fríggjadagur 2. november 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Sjálvrós stinkar
Eingin koyring leygarkvøld
og sunnudagar longur, og
tað tykir mær, at Tórshavnar
Býráð bara vil tekkjast teim
um, sum hava bil framman
undan og ikki hava brúk fyri
bussi. Átakið »kostnaðurin
er 0,- krónur pr. kilometur,
0,- krónur í vegskatti og 0,-
krónur í trygging« skuldi fáa
bilfólkið í bussarnar, men
einki spurdist burturúr. Bil
fólkið koyrir bil, tí tey vilja
koyra bil. Men tey, sum veru
liga hava tørv á eini bussleið
– gomul, fátøk, fólk ið bera
brek, og tey, sum eru ov góð
við jørðina til at fáa sær bil
at oyðileggja hana við, sita
innistongd í útjaðaranum
leygarkvøld og sunnudagar
og kunnu ikki fara í býin
leygarkvøld og kirkju/møti,
konfirmatiónir o.t. sunnu
dagar, m.a. tiltøk, sum tað
almenna rindar, og sum øll
hava rætt til at luttaka í.
Ei heldur á sjúkravitjan á
Landssjúkrahúsinum.
Eg skilji ikki, at nakar polit
ikari við hjarta og skili kann
halda bussleiðina vera nakað
at reypa av. Nakað av tí mest
komiska var hátíðarhaldið
í 2011, har býráðið bjóðaði
lagkøku og royndartúr við
spildurnýggju
bussunum.
Tað varð hildið ein sunnudag
(tá eingir bussar koyra, og tey
trúgvastu bussferðafólkini
ikki kundu vera við).
Skrøgg í Rio
Tað, sum stendur við skák
skrift, eru mínar viðmerking
ar.
Tórshavnar Býráð hevur
ein stubba við í bóklinginum,
sum Norðurlandaráðið gav
út til Veðurlagsráðstevnuna
Rio+20. »The Nordic Eight«
–
Nordic
Solutions
for
Sustainable
Cities.
Tey
norðurlendsku átta – norður
lendskar loysnir fyri burðar
dyggar býir. Undir heitinum
»At fáa fleiri fólk í bussarnar«
greiðir Tórshavnar Býráð m.a.
soleiðis frá ... »busstænastan
fyrr var so vánalig, at fólk
høvdu lítlan hug at gjalda fyri
hana og valdu heldur at sita
í bilum sínum, og hetta hevði
við sær ein yvirfyltan miðbý,
har neyðugt gjørdist at skipa
fyri gjaldsparkering.« Um
teir meina við bussleiðina,
áðrenn hon gjørdis ókeypis,
so er hetta lygn, tí bussleiðin
var nógv nýtt í Havn, tað
veit eg, tí eg brúkti hana frá
fyrsta degi.
Undir
yvirskriftini
»Loysnin« greiða teir frá, at
teir í 2008 valdu eitt ókeypis
royndarár, og gekst hetta so
væl, at býráðið avgjørdi at
seta ókeypis bussleið í verk,
og í 2010 øktu túratalið til 20.
hvønn minutt úr 30. hvørjum
minutti.
At
sunnudags
koyringin samstundis helt
uppat, og leygardagskoyr
ingin fór niður í meira enn
helvt, siga teir einki um, ella
at bussarnir allar dagarnar
byrjaðu seinni um morgunin
og góvust fyrr um kvøldið,
sum m.a. rakar fólk, sum
skuldu møta kl. 7 til arbeiðis
og tey, sum ganga í kvøld
skúla ella arbeiða seint.
...Og
teir
halda
á
at
skrøgga: Við GPS gerst møgu
ligt hjá ferðafólki at vita,
hvar bussurin, sum tey ætla
sær við, er staddur ella við
SMS-tænastu. Beinleiðis pell.
Einki av hasum er komið enn,
og annars eftir míni meining
bæði óneyðugt og kostnaðar
mikið. Tað sama haldi eg um
tað nýggjasta – internet í
bussunum, luksustvætl.
Men Tórshavnar Býráð
væntar sær nógv burtur úr
tiltakinum við ókeypis buss
leið, yvirskriftin »Væntað
úrslit« sigur alt: Við at minka
ferðaseðlaprísin niður við
100%, fer bussnýtslan at
vaksa. Harav minkandi við
líkahald av vegum, vegna
minkandi ferðslu. Minni íløga
í parkeringspláss. Minkandi
luftdálking og co2-útlát. Eg
síggi bara fleiri unglingar og
børn í bussunum, tey vaksnu
eru tey somu, sum altíð hava
koyrt í bussi frammanundan.
