fríggjadagur 2. november 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Janus á Ryggi
Sitandi
amerikanski
for
setin hevur ført ein meiri
samstarvssøkjandi politikk
í altjóða viðurskiftum enn
undangongumaður hansara
George W. Bush, ið gjørdist
kendur fyri sítt aggressiva
solospæl á heimspallinum.
Men sambært republikanska
valevninum Mitt Romney
hevur politikkurin hjá Barack
Obama sett USA í vanda – um
USA ikki leiðir heimin, skulu
vit vænta okkum at onkur
annar kemur ístaðin, ljóðar
republikanski retorikkurin.
Mitt Romney hevur tí
undir valstríðnum tekna eina
mynd av sær sjálvum sum
ein sterkari leiðari enn sit
andi forsetin. USA skal brúka
meiri pening til hernaðar
megi og vera meiri støðufast
yvirfyri sínum fíggindum, er
boðskapurin frá honum, nú
tað av álvara styttist til for
setavalið. Og í retorikkinum
hjá Mitt Romney, eins og
hjá mongum undanfarnum
amerikonskum politikarum,
hómast religiøsir undirtónar
– hugtøk sum t.d. lagna og
skylda verða brúkt til at lýsa
amerikonsku serstøðuna í
heiminum. Bert USA er ført
fyri tryggja frið og frælsi í
heiminum, er moralurin.
Her spælir Mitt Romney
upp á væl kendar tangentar,
tí ein nógv brúktur ideolog
iskur tráður ígjøgnum ameri
konsku søguna hevur verið,
at USA, eins og gamla Ísrael
í halgu bók, hevur eina ser
staka guddómliga uppgávu
í heiminum. Barack Obama
hevur svara aftur við at vísa
á, at eisini hann stendur fyri
einum stórslignum USA, sum
skal leiða heimin. Men hesum
máli skal USA røkka við
øktum diplomati og øðrum
enn bert hernaðarligum íløg
um.
Óttin fyri víðgongda Bush
leistinum er gott grundarlag
hjá Barack Obama fyri at
promovera hógv og samstarv
í hernaðarmálum, eins og
hann gjørdi, tá Muhammar
Gadaffi í Libya skuldi setast
frá.
Men
hvørki
Barack
Obama ella Mitt Romney
ivast í amerikonsku serstøð
uni – eisini í 21. øld.
Paranoid supermakt?
USA er framvegis máttmikl
asta hernaðarmegi í heim
inum og hevur hernaðarligar
miðstøðir kring allan heim.
Onkur meting sigur heili
1000
hernaðarmiðstøðir
uttanfyri
USA.
Kritiskar
røddir spyrja, um hetta ikki
er ein fullkomiliga misskilt
trygdarstrategi, tá vit hava
í huga, at núverandi terror
hóttanin er av heilt øðrum
slag enn upprunin til hesa
heimsumfatandi hernaðar
ligu nærveru – kalda krígg
ið? Harnæst ber til at spyrja,
hvaðani trongdin eftir at
vera nummar eitt í heim
inum kemur? Svarið frá Mitt
Romney í seinasta kjakinum
við Barack Obama var einfalt:
You never know. Hóttanir
amerikanarar einki kenna
til í dag, kunnu skjótt gerast
viðkomandi. Ótti og trygdar
kensla eru, sum vant, stórir
partar av hernaðarvisiónini.
USA er tí nógvu seinnu ár
ini ofta samanborið við gomlu
hjálandaveldini,
sum
eitt
nútímans imperium við ein
ari fatan av sær sjálvum sum
eitt slag av heimsløgreglu –
ið skal tryggja frið og frælsi
í øllum heiminum - og sum
hernaðarliga tilskilar sær
Hvør stýrir
heiminum?
Politikkur Hugsanin um eina nærum guddómliga
serstøðu í heiminum stingur djúpt í amerikanskari
mentan. Men við søguliga høgari skuld, methøgum
arbeiðsloysi og viknandi støðu í heimsbúskapinum
stendur ímyndin hjá heimsins einastu supermakt av
álvara sína roynd. Hóast tað lova forsetavalevnini bæði
at endurreisa amerikanska stórleikan í heiminum
Ein nógv brúktur ideologiskur
tráður ígjøgnum amerikonsku søguna
hevur verið, at USA, eins og gamla
Ísrael í halgu bók, hevur eina serstaka
guddómliga uppgávu í heiminum