Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Edmund Joensen Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður Er søguligi møguleikin mistur? Tú hoyrir sama boðskap allastaðni. Tá ið tú gert ørindi úti millum fólk. Tá tú vitjar vinir og kenningar. Fert á almennar fundir ella í føðingardagar. Ferðast millum lond ella á Facebook. Allastaðni, har ið fólk koma saman, er sama prátið: Sambands­ flokkurin hevur flutt seg og er munandi broyttur. Soleiðis er áskoðanin millum fólk nú eitt ár eftir løgtingsvalið leygardagin 29. oktober 2011. Fatanin er, at Sambands­ flokkurin hevur forsømt ein søguligan møguleika til at seta eina sterka dagsskrá fyri Føroyar. Altjóða søguligir møguleikar Søguligir møguleikar vísa seg sjáldan og mugu takast, tá teir eru har. Heimssøgan er full av søgu­ ligum møguleikum. Lat okkum taka tvey dømi úr altjóða politikki, síðani eg kom á ting í 1988. Berlinmúrurin fall í 1989. Tá var søguligur møguleiki til at demokratisera Europa. Táverandi Vesturtýskland og Europa­sam­ veldið brúktu møguleikan. Væl bar til. Í nýliga íkomna »Arabiska várinum« er eisini søguligur møguleiki. Hann snýr seg um demokratisk rættindi og at vinna kvinnum í arabiska heiminum higartil óhugsandi rættindi. Vónandi verður møguleikin gjørdur til veruleika.   Føroyskir møguleikar Í Føroyum hava vit eisini havt søguligar møguleikar. Í 2000 helt Tjóðveldi seg hava ein søguligan møguleika til at koll­ velta støðu Føroya í Ríkinum við at taka loysing. Helst var møguleikin har. Brúkti flokkurin so møgu­ leikan? Nei, tíbetur fyri Føroya fólk. Floksleiðarin gjørdi eitt av­ ger­andi mistak. Hann noktaði Javnaðarflokkurin at sleppa upp í full­veldissamgonguna, ið skuldi gera enda á Ríkisfelagsskapinum. Tá glapp møguleikin honum av hondum. Søguligi møguleiki Sambandsfloksins Sum kunnugt gjørdist Sam­bands­ flokkurin størsti flokkur á løg­ tings­valinum 29. oktober 2011. Ríkisfelagsskapsflokkarnir – Sambandsflokkurin og Javnaðar­ flokkurin – fingu tilsamans 42,5 prosent av atkvøðunum. Á fólkatingsvalinum beint frammanundan fingu somu flokkar íalt 51,8 prosent av at­ kvøðunum. Við stuðuli frá smærri flokkum hevði borið til at skipað eina sam­gongu, ið kundi rikið rættan sosial­liberalan politikk í góðum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Tiltikna »breiða semjan« um fiski­vinnu- og vinnupolitikk hevði hildið. Veruligir samfelags­ reformar høvdu verið framdir. Í Keypmannahavn hevði ein slík samgonga havt avgerandi ávirkan á politikkin hjá Helle Thorning-Schmidt. Nógv skilagott hevði komið á skaftið fyri Føroyar. Ongin ivi er um, at tað hevði hepn­ ast at dagført ríkisveitingina, so sum Sambandsflokkurin fór til val uppá. Her var søguligi møguleikin og leiðin, ið veljarar Sam­bands­ floksins valdu.   Forsømdi møguleikin Sambandsflokkurin kendi ikki sína vitjunartíð, og søguligi møguleikin varð forsømdur. Straks eftir valið segði gamli formaðurin í Javnaðarflokkinum, at føroyingar høvdu valt, at Føroyar skuldu snara til høgru. Fjøl­miðlar messaðu hetta upp í saman, og av órannsakiligum orsøkum kom toppurin í Sambands­flokkinum til somu niður­støðu. Úrslitið kenna øll. Ein víðgongd høgra-liberalist­ isk samgonga spurdist burt­ur­úr. Asosialur flatskattalætti, sum etur av pensjónsuppsparing føroyinga. Fiskirættindi verða tilvildarliga umsitin. Enn hevur samgongan ikki fingið í lag eina dagføring av ríkisveitingini. Og veruligir reformar bíða framvegis. Um Sambandsflokkurin brúkti søguliga møguleikan til at reka sosialliberalan samríkispolitikk, hevði sæð øðrvísi út. Í vælferðar­ samfelagnum er týðandi at hava á leið sama fíggjarliga útgangsstøði uttan skattligar gjáir, og líka at­ gongd má vera til tænasturnar, ið hitt almenna fíggjar. Veljarin hevði fingið frælsi til at velja, t.d. hvørjar pensjónsskipanir, hann vil brúka, og – ikki minst – hevði vinnulívið fingið góðar umstøður og atgongd til tilfeingi eftir einum skipaðum leisti. Sum eyka bonus hevði Føroya land fingið tað burturúr, at Tjóð­ veldi og Fólkaflokkurin høvdu staðið á síðulinjuni.   Broyting á politiska landkortinum Nóg mikið um tað, sum kundi verið. Lat okkum hyggja at støðuni júst nú og at tekningini »Politiska landkortið«. Eyðsýnt er, at Sambands­flokk­ urin er broyttur, og hann stendur tí heldur ikki har, ið hann stóð, fyri løgtingsvalið í fjør. Høgrasnaringin varð almanna­ kunngjørd beint eftir valið, og fyri trimum mánaðum síðani fór flokkurin at flyta seg niður eftir tekningini. Niður eftir ásini, ið leiðir til loysing. »Dreymarøðan« hjá sambands­ formanninum ólavsøkudag flytir flokkin niður eftir landkortinum. Royndir eru gjørdar at hála dreym­in í land, men gjørd gerð fær onga vend, sigur orðatakið.   Tómrúm á politiska landkortinum Á politiska landkortinum stendur eitt tómrúm eftir Sam­bands­ flokkin. Tað er har, ið trúfastir sam­bandsveljarar standa, nú politiskt húsvillir. Hvagar skulu tey mongu nú venda sær? Jú, tað gongur sjón fyri søgn. Javnaðarflokkurin er langt síðani farin at minna sam­bands­ veljarar á, at Javnaðarflokkurin er samríkissinnaður og við sosialum profili. Eyðsýnt kann hetta draga summi til flokkin. Aðrir flokkar liggja eisini fram­ við. Ósjónligur flokkur frameftir? Hvat fer alt hetta at bera í sær fyri Sambandsflokkin í framtíðini? Fleiri møguleikar eru. Eg fari tó at vísa til analysuna hjá søgufrøðinginum Hans Andriasi Sølvará í Útvarpinum 17. august í ár: »Sambandsflokkurin er í vanda fyri at gerast ósjónligur í føroyskum politikki, um kósin hjá sitandi formanni og hansara vongi verður tann ráðandi í framtíðini. Bæði í spurninginum um ríkis­rættarligu støðu Føroya og í víð­gongda høgrapolitikkinum, er Sam­bands­flokkurin farin at líkjast ov nógv øðrum flokkum, og tað kann skaða flokkin«. Um søgufrøðingurin fær rætt, fer tíðin at vísa. Hon fer eisini at vísa, um Sam­ bands­flokkurin fær ein nýggjan søgu­ligan møguleika til at gera tað rætta fyri Føroya land. Eitt ár eftir løgtingsvalið í fjør hevur Sambandsflokkurin flutt seg munandi á politiska landkortinum, og spurningurin er, hvat tað ber í sær fyri flokkin frameftir Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen