Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Familjurnar skulu trívast í kommununi Familjurnar og hin einstaki borgarin skulu trívast. Hetta verður m.a. gjørt við skila­góð­ari og skynsamari stýring av teimum tæn­ast­ um og veitingum, ið komm­ unan hevur at bjóða. Skatta­ prosentið og frádráttir mugu haldast á hóskandi støði, soleiðis at fíggjarligu karm­ arnir ikki gerast køvandi fyri flestu borgarar. Kommunalar tæn­astu­veit­ ingar skulu vera dygdar-góð­ ar, álítandi og og væl hild­nar. Bústaðarmøguleikar hjá øllum borgarum Tórshavnar kommuna má hava ein virknan leiklut í ar­beiðinum at tryggja ein hósk­andi og vælvirkandi bú­staðarmarknað hjá øll­ um borgarum í komm­un­uni. Talan er sjálvandi fyrst og fremst um býar­skip­anar­a­r­ beiðið og aðra til­rætt­is­leggj­ an, men komm­unan eigur eisini at vera opin fyri at virka í tøtt­um samstarvi við aðrar mynd­ugleikar, fígg­ingar­ stovn­ar, vinnulív o.fl. um ávís mál, t.d. lestrarbústaðir og eldra­bústaðir, bústaðir til einsa­mallar uppi­haldarar, ungar barna­familjur og fólk við serligum tørvi. Lív og virki aftur í miðbýin Stórur partur av miðbýnum í Havn er at kalla steindeyður uttanfyri skrivstovutíðirnar. Her má annað skinn takast um bak. Býarskipanin fyri miðbýin má dagførast, og ein framtíðarrættað ætlan gerast, ið tryggjar at bæði bústaðir, handil og vinnulív, almenn fyrisiting og tænastu- og mentanartilboð fáa inni­vist. At framtíðartryggja ferðslu­ viðurskiftini í miðbýnum er ein týðandi partur av hesum. Lív og virksemi má mennast á havnarlagnum. Burðardygd og­ nýhugsan í hásæti Ætlan fyri burðardygga menn­ing av kommununi eig­ ur at verða gjørd, har m.a. verð­ur stungið út í kortið fyri fram­tíðar vakstrar­møgu­leik­ um. Aðalmálið má vera, at Tórshavnar kommuna í verki leggur dent á burðardygga menn­ing á øllum økjum í komm­ununi. Umhvørvismál skulu eins og higartil standa frammar­ laga hjá einum nýggjum bý­ ráði. Neyðugt er at menna nýggjar varandi orkuveitingar til at hita bústaðir okkara við. kommunuval 2012 20 bíligar íbúðir á Óðinshædd Tað er sanniliga stórt, at vit nú loksins kunnu fara undir at byggja bíligar íbúðir í Havn. Á býráðsfundi hóskvøldið verður nevniliga endalig støða tikin til at avhenda Húsa­lánsgrunninum¬ – nú Bústaðir, grundstykki á Óð­ ins­hædd til íbúðar­bygg­ing. Hetta hevur verið drúgv til­ gongd at koma her til. Reglu­ verkið um bygging av leigu- og lutaíbúðum er ikki heilt so greitt, sum ynskiligt er. Sum forkvinna fyri sosialu nevnd havi eg áhaldandi havt málið frammi, og tað er tí eisini við gleði, at tað nú brestir fyri nev, so at bústaðarmarknaðurin í Havn kann fjøltáttast. Við góða samstarvinum, sum Tórshavnar komm­una hevur við Húsaláns­grunn­ inum – nú Bústaðir, verða hesar fyrstu 20 bíligu íbúð­ir­ nar klárar at flyta inn í um 1-2 ár. Hetta er bert fyrsta stigið. Arbeitt verður ítøkiliga við at byggja 35-40 leigu- og luta­ íbúðir í Mattalág, og uppi í Berjabrekku aðrar 60-70 íbúðir. Tað vil siga, at um eini 4-5 ár eru í minsta lagi 100-120 bí­ligar luta- og leiguíbúðir í Havn. Vit vita øll, at ein íbúðar­ marknaður, sum er tillagaður fjølbroytta tørvinum hjá eitt nú barnafamiljunum, teim lesandi, teim eldru, teim støku og ikki minst teimum við serligum avbjóðingum, er fyrsta fortreyt fyri fólka­ vøkstri og harvið búskapar­ vøkstri. Hesum havi eg arbeitt hart fyri, og eg fari at leggja alla orku í, at allar hesar íbúða­ byggingar verða framdar í komandi býráðs­skeiði. Tær eru neyðugar, tí ein hóskandi bústaður saman við góðum trivnaðartilboðum gevur framburð. Ein kommuna á vandakós Ein fantastiskur faldari frá javnaðarflokkinum og borg­ meistaranum datt júst inn um dyrnar. Við vøkrum myndum sígga vit allar íløgurnar, sum framdar eru seinastu árini , og víst verður á fleiri nýggjar ætlanir, sum eru á veg, m.a. er eitt spildurnýtt ráðhús tekn­ að mitt í býnum í øllum æla­ bogans litum. Eg haldi tað er rætt, at Tórs­havnar Kommuna áhald­andi ger íløgur, har tað er neyð­ugt. Men tað er við einari treyt, og tað er, at íløgu­ferðin ikki verður skjót­ ari, enn ráðini eru til. Og nú eru greiðar ábend­ingar um, at ferðin hjá komm­ununi hevur verið í hægra lagi. Í 2004 var kommunu­skatt­ urin í Tórshavn 18,75%. Tvey ár seinni hækkaði skatturin við einum prosentstigi til 19,75. Har stóð prosentið fast í 4 ár, men í 2010 hækkaði skatt­urin so aftur upp til 20,75% Sambært rakstrarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu verða skattainntøkurnar í ár 656 mió , harav sjálvur kommunuskatturin verður 630 milliónir. 