Tað vil siga, at bileigararnir
nú seta børnini í ókeypis
kommunalu bussarnar og
sjálvi fara í bili. So hatta við
minkandi dálking osfr. riggar
ikki.
At enda hálar býráðið
hetta upp úr hattinum: Árligi
vøksturin av privatbilasølu
er minkaður úr 6,8% í 2008 til
0,5 í 2012. Er fíggjarkreppan,
fólkafráflytingin,
arbeiðs
loysið og økta fátæktin tald
við her? Tað loyvi eg mær
stórliga at ivast í, serliga tá ið
allur veðurlagsfrágreiðingar
stubbin hjá býráðnum er so
grunnur og ósannur allur
sum hann er. Hann handlar
bara um at gera seg upp fyri
umheiminum.
Tann veruliga
avleiðingin
Býráðið hevur syndrað eina
vælvirkandi bussleið fyri at
tekkjast nøkrum, sum als
ikki hava hana fyri neyðini,
men bara brúka hana til at
avlasting, so tey sjálv sleppa
frá at koyra síni børn. Buss
arnir eru proppfullir um
morgnarnar nú av børnum
og unglingum, hvørs foreldur
eiga í minsta lagi ein bil. Og
tað kann gera tað sama at
venja unglingar at koyra í
bussi, um eingir bussar koyra
leygarkvøld og sunnudagar.
Teir mugu fáa sær bil seinni,
um teir skulu fáa eitt virðiligt
lív í Havn, og fara eisini teir
at slíta vegirnar og trokast
um parkeringsplássini. Líka
vítt sum sítt.
Børn og ung ganga nógv
minni,
nú
bussleiðin
er
ókeypis. Tey koyra í hópatali
ímillum Steinatún og SMS,
sum er eitt hanagleiv. Og nú
ein dagin í dýrdarveðri sá eg,
at ein heilur skúlaflokkur úr
Hoydølum fór upp í leið 3 á
Hálsi og koyrdi allan vegin
runt eftir Sundsvegnum –
Vegnum Langa – Hoyvík –
Hvítanesvegnum – Hoydalar
(20 minuttir), har tað hevði
tikið 5 minuttir hjá teimum
at gingið oman í Hoydalar.
Tey mugu gjarna koyra í
bussi fyri mær, men eg dugi
ikki at síggja meiningina í at
skattapengar skulu brúkast
til slíkt. Í summarfrítíðini
koyra børn í bussi runt og
runt Havnina alla bara til
stuttleika. Ein dýr ókeypis
karusell.
Býráðið leggur áherðslu
á umhvørvið fyri at lokka
bilfólkini í bussarnar, men
tað eydnast ikki. Býráðið má
skilja, at bussleiðin er neyðug
fyri nøkur fólk, og bussleiðin
skal passa til teirra. Eg veit
um fólk, sum ikki vilja koma
til Føroya eftir lokna útbúgv
ing, nú minkað er so nógv um
bussleiðina. Tí hjá teimum,
sum eru uppvaksin við at
brúka buss (tá teir koyrdu
allar dagar) liggur bilur og
koyrikort ógvuliga fjart, so
um umhvørvið veruliga er
hjartamálið hjá býráðnum,
má hugsast um hesi fólkini,
sum vegna umsorgan fyri
náttúruni ikki kundu funnið
upp á at fingið sær bil. Men
tað noyðast tey til, um tey
skulu kunna búgva og virka
í Havn.
Lat okkum fáa ta góðu
bussleiðina aftur. Eg og fleiri
við mær vilja hjartans fegin
gjalda fyri at koyra við henni.
Tit plagdu at hava skilagóðar
loysnir við 10-túrakortum og
mánaðarbusskortum,
tað
riggaði fínt. Tað verður sjálv
andi keðiligt hjá summum,
serliga
turistunum,
sum
hava elskað at koyrt við okk
ara ókeypis bussum, men
hýruvognarnir kunnu fáa
turistarnar aftur, teir mistu
nógva inntøku, tá tit persón
liga deildu út faldarar á Far
støðini um ókeypis bussar í
Havn.
...Minst til, tit fáa atkvøður
frá hýruvognsførarunum og
ikki turistunum.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Skilji ikki reypið hjá býráðspolitikarunum um bussleiðina í Havn.
Tænastan er versnað so ræðuliga nógv, síðani hon bleiv ókeypis
Soleiðis tekur Hilmar Jan Hansen til orðanna í
klummu í Sosialinum seinasta fríggjadag, har
hann ilskast inn á avgerðir, sum »tey lærdu í Havn«
hava tikið. Klumman fríggjadagin snúgi seg um
handfaringina av grindini í Hvalba, sum var friðað,
tí hvalirnir skuldu merkjast til vísindalig endamál.
