Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Havnin klár til oljuna Størsta avbjóðingin í Føroyum í dag er stóra fráflytingin av arbeiðsmegi og ungum fólk­ um – og at hesi ikki flyta heimaftur eftir lokna út­ búgv­ing í útlandinum. Hóast hetta í stóran mun er ein samfelagsuppgáva hjá okk­ ara løgtingi og landsstýri, bjóð­ar høvuðsstaðurin seg fram, so vit fáa loyst hesa avbjóð­ing, tí landsins størsta komm­una vil gera sítt fyri at venda hesi skeivu gongd. Vit skulu skapa karmar til nýggju frálandavinnuna, ið kann geva nýggj og spennandi arbeiðspláss í framtíðini, og sum soleiðis kann virka sum ein magnetur, fyri at fáa føroyingar í útlandinum heimaftur, samstundis sum vit kunnu skapa grundarlag fyri nýggjum útbúgvingum her á landi. Ein slík gongd kann ger­ast ein vinnarastøða bæði fyri uppvaksandi ættarlið, fyri menningina av øllum land­ inum og fyri útlendska olju­ ídnaðin, ið uttan iva kemur henda vegin í kjalar­vørr­inum á olju- og gass­fundum. Landsmenning Nógv hevur verið tosað um bygdamenning í sambandi við oljuvinnu, men sjálvur síggi eg hesa vinnu meira sum eitt týðandi stig á veg­ num til at kunna skapa lands­ menning, sum meinast við menning í Føroyum. Hetta er ikki ein spurningur um Havnina ímóti bygdunum, men nakað nógv meira álvars­ligt og størri, nevniliga Før­oyar ímóti útlandinum. Skulu vit hava nakran møguleika at vinna henda dystin, mugu vit hava ein upp­aftur meira spennandi og gevandi høvuðsstað, ið kann vera so mikið altjóða­ kendur, at her er eins huga­ ligt og lokkandi at búgva og arbeiða her sum í Keyp­ manna­havn, Oslo, Reykavík ella Aberdeen. Líka sum oljan hevur skapt spennandi bústaðar- og arbeiðs­deplar í Aberdeen og Stavanger, eigur hon eisini at kunna gera Havnina til ein líknandi miðdepil. Vit í høvuðsstaðnum halda okk­ um hava stóran part av ábyrgd­ini av at fáa føroy­ ing­ar at støðast og trívast í Føroyum, og bara ein áhuga­ verdur, spennandi og inn­ bjóðandi høvuðsstaður kann vera við til at venda gongdini, so fráflytingin steðgar. Fleiri útbúgvingartilboð, fleiri arbeiðstilboð og fleiri tænastutilboð, ið ein savn­ andi høvuðsstaður hevur at bjóða fram, størri er møgu- leikin fyri at fólk fara at støðast. Og støðast fólk, kem­ur menningin av sær sjálv­ari. Ein drívmegi Ein komandi oljuvinna kann vera ein drívmegi, sum skal til fyri at venda gongdini, og vit mugu tí vera nóg skjót at seta út í kortið, hvussu vit kunnu hýsa hesi nýggju vinnu, og hvørjar tænastur skulu mennast í høvuðsstaðnum í hesum sambandi. Men meðan vit bíða eftir oljuni, er ov mikið at tríva í. Eg fari í hesum sambandi at ynskja reiðaríinum Skansi Offshore hjartaliga vælkomið til Havnar. Við avgerðini um at flyta virksemið til høv­uðs­ staðin, er hetta reiðarí eisini við til at skapa grundar­lag undir teimum ymsu tæn­ ast­unum, sum ein olju- og frálandavinna hevur tørv á. Hetta er eitt stig á leiðini at gera høvuðsstaðin til mið­ depil fyri framtíðar før­oysk­ um oljuvinnubýi. Eisini eru aðrar vinnu­ fyritøkur í høvuðsstaðnum, ið bjóða seg fram til komandi oljuvinnuna, eitt nú MEST/ Pam Offshore. Vaksandi virk­semi nær føroyska mark­inum, og somuleiðis geo­graf­iska støða Føroya sum miðdepil í Atlantshavi, skapar stórar møguleikar hjá fyri­tøkum sum MEST. Sum havnaborgari eri eg errin av, at henda fyritøka er partur av vinnulívinum í høvuðstaðnum og fari eg framhaldandi at vera við til at skapa hesi og øðrum vinnufyritøkum, ið kunnu veita vørur og tænastur til olju­vinnuna, teir bestu karmar. Størri høvuðsstaður Høvuðsstaðurin er ikki tann sami, sum hann var fyrr, tí nú fevnir hann um eitt nú Sund og Kollafjørð, og eisini her liggja stórir framtíðar møguleikar fyri at hýsa eini oljuvinnu. Vit fara tí ikki at sita hendur í favn her heldur. Tvørturímóti fara vit at skapa karmar og bjóða øki fram til nýggju vinnuna í hesum parti av høvuðsstaðnum eisini. Men oljuvinna er meira enn bara vinna, tí hon er eisini ein náttúrligur partur av samfelagnum. Fyri at olju­vinnan skal kenna seg væl og hava góðar umstøður, er neyðugt, at vit eisini hava nógvar ymsar tænastur at bjóða fram, so sum skriv­ stovur, gistingarhús, mat­ stovur og mentanar- og upp­ livingar­pallar. Hetta skapar alt arbeiðs­ pláss og ger býin enn meira livandi, og tað fer í síðsta enda at