Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frá tógvi og pylsum til størsta handilsvirksemi Eirikur Lindenskov Avgerðin hjá Hans Mortensen fyri eini fýrati árum síðani at fara frá at selja toy og tógv í handl­i­num hjá mammu síni Ebbu á horninum Tórsgøta/ Frans­a­brekka  og frá at selja chips og pylsur í Zansibar eitt sind­ur longri úti í Dr. Jac­ ob­sen­s­gøtu broytti ikki bara hand­ils­ligu lívsleið hansara. Tann avgerðin broytti alt hand­ils­lívið í Havnini  fyri ikki at siga øllum Føroyum. Tað eru í dag 35 ár síðani, at SMS lat dyrnar upp á fyrsta sinni  og havnarfólk kundu ganga til handils inn­ an­dura í 12 ymsum handlum, sum kundu bjóða alt frá mat­ vør­um til klæði, blómur og bøk­ur. Ikki vóru øll líka fegin um hetta nýggja tiltak  og fleiri søgdu seg óttast framtíðina hjá mið­býn­um og handlunum har. Onnur hildu tó, at mið­ bý­ur­in eisini kundi vísa sín­ ar nýhugsanir, hóast tær ikki hava verið eins greiðar sein­ asta mansaldurin. Flaggskipið hjá P/F SMS hev­ur all­a­tíð­ina ver­ið Mikla­ garður. Men tá Hans Mort­ ensen fór undir verk­ætl­an­ ina, bjóðaði hann Føroya Keyp­sam­tøku at vera við. Men tað vildu tey, ið har ráddu fyri borgum ikki, og tí fór Hans Mortensen sjálvur und­ir matvøruhandilin. Ta av­gerð­ina munnu tey í Keyp­ sam­tøkuni mangan hava angr­að, tí júst tann part­ur­in av virkseminum hjá SMS er vaksin til eitt satt mat­vøru­ hand­ils­im­per­i­um, har stórur part­ur er uttan fyri húsið og utt­an fyri Havnina. 35 ára dagurin setur sjálv­ andi dám á SMS í dag og í morg­in. – Vit hava valt at gera eitt sin­d­ur burtur úr hes­um runda degnum, og tað gera vit við eini stórari føð­ing­ar­ dags­veitslu á Hotel Føroyum í ann­að­kvøld, har vit verða um 600 fólk, sigur Niels Mort­en­sen, stjóri í SMS. Føðingardagurin hjá hand­ils­miðstøð­ini verður hild­in ­á hvørjum árum, men fimta hvørt ár verður gjørt okk­urt serligt burturúr. Á skránni í morgin, leyg­a­ r­dagin, verður eitt nú burt­ur­ lutingin av bilinum í hitt­kort- kappingini hjá handl­u­num í SMS, og verður tað ungi svimjarin í Klaksvík, Krista Mørkøre, sum fer at trekkja vinningin. Teir, ið skipa fyri konserttiltakinum Vox­botn í Vágsbotni, fara eisini at avdúka eitt av høv­uðs­nøvn­ u­num. Niels Mortensen hevur ver­ið stjóri í SMS síðani 1996, fyrstu árini saman við páp­a­ num, Hans Mortensen, men sein­astu seks árini hevur Niels Mortensen stjórnað SMS einsamallur. Tá sølumiðstøðin lat upp í 1977 var húsið nógv minni, enn tað er í dag. Tá vóru bara tvær lonir, nú eru seks. Ætl­anin var av fyrstan tí at byggja í stigum – og tá SMS fekk so mikið góða byrjan, so varð longu tíðliga farið und­ ir at byggja næstu fýra lon­ir­ nar. Seinni eru aðrar út­bygg­ ingar gjørdar – tann seinasta í 2006, tá SMS kundi hýsa 31 handl­um. Men SMS er vaksið til nak­að heilt annað, enn ætl­ anin var. SMS er ikki long­ur bara Sølumiðstøðin á Trapp­ u­trøðni í Havn, men hevur stó­rt virksemi kring landið, og tað heldur stjórin vera rætti­liga áhugavert. – Vit steðga tó ikki her, sig­ur hann, tá vit spyrja, um tey eru komin á mál – og um SMS kann blíva størri enn tað sama, og um tey kanska ætla at leggja seg á aðrar vinn­u­greinar. – Tað, sum vit duga, er at selja mat og aðrar nýtsl­u­vør­ ur. Og tað verður tað, sum vit í P/F SMS halda okkum til, sig­ur Niels Mortensen. Umframt sølumiðstøðina SMS rekur P/F SMS mat­vør­u­ handl­ar og bakaríið Mylnuna, Brot­ið og handilsmiðstøðina Mið­lon. eirikur@sosialurin.fo Handil Í dag eru 35 ár síðani, at tey í SMS lótu dyrnar upp á fyrsta sinni. Risastóra sølu­ mið­støðin hjá Hans Mortensen er trí­faldað í vavi, og virk­sem­ ið er vaksið út um húsið og býin Fýra fólk hava 35 ára starvsdag: Fýra fólk í SMS hava starvast í sølu­mið­støð­ ini síðani byrj­an. Trý te­irra á skriv­stovuni, og ein í Mikla­garði: Jørgen Jørgensen, slak­t­ari, Hallgerð Jo­ hann­e­sen, Mary Hús­ garð og Jórun Jo­hann­ e­sen í umsitingini. Handlarnir, ið lótu upp saman við SMS fyri 35 árum síðani, vóru 11 í tali og fleiri av teimum eru her enn. M.a. Bókasølan, Demmus, Heilsa, Good Luck (nú Vero Moda), Oddvør Jacobsen (Fríðkan). Harumframt vóru tað Kioskin, Frants Restorff, Feðgar, Gongin Blómur, í Skotinum og síðan Superland, ið eftir navnakapping í 1978 fekk navnið Miklagarður. Fakta Niels Mortensen hevurverið stjóri í SMS síðani 1996. Fyrstu árini saman við páp­a­num, stovnaranum av SMS, Hans Mortensen. Sein­astu seks árini hevur stjórna SMS einsamallur Mynd: Álvur Haraldsen Tá spakin varð settur í til SMS í 1976: Petur Christ­i­an­sen, borg­ ar­stjóri, Hans Mortensen, stjóri í P/F SMS, og lítli drongurin er tá níggju ára gamli Niels, sum nú stjórnar SMS. Ovara myndin sýnir SMS, tanndagin latið varð upp fyri júst 35 árum síðani