fríggjadagur 2. november 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góða mamma, omma, ver
móðir og kona hjartaliga til
lukku við runda degnum
tann 3. november 2012.
”Sjeyti
er
bara
eitt
tal”, segði tú nú ein dagin
við elstu ommudóttrina,
sum vildi vita, hvussu tað
kendist at runda 70 ár. Og
soleiðis ert tú Armgarð Mc.
Birnie, fødd Hjelm sunnan
úr Vági í Suðuroy, dóttir
Hans Jacob og Michalu
Hjelm
og
ommudóttir
Jaspur og Johonnu Hjelm.
Aldurin hevur ikki so nógv
at siga í tínum hugaheimi.
Tað bæði sæst og kennist.
Onkuntíð hoyra vit teg
siga, at tað er keðiligt ikki
at kunna svinga avstað í
høgum stilettum, og at alt
tekur eitt sindur longri tíð
nú, men tað er sum so tað
einasta. Tú er og hevur
altíð verið í sving á øllum
økjum – bæði í arbeiðshøpi
og heima.
Sjálvt um tú nú rund
ar sjeyti, ert tú framvegis
virkin á arbeiðsmarknaði
num. Og har tú starvast,
verður
tú
altíð
nógv
vird fyri títt nærlagni,
arbeiðssemi og ikki minst
hetta at duga væl við
fólki. Vit kenna snøgt sagt
ongan so góðan menniskja
kennara sum teg. Tú veitst
beinanvegin,
hvussu
tú
skalt fara við fólki, og
hevur tú í tínum arbeiði
sum sjúkrasystir og heilsu
systir upp gjøgnum tíðir
nar fingið nógv rósandi
orð fyri at hava hjálpt fólki
í øllum aldri – bæði ungum
og eldri.
Og djørv hevur tú altíð
verið. Vit minnast enn
vetrarkvøldini við kava
stormi, tá tú koyrdi upp um
fjøll norður á Sjúkrahúsið
á Tvøroyri til arbeiðis við
sandsekkum
í
bilinum,
so hann ikki skuldi verða
tikin av vegnum. Eisini var
tað sera djarvt, tá tú sum 43
ára gomul knappliga gjørdi
av at flyta familjuna av
landinum til Århuus, tí tú
vildi útbúgva teg víðari til
heilsusystir. Sum alt annað,
tú fer í holt við, so komst
tú á mál, fekk prógv sum
heilsusystir og flutti síðani
heim aftur á klettarnar at
arbeiða.
Vit vita væl, at vit fylla
nógv í tínum lívi. Hinvegin
ert tú einki minni enn
okkara miðdepil. Tú syrgir
fyri at halda bondini tætt
knýtt okkara millum, málar
og vandar hetta familju
træið, so tað alla tíðina
veksur, sum tað skal. Allar
greinar og øll bløð hugs
ar tú um, sært tú og gevur
umsorgan. Og vit øll kenna
okkum sæddan, hoyrdan
og væl passaðan. Ommu
børnini renna um kapp
heim í tína heitu stovu um
dagarnar, har tú altíð borð
reiðir við onkrum góðum.
Manglar onkur eina heita
troyggju, húgvu ella hosur,
so finnur tú skjótt stokkar
nar og gandar upp á onga
tíð fram eitt bundið plagg.
Ja, við hvørt skilja vit als
ikki, hvussu tú fær stundir
til alt, sum tú framleiðir.
”Heima hjá ommu er trygt
og hugnaligt, og so eigur
hon altíð okkurt lekkurt”,
segði ein onnur ommu
dóttir ein dagin. Og so er.
Tú er altíð eitt stig fram
manfyri.
Tónleikurin hevur fylt
nógv í okkara lívi. Men líka
so nógv hevur tín krea
tivitetur. Tú hugsar altíð
í loysnum, og gevur ikki
skarvin yvir, fyrr enn ein
loysn er funnin. Tú elsk
ar vakrar litir, móta, at
innrætta og broyta, binda,
baka, matgerð og yvir
høvur at skapa eitt gott
og hugnaligt huglag rund
an um teg og tíni og liva
lívið fult út. Tí ert tú eitt
so livandi menniskja, sum
vit elska so nógv at vera
saman við. Tú gevur okkum
so ómetaliga nógv dýrabart
í viðføri, sum vit ikki kunnu
læra nakra aðrastaðni og
sum ríkar okkum so nógv í
okkara lívi og gerandisdegi
– bæði andaliga og tímiliga.
Takk
fyri
tað
góða
mamma, omma og kona.
Vit elska teg, og enn eina
ferð hjartaliga til lukku við
teimum sjeyti.
Ein heilsan frá manni,
børnum við makum og
ommubørnum.
Blá bók
Navn: Armgarð Mc. Birnie.
Fødd: 03. november 1942.
Børn: Jón, Robert, Súsanna.
Gift: Robert Mc. Birnie.
Útbúgvingar:
Sjúkrasystir frá Sjúkra
systraskúla Føroya í 1965.
Heilsusystir frá Århuus
Universitetscenter í 1986.
nøvn
Føðingar
20. august fingu John Høj Joensen, Strendur, & Alisa
Thorleifsson, Skáli, ein son. Hann var 55 cm langur
og vigaði 4120 gr.
19. oktober fekk Bára ein lítla beiggja. Hann vigaði
4300 gr og var 53 cm langur. Foreldrini eru Sjúrður
Lómstein Petersen og Jórun Heinesen í Oyndarfirði.
29. okt. 2012. fingur Petra Petersen og Morten Hust
Petersen, Kvívík eina genru. Hon var 52 cm long og
vigaði 3670 gr.
23. oktober fingu Elin Thomassen og Tróndur G.
Joensen búsitandi í Hoyvík eina dóttir à 5570 g og
55 cm.
15. oktober fingu Kamille og Gunnleif Rosenfalk
Blaasvær, Dragør, eina dóttur. Hon var 52 cm og vág
3920 gr.
28. oktober fingu Guðrið Müller, Kvívík, og Bárður
Egholm, Eiði, eina dóttur. Hon var 56 cm long og
vigaði 4100 gr.
19. oktober fingu Palma og Heri Norðberg, Hvalba,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3860 gr.
Armgarð Mc. Birnie
– eitt lívsstykki fyllir sjeyti