vera við til at steðga fráflytingini. Heldur ikki mugu vit gloyma at skapa umstøður fyri út­lend­ing­ arnar, sum koma henda­ vegin, tá oljan er funnin, og her hugsi eg eisini um møgu­ leikar fyri altjóða undir­vís­ ingartilboðum. Samanumtikið kann ein olju- og frálandavinna, sum hevur fótafesti í høv­ uðsstaðnum, verða við til at gera Føroyar til eitt gott land at búgva í. Partur av hesi menning skal koma frá komandi olju- og frá­landa­ virkseminum, har vit longu nú eru komin væl á veg. Nú ræður tí um um ikki at gevast á hálvari leið. Tað er lítil hjálp í at spjaða alt umrødda virksemið kring landið, tí vit mugu halda fram við at menna høvuðsstaðin, skulu føroyingar trívast í egnum landi. Og tað er heldur ikki tað oljuvinnan ynskir og ger aðrastaðni í heimi. Tvørturímóti krevst ein sen­ tralisering av tænastum til oljuvinnuumsiting og út­ gerðar­havn, men ring­virkn­ ingarnir, og avleidda virksemi aðrastaðni í landinum vil verða ómetaliga stórt kortini. Vit skulu minnast til, at tað ein slík vinna hevur tørv á, er sum øll fiskivinna og alivinna tilsaman, ganga við 10. Tað verður tí nokk til allar partar av landinum kortini, bara virkir og kommunur megna og eru nóg dugnalig at veita oljuvinnuni tær tænastur tey hava brúk fyri. Nógv verður lovað, men hvat fer at henda? Nógv er hent seinastu árini, men er tað hent, sum tú ynskti? Eru tínar skattakrónur nýttar til tað, sum tú heldur at tær áttu at verið brúktar til? Eg vil: • At børn og ung verða raðfest • At eldraøkið og harvið eisini Tilhaldið verður raðfest • At vit menna ein virk­ isfúsnan bý, har øll, ung sum eldri, hava møgu­leika fyri at virka og trívast • At barnafamiljurnar fáa betri umstøður og sømdir • At ungu mammurnar/ foreldrini fáa eitt dag­ ført og mennandi til­ boð, sum ger tey før fyri at mennast per­ són­liga og sum for­eld­ ur • At fyribyrging verð­ur raðfest, fyri at minka um tørvin á kost­naðar­ miklum sosialum fyri­ skipanum. • At miðbýurin verður mentur, so hann verð­ ur ein livandi og virkin miðbýur Vilt tú eisini hetta? Vilt tú broyting? Eg vil fegin vera við til at fremja átøk til besta fyri teg sum borgara. Verið eg vald til býráðsvalið tann 13. november, vil eg arbeiða fyri hesum. Vel Ingvør Justinus­ sen á Fólkaflokslistanum til Býáðsvalið í Tórs­ havn­ar Kommunu! Ingvør Justinussen Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Broyting ella..? Eg havi í mínum valstríði víst á nógv ymisk mál, ið eg vil arbeiða fyri. M. a. bústaðartørvin hjá ein­ ligum uppihaldarum, at fáa bíðilistan til grund­ stykki niður, rudda upp eftir skeiva sosial­poli­ tikkinum hjá Fólka­flokk­ in­um, viðurskiftini hjá ítróttinum í kommununi og mentanarlívinum. Eg havi longu víst í verki, at eg arbeiði fyri hesi mál sum eykalimur í Tórshavnar kommunu. So tað er ikki fair, at sam­skiftisráðgevin í sjón­varp­inum finst at, at eg ikki havi størri vi­sjónir enn at leingja upp­lat­ingar­tíðirnar í náttar­lívinum. Eg havi nógvar visjón­ir, ein av teimum er, at tað skal vera stutt­ ligari at ganga í býnum í Havn, tað tekur einki frá hin­um. Í mun til flest onn­ur lyfti, er lyftið um null seks møguligt at gjøgn­um­føra, uttan at tað hevur nakran kostn­ að við sær fyri komm­un­ una. So, tú kanst trygt velja meg, eg havi nógv uppá hjarta. Rúni Djurhuus eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð Eg eri meira enn bara til null seks! Ráð til at liva í Havn Tað eru alt ov mong sum ikki hava ráð til at búgva og liva í Havn. Bústaðar- og livikostn­aðurin er alt ov høgur. Tað skal vera eitt av mín­um hjartamálum at frem­ja ein bústaðar­poli­ tikk, sum tryggjar fólki við lágum og vanligum inntøkum ráð til at liva, at búgva og at leiga í Havn. Og tað kann Tórs­ havnar Kommuna slóða fyri – eitt nú saman við Húsaláns­grunni­num. Júst í hesum døgum boð­ ar Húsalánsgrunnurin frá, at fyritreytirnar fyri at byggja leigu- luta og lestrar­íbúðir nú eru kom­ nar upp á plásss. Javnaðarflokkurin hevur við góðum lógar­ smíði tryggj­að, at Húsa­ láns­grunnurin nú hevur neyðugu heimildirnar. Fá mál hava so stóran týdning fyri framtíð okk­ara sum samfelag, sum at tryggja ungum fólki møguleika fyri at seta búgv í Tórshavnar Kommunu, uttan at draga milliónaskuld upp á seg. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Kommunu