fríggjadagur 2. november 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BankNordik stuðlar sendingini
»Kanst tú ikki goyma bróstið
hjá tær eitt sindur ella fara
útum at gera tað?” Mundi sett
í hálsin, men fekk allíkavæl
stama meg fram til: »Ehhm,
jú, sjálvandi kann eg tað«.
Sjálvandi? »Pína doyð vil eg
ei«, átti eg at sagt. Eg var júst
blivin mamma. Og vit vóru til
morgundrekka í rundum før
oyskum føðingardegi.
Júst nevnda dømi er einki
eindømi – í øllum førum ikki
her í stórbýnum, Keypmanna
havn. Um vit ditta okkum at
fóðra lítla avkomið við móður
mjólk, so skulu yvirspentu
bróstini hjá mammuni goym
ast væl so eingin skal síggja. So
væl, at lítla barnið næstan ikki
fær luft millum øll hesi løgini
av turrikløðum, toppum og
blusum, ið skulu goyma flót
andi matpakkan við móður
mjólk. Ein matpakki, ið danska
Heilsuráðið mælir mammum
at brúka til ungin er ársgamal.
Men hóast hetta herjar hetzin
móti bróstageving við jøvnum
millumbili í donsku fjølmiðl
unum. Herfyri tveitti ein mat
stova í Tivoli eina kvinnu á
dyr, tí hon sat og gav bróst. Og
ein »matstovuguide« er gjørd
til teirra, ið vilja sleppa undan
at síggja ber bróst, meðan tey
eru úti og eta. Og á alt fleiri
kaffihúsum eru forboðskelti
á hurðunum: Hvørki barna
vongnar ella boppur sleppa
inn her. Tí nýforelskaðu pør
ini og gomlu og grenjutu kon
urnar fáa vaml, tá tey síggja
mjólkarbróst. Somu bróst,
sum heldur enn fegin skulu
vera ber á strondini, tá vit
grilla pylsur. Her missir eingin
matarlystin – tvørturímóti.
Bróst við mjólk í eru bara ikki
líka kul sum bróst uttan mjólk.
Heldur ikki, um tey eru nógv
meira prýð og rundlig enn
sløppu, fløtu hangiboppurnar
eru, tá barnið endiliga sleppur
at sita til borðs og eta tvíflís
saman við øllum hinum.
Men ókey, ja. Tað kann
gott vera, at eg eri óskikkað
at koma við hesum gorrinum
við einum smádrongi á arm
inum. Lortablæur og tinnitus
gangur eru ein partur av ger
andisdegnum
her
heima.
Heilin venir seg við tað. Og
sjálvandi skal tað eisini vera
pláss fyri nýforelskaðu pør
unum í kaffihúsunum, sum
vilja hava frið til at mussa
oyralippuna hjá hvørjum ørð
um uttan at fáa mjólk sproyt
aða í eyga. Men bara tað at
geva bróst er so fløksjasligt,
at vit næstan missa mótið,
áðrenn gongd kemur á. Eymar
boppur. Sár. Svampur. Og so
lekur hasin forbrendi bróst
vørtuventilurin eisini í heilum.
So tað hevði bara verið so
forbiðið lekkurt, um vit bara
onkuntíð sleppa at geva bróst
úti uttan at fáa eygu sendandi.
Tí nú hava vit endiliga pakk
að puslitaskuna. Skift lorta
blæuna. Busta spýggið av her
unum. Funnið burturvilstu
húgvuna. Og hálv huga blakað
eitt lastikk í hárið, so vit eru
nøkunlunda nossligar. Noss
ligar til endiliga at fara úr
asosialu holuni og út millum
fólk í veruliga heiminum.
Men millum fólk í veruliga
heiminum – á kaffistovum og
í føðingardøgum – er bara ikki
altíð pláss fyri bróstum. Altso
mjólkarbróstum.