Hann fíltist á, at myndugleikin sýtti hvalbingum
at drepa friðaðu hvalirnar, hóast teir vóru undir
stórari og sjónligari pínslu.
Hilmar Jan skrivar, at so tápulig kunnu tey vera,
sum hava øll hugsandi pappír og prógv, um tey
ikki eisini nýta vanligt vit og skil í teirra arbeiði.
Hann sipar til, at vit dagliga hoyra, hvussu stóran
týdning tað hevur, at vit fáa øll hesi heimaftur,
sum einaferð eru farin burtur í onnur lond at
lesa og heldur gamaní, men at treytin fyri at fáa
leiðandi starv so eigur at vera, at tey skulu upp til
eina serliga roynd fyri at staðfesta, um tey enn eiga
vanligt vit og skil.
Hendingin í Hvalba og kravið hjá Hilmari Jan
um, at ein útbúgving uttanlands eigur at verða
brúkt saman við vanligum viti og skili, fekk
meg at husa um, hvussu umráðandi tað er, at vit
føroyingar ásanna, at tað einans eru vit sjálvir,
sum hava ábyrgdina av, at myndugleikaavgerðir
til eina og hvørja tíð eru í samsvari við føroyska
veruleikan. Hetta hevur millum annað við sær, at
vit í Føroyum seta á stovn og bjóða út útbúgving
ella eftir/ískoytis útbúgving, sum tørvur er á fyri
at útinna myndugleika í Føroyum, sum er í tráð við
vanligt vit og skil.
Grundleggjandi treytin fyri at bjóða út slíka
frálæru er, at vit hava ein fólkaskúla og miðnáms
skúla, sum stendur mát við meinlíkar skúlar í
útlandinum og harafturat styrkja um møguleikan
hjá Fróðskaparsetrinum at økja útboðið av hægri
útbúgvingum, undir hesum eisini eftir-og ískoytis
útbúgvingum.
Sum borgarar krevja vit tí, at Løgtingið gevur
játtan til útbúgving hægstu raðfesting, bæði til
rakstur og til íløgur.
Tað skerst ikki burtur, at eisini føroyski
búskapurin er sera nær tengdur at útbúgvingar og-
vitanstøðinum hjá okkum, sum búgva í landinum.
Tað er tí sera umráðandi, at vit kunnu bjóða yngra
ættaliðinum útbúgving, sum stendur mát við
útbúgving uttanlands. Hetta skal sjálvsagt gerast
eftir førimuni. Vit mugu ásanna, at vit ikki eru før
fyri at bjóða føroyingum allar hægri útbúgvingar í
Føroyum. Men, skal okkum vera lív laga her á landi,
er neyðugt at hava ein góðan fólkaskúla og góðar
miðnámsútbúgvingar.
Karmurin um miðnámsútbúgvingarnar hevur
í longri tíð verið vánaligur. Fyri at bøta um hesi
viðurskifti varð avgjørt at byggja ein miðnáms
miðdepil í Marknagili í Havn. Enn sæst ætlanin
ikki at vera komin nakran veg. Eftir seinastu
tíðindinum at døma, er ivasamt, um ætlanin verður
framd, tí iløgujáttanin ikki er nóg stór til at fremja
ætlanina. Manna millum eru tí fleiri og fleiri, sum
hava mist vónina um, at miðdepilin verður bygdur.
Dettur ætlanin um ein miðnámsdepil fyri
bakka, verður hetta til óbótaligan skaða fyri
umstøðurnar hjá føroyska ungdóminum og verður
samstundis eitt prógv um eina himmalrópandi
inkompetancu hjá politisku skipanini.
Samstundis gevur tað høvi til at seta spurnar
tekin við, um føroyska samfelagnum er lív laga
í framtíðini, tí í ringasta føri kann tað hava við
sær, at tey 16-17 ára gomlu eisini fara uttanlands
at nema sær miðnámsútbúgving. Er vandi fyri at
festa røtur hjá teimum, sum fara uttanlands at
lesa hægri lestur, gerst hesin vandi ivaleyst enn
størri, um tey fara av landinum longu sum 16-17 ára
gomul.
Og tá kunnu vit av røttum óttast fyri varandi at
missa ein stóran part av føroyska ungdóminum.
Eyðfinnur
Jacobsen
advokatur
EYGA
MÁLIÐ
Lærdómur nýtist ikki at
vera tað sama sum vísdómur
Tove
Askham
Listakvinna