Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Allarbesta Marnomma og langomma Hjartaliga til lukku við føðingardegnum 1. nov. Vit høvdu ynskt at vit kundu verið á Eiði og givið tær eitt stórt føðingardagsklemm. Vónandi hevði tú ein ordiliga góðan dag saman við tínum bestu. Vit gleða okkum at koma heim á jólum og vera saman við tær og abba. Myndin sigur so væl, hvussu deiligt tað er at koma inn til tykkum. Vit elska teg. Jóna, Tróndur og Tinna 90 ára føðingardagur Leygardagin 3. november fyllir Louisa Strøm, Vágur, 90 ár. Dagurin verður hildin hjá dótturini í Sjógøtu 178 á Tvøroyri, saman við børnunum. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 2. november verður Tórur Olsen Hósvík 90 ár. Hann bjóðar til opið hús í bygdarhúsinum í Hósvík, leygardagin 3. novenber millum kl. 11 og kl 15. Øll eru vælkomin. 80 ára føðingardagur Týsdagin 30. oktober fylti Kristian Steingrund á Glyvrum 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3. november Oman Sandheygg 3 A frá kl. 18. Øll eru væl­ komin. 80 ára føðingardagur Hósdagin 1. november fylti Heri Thomsen, Norðra­gøtu, 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í kirkju­kjallaran­ um í Gøtu fríggjadagin 2. november frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Týsdagin tann 6.nov., verður Thomas C. Jacobsen, Søldarfjørður 80 ár. Føðingardagurin verður hildi heima á Byrgisvegi 1 í Søldafirði, 6.nov, frá kl. 10. Til 15. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Tórsdagin 8. november verður Danjal Bjarkhamar 60 ár. Í samband við føðingardagin, verður opið hús í Stóra Pakkhúsi í Vági, leygardagin tann 10. november frá kl. 12 til 19, har øll eru hjartaliga vælkomin. Ein rósa er farin Úr Føroya jørð ein rósa rann, var yndislig sum fáar. Og bjart var vit, og mangt hon kann, hon út frá landi tráar. So lívlig, glað og vitug tú hjá øllum spreiður gleði. Við kærleika tú blómar nú, títt bros var altið fegið. Kom heim aftur til fedra strond, so stutt tað frá er liðið. Til himna heim fór vakra ond ei følnaði - hvíl í friði! Anna E.