Ikki tí, eg rulli eisini eyguni,
tá
tríggir
fyrstuflokkar
koma skrálandi inn í buss
in. Øll í skitnum og vátum
regnklæðum á veg í svimji
hylin. Eg siti jú og lesi og
slappi av, áðrenn lítli drong
urin hjá mær kemur heim at
gartera. Men har frá og til at
biðja barnaflokkin fara úr
bussinum ella at seta forboðs
skelti fram er nokk so langur
vegur…
Matpakkabróst
Ghetto klumman
Bæði Hildur Enni og Asbjørn
Olsen traðkaðu sum nógv onnur
beint út í arbeiðsloysi, tá tey
høvdu fingið sína útbúgving. –
Tað snýr seg um at fáa sær góð
sambond og ikki geva upp, halda
tey, eru bestu ráðini til fólk, sum
enda í einari tílíkari støðu.
Asbjørn Olsen varð útbúgvin
bygningsverkfrøðingur í summar,
har hann fekk góðar karakterir.
Enn hevur hann tó ikki kunnað
brúkt útbúgving sína til nakað
sum helst.
– Tað er fulltíðar starv at
royna at fáa fatur á einum góðum
arbeiði, segði hann.
Hildur Enni varð útbúgvin
fysioterapeutur fyri tveimum
árum síðan og hevur eisini havt
torført við at finna eitt viðkom
andi starv.
– Eg havi fingið tvey børn, so eg
havi verið í barnsburðarfarloyvi
tað mesta av tíðini, men tað er
ikki so lætt at fáa starv, segði
hon.
Tað vísir seg, at í summum
fakbólkum eru upp til helvtin av
teimum, sum júst eru útlærd, ið
ikki hava fingið eitt viðkomandi
starv eitt ár eftir, at tey vóru lið
ug. Hetta hevur fingið ávísar
danskar politikarar at tosa um,
at tey nýútbúnu eru ov snobbut
og kunnu royna at fáa sær størv
í til dømis handlum, til tíðirnar
gerast betur.
Hildur Enni og Asbjørn Olsen
skilja væl tankagongdina, men
vísa á, at veruleikin ikki er so
einfaldur.
– Tað er í hvussu so er øgiliga
gott, at mann kann fáa eitt ar
beiði, sum hevur samanhang
við ta útbúgvingina, sum mann
hevur fleiri ár uppá, segði Hildur
Enni.
Bæði Asbjørn Olsen og Hildur
Enni hava hugsað um møguleik
an at flyta heim til Føroya, har
arbeiðsloysið er lækkandi,. Bæði
tvey staðfesta tó, at sum støðan
er beint nú, so eru tað ymisk per
sónlig ting, sum hava við sær, at
tað ikki liggur fyrst fyri í løtuni.
– Og so er tað eisini soleiðis, at
skuldi eg arbeitt heima í Føroyum
samstundis sum eg søkti eitt
áhugavert starv niðri, so høvdu
flogferðaseðlarnir kostað so nógv,
at tað ikki hevði loyst seg pen
ingaliga, segði Asbjørn Olsen.
Hóast bæði tvey hava roynt
ikki at fáa størv tey kundu hugs
að sær, so eru ráðini til tey les
andi, sum eru um at vera liðug
rættiliga positiv.
Tey staðfesta nevniliga bæði
tvey, at tað er avgerandi at byggja
sær eitt netverk upp, og at syrgja
fyri at hava nógv ymiskt virk
semi við síðurnar av sjálvum
lesnaðinum, so umsóknin endar
ovast í bunkanum.
Úbúgvin til arbeiðsloysi
Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn
hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio.
Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og
Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna
Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum
sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma«
Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra
kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum
eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin.
Graskerssuppa var á skránni í Ghetto Føroyum. Jákup Sumberg, kokkur á Nimb
Terasse í Tivoli og Sylvester Andersen, kokkur á Alberto K í Keypmannahavn,
matgjørdu og hetta var snotiliga og vælsmakkandi úrslitið
Helena Heinesen Rebensdorff framførdi
tvey løg í Ghetto Føroyar í gjár