lesandi
skulu kunna velja, tí tað er tor
ført at vita, hvørja kommunu tey
lesandi fara at flyta til – um tey
yvirhøvur flyta heim.
Hesum tekur Birita í Dali
undir við, men staðfestir, at tað
er skjótt at hugsa, at tey lesandi
kundu valt í kommununi, sum
tey fluttu úr.
– Tá talan er um løgtingsval,
so verða tey lesandi skrásett í tí
kommununi, sum tey komu úr,
segði Birita í Dali.
MFS vil hava kommunuval á breddan
Birita í Dali, forkvinna í MFS, vil hava møguleikan hjá lesandi útisetum at velja til
kommunuval á breddan. – Eg kann ikki siga, um tað er eitt gott hugskot ella ikki, men
vit vilja fegin hava hetta málið fram, segði hon í orðaskifti í Ghetto Føroyum
Ein ordans suppa
Jákup Sumberg og Sylvester
Andersen leggja síðstu hond á,
áðrenn suppan verður borðreidd