Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 rætt til at leggja seg út í viðu­rskiftini í øðrum sjálv­ støð­ugum londum, tá tað gerst neyðugt. Aloftast er ímyndin av einum imperium nega­tiv, men summi hava eis­ ini roynt at sæð eina positiva visión í hesum ser­ameri­ kanska leikluti við at vísa á, at onkur hóast alt skal vera heims­løg­regla, tá ST ikki megnar sína upp­gávu. Men hvussu er stætt við ameri­ konsku heims­makt­ini? Viknandi imperium Analytikarar eru á einum máli um, at amerikanski leik­ luturin er broyttur eftir fáum árum. Búskaparkreppa, risa­ skuld, methøgt arbeiðsloysi og kappingin við Kina gera sína greiðu ávirkan. Men júst hvat hetta merkir fast eingin semja um. Pessimistiskar røddir rógva frammundir, at USA hevur sæð endan á sín­um stórleika í heiminum, með­an onnur eru meiri hóv­ lig: USA fer framvegis at leiða, men ikki einsamalt. Harvard professarin í al­ tjóða politikki Stephen M. Walt førdi í einari sending á sjónvarpsrásini Al Jazeera fram, at leikluturin hjá USA verður heilt øðrvísi um 20 ár, enn hann er i dag. Men valds­ viknanin verð­ur, sambært honum, javn­viga í mun til teir ovur­honds­stóru trupuleikar, heim­urin sum heild stendur fyri – búskaparkreppu, al­ heims­upphiting osfv. Við øðr­um orðum fer støðan hjá øðr­um stórveldum eisini at vikna. Hinvegin stendur greitt, at USA framvegis hevur størsta búskap í heiminum og ger nógv størri íløgur í gransking og menning enn nakað ann­ að land í heiminum. Hetta er helst ein partur av frá­greið­ ingini uppá, hví t.d. Google og Facebook eru ment júst í amerikanska universitets­ um­hvørv­inum, tað seinna á Harvard. Partur av visión­ ini hjá teimum báðum upp­ still­aðu til forsetavalið eru tí júst áhaldandi íløgur av hes­um slagnum. Áður ráddi um at hava hernaðarmakt, nú er innovatión avgerandi fyri valdsstøðuna í heims­bú­ skap­inum. Eygleiðarar visa á, at so­ nevnd »soft power« – bleytt vald – uttan iva eisini verður av­ger­andi fyri, hvørt USA megn­ar at endurvinna sín stór­leika ella ikki. Talan er um eina valdsfatan, har »atdráttar­megi« eisini verð­ ur mett sum eitt slag av makt. Talan er um eitt slag av upp­gerð við gomlu hernaðar­ ligu valdsfatanina. Dømi um »soft power« eru amerikonsk brands – Coca Cola, Google, Apple – sum framvegis teljast millum mest eftirspurdu í heim­inum, umframt allar klassisku Hollywood block­ bustar­arnar og globalu ameri­konsku miðlarnar. Eitt annað dømi um amerikanska atdráttar­megi í 21. øld er, at USA fram­vegis dregir nógv flest al­tjóða lesandi til sín í mun til onn­ur lond. Talan er um ein milliarda­ ídnað, sum vindur uppá seg. Altjóða lesandi verða drigin hagar fyri at uppliva ameri­ kanska dreymin á fremstu røð, men eru samstundis við til at tryggja kappingarføri hjá USA í heimsbúskapinum við at menna vitan og gransk­ ing á hægsta stigi í USA. Við øðrum orðum ræður um hjá USA at tryggja sær, at restin av heiminum framvegis stuðl­ar amerikanskari ment­ an og virðum av sínum ein­ ting­um. Einaferð imperium, altíð imperium? Hópin av akademiskum anal­ysum eru gjørdar fyri at royna at skilja drívmegina handan amerikanskan uttan­ríkis­politikk. Tær mest kritisku rógva framm­ undir, at hóast USA nýtir stór orð og ideologiskar rætt­vís­gerð­ingar í sínum uttan­ríkis­politikki, er real­ politikk­ur altíð veruliga kjarnan aftanfyri – hóast hon kann vera væl goymd. Sambært Michael Parenti, USA skeptikara og rit­høv­ unda at bókini »The Face of Imperialism«, ber til at vísa á eina reyða linju í øllum ameri­ konskum uttan­ríkis­politisk­ um atgerðum – gerst eitt land ein hóttan fyri ameri­ konsk seráhugamál, er hetta nøktandi orsøk fyri at­gerð­ um. Tað verið seg búskapar­ ligum ella hernaðarligum. Irak kríggið er, sam­bært honum, fremsta dømi, tí at hóast landið í veru­leik­anum ikki var nøkur hernaðar­ hóttan og hevði stóran áhuga fyri at samstarva við ameri­kanska marknaðin, var landið ávegis at gerast valds­mikið í regiónini og setti amerikonsk áhugamál í vanda. Sambært Michael Parenti er politisk realisma ein­falda frágreiðingin uppá, hví USA er so selektivt við sínum inntrivum í onnur lond. Men eygleiðarar vísa á, at vit ikki skulu vænta nakrar stórvegis hernaðarligar verk­ætlanir á altjóða pall­ inum frá amerikanskari síðu komandi árini. Búskapar­ støðan og misnøgdi ameri­ kanski veljarin tarna øllum amerikonskum stór­lætis­ projektum uttan­lands. Og tónin frá forsetavalevn­inum gevur eisini ábendingar um so­nvenda »nation building at home« komandi árini. Og hóast Mitt Romney og Barack Obama royna at selja hvør sína uttanríkispolitisku visión, stendur greitt, at nógvir líkskapir eru. Eitt nú tykjast báðir stuðla nýtstl­ uni av sonevndum drones – ómannaðum bumbu­flog­ førum, ið hava elvt til stóran sivilan skaða við nógvum atfinningum frá heims­ sam­felagnum. Men sum frá amerikanskari síðu, eru ein roynd at transformera hernaðar­virksemið og tryggja hernaðarliga kapp­ ingar­førið. post@sosialurin.fo Hvaðani kemur trongdin eftir at vera nummar eitt í heiminum? Svarið frá Mitt Romney í seinasta kjakinum við Barack Obama var einfalt: You never know! Hóttanir amerikanarar einki kenna til í dag, kunnu skjótt gerast viðkomandi heimsløgregla USA er nógvu seinnu árini ofta samanborið við gomlu hjálandaveldini. Eitt nútímans imperium við einari fatan av sær sjálvum sum eitt slag av heimsløgreglu – ið skal tryggja frið og frælsi í øllum heiminum – og sum hernaðarliga tilskilar sær rætt til at leggja seg út í viðurskiftini í øðrum sjálvstøðugum londum, tá tað gerst neyðugt