1 prosent í komm­unuskatti gevur so­ statt umleið 30 mió í meir­ inn­tøku. Vit hesum tølum kunnu vit rokna okkum fram til, at Tórshavnar Kommuna nú tekur umleið 60 mió meira inn árliga frá borgarunum enn gjørt hevði verið, um skattaprosentið var óbroytt. Talan er sostatt um fleiri hundrað mió, sum komm­ unan hevur fingið í meir­inn­ tøkum við at hækka skatta­ prosentið. Eitt er at Tórshavnar Kommuna hevur kravt alt hetta afturat frá borgarunum, men verri er, at kommuna harumframt hevur átikið sær eina skuld, sum sambært fíggjarætlanini við árslok 2012 kemur uppá 226 mió. Tórshavnar Kommuna var skuldarfrí, tá núverandi sam­ gonga tók við. Okkurt bendir á, at vit eru á vandakós. Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2013 man vera fallið mongum komm­unu­ politikara fyri bróstið. Mangur man hugsa, um landið við slíkum fram­ ferðarhátti, ið kroystir kommunurnar longur og longur aftur eftir hæli, ikki er í ferð við at forkoma møguleikanum fyri, at øki sum eldraøkið og skúlaøkið verða yvir­ tikin. Sambært fíggjar­lóg­ ar­uppskotinum verða eitt nú gjøldini til komm­ unur­nar fyri børn á sam­ døgurs­stovni hjá land­ inum nærum tvífaldað. Sum KSF hevur gjørt vart við, er hetta brot á avtaluna millum land og kommunur í samband við, at kommunurnar yvir­tóku part av barna­ verndar­økinum. Hetta inniber eisini, at komm­ unurnar koma at bera stóran part av útreiðsl­ unum á einum øki, sum tær formliga onga ábyrgd hava av, tí stovns­økið hjá landinum er sjálvsagt lands, ikki kommu­nalt. Var ikki meira heiður­ligt, um Al­manna­mála­ráðið fór í sam­ráðingar við komm­unurnar um, at komm­unur­nar yvirtaka stovns­økið, tá landið eftir øllum at døma í veru­leikanum vil hava minni og minni ábyrgd av hes­um øki? Vantandi fólkaræðis­ liga virðingin fyri komm­ ununum kom í hæddina í sambandi við uppskot um broyting av skattalógini og rentulógini (mál nr. 36/2012 og nr 38/2012) við tí avleiðing, at komm­ un­urnar frá 2013 skulu gjalda 2,5% meira av rentu­stuðlinum. Hoyr­ ings­freistin varð sett til 10. oktober, men kort­ ini fóru málini til 1. við­gerð í løgtinginum longu áðrenn henda dag. Hetta boðar frá, at lands­ stýrið bara hoyrir sum ein for­mali­tet, utt­an at meiningin hjá hoyr­ings­ pørtum sum komm­un­ unum í veru­leikanum hevur nakran sum helst týdning ella áhuga. Av tí orsøk, at landið nú innan fleiri øki sker rakstraútreiðslurnar á al­mannaøkinum heilt inn á bein, so verður vandi fyri, at støðan verð­ur, at landið kann siga sum so: “Hetta er tað, sum tað kostar at hjá kommununum at yvirtaka eitt nú eldra­ økið”. Men av tí, at hetta útreiðslu­støðið ikki er reelt, kemur ov lítið av peningi at fylgja við, tá og um yvirtøkurnar vera framdar. Harvið kann tað fara at taka ár og kosta munandi út­ reiðslur at byggja t.d. eldra­økið upp aftur til eitt rímiligt støði. Alt í alt ein lítið hugalig støða hjá kommununum. Í londunum kring okk­um verða stórar politi­skar avgerðir frá landsins síðu bara tiknar eftir, at landið (staturin) hevur samráðst við komm­unurnar og teirra felagsskapir, og báðir partar er komnir til eina semju. Onki av hesum kenna vit. Hjá okkum fremur landið sum oftast sína søk einsíðugt, ella tað vera gjørdar avtalur, sum ikki verða hildnar kortini. Meira enn nakrantíð er neyðugt at manna býráðið við valevnum, sum taka kommunala sjálvræðið í álvara og vilja verja kommununa ímóti hesum ágangi. Tekur tú undir við hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum í november. Levi Mørk Hjartarúm og húsarúm Marin Katrina Frýdal býráðslimur fyri Tjóðveldi www.marinkatrina.fo Halla Samuelsen býráðslimur og valevni Javnaðarflokksins til Tórshavnar býráð Finnbogi Arge Skráplan