Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikukvøldið vórðu koll­ firðingar bodnir til bý­ ráðskafé hjá Lista E. Teir møttu í stórum tali í skúlanum, har valevni listans í Kollafirði, Jákup Dam, sannførandi greid­ di frá síni stevnu við upstillingini til Tórs­ havn­ar býráð. Hann gjør­di greitt, at hann vildi umboða kollfirð­ ingar væl og virðiliga í býráðnum, men hann fór eisini at arbeiða við málum, sum viðvíkja øðrum pørtum av kom­ mununi. Mong av valevnunum á Lista E vóru eisini á fundinum. Býráðs­limir­ nir Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal høvdu hvør sína frágreiðing. Jógvan um skúlamál og havnarmál og Marina Katrina um teknisk mál. Eitt hitt fremsta mál Jákups Dam er at fá út­ stykking av grund­stykk­ j­um í lag í Kolla­firði. Har er ongin útstykking framd síðani 1990, sum er langt fyri samanlegg­ ingina. Tað hevur havt við sær, at ungfólk fáa ikki búsett seg í Kolla­ firði. Tey seta seg heldur í grannabygdunum. Hetta hevur aftur við sær, at barnatalið minkar í Kolla­firði, og tað merkir stagnasjón. Jákup Dam vil hava eina betri Bussleið, sum koyrir heldur oftari enn í dag og helst eisini inn­ anbygda. Vetrarfriðing er eitt annað mál í Kolla­ firði. Fundurin helt tað vera púra nattúrligt at fáa slíka friðing í lag. Hon kostar ikki sørt, men verður hon framd eftir nøkrum árum, so tyngir hon ikki kom­ munu­kassan so nógv í einum. Barnaansingin er eis­ ini eitt heitt mál í Kolla­ firði. Tey vilja hava ein nýggjan stovn við Botn­ ánni í staðin fyri teir stovnarnar, sum eru, tí teir eru ikki tíðar­hósk­ andi. Ungdómsmálini vóru á lofti. Har varð nevnt, at tað liggur í kortunum hjá býráðnum at skipa fyri ungdómstilboð í Kollafirði á sama hátt sum í Hoyvík og Nólsoy. Fýlst varð á, at tað hevur tikið nógva tíð at fáa gjørt loftið í ítróttar­ høllini. Pengarnir eru játtaðir, og útlit eru nú til, at innrættingin byrjar í næstum. Eitt av málunum hjá Jákupi Dam verður ferð­ slu­trygdin á bygdartveg­ num í Kollafirði. Hann er ikki nóg tryggur sum er. Bátahyljarnir trongja báðir til eina hjálpandi hond. Kommunan er komin væl áleiðis at gera kloakkirnar í Kollafirði, men er enn ikki komin á mál við víðkan av vatn­ verkinum. Eins og kollfirðingar yvirhøvur fegnaðist Ják­ up Dam um virksem­ið á Langasandi. Tað er ein sólskinssøga, segði hann. Tað hevur verið hugaligt at síggja skipini sigla inn og út eftir fjørðinum frá fiskiskapi og til fiski­ skap. Kollafjørð Pelagic hevur fingið loyvi til at byggja eina frysti­goym­ slu á bryggjuni. Tá hon kemur, fer Samskip yvir á bryggjuna á Oyrar­ eingj­um, sum er gjørd til bingjuhavn. Á Pelagic starvast stundum 100 fólk og fleiri. Á Bakkafrosti eru 50 fólk og á Samskipum 16 fólk, so nóg mikið er at takast við. Sumt hevur ligið á láni, sum átti at verið framt í Kollafirði, eitt nú fríðkan av bygdini. Sum­ mi av málunum, sum drigin verða fram, kosta ikki stórvegis pengar, helt Jákup Dam fyri, og á hin bógvin eigur Kolla­ fjørður sjálvandi sín lut í íløgunum. Orðaskiftið á fundi­ num var lívligt. Svenning helt, at tað var ein geni­ alur máti, ið Tórshavnar kommuna hevði takklað gjaldingina av Boðanes­ heiminum uppá. “Vit skylda ikki oytt oyra upp á tað, nú tað er liðugt. Betri kundi tað ikki ger­ ast.” Mánakvøldið klokkan 19 verður aftur politiskur fundur í Kollafirði. Tá hitt­ast allir flokkar í Arb­eiðs­manna­felags­ húsi­num. Kollfirðingar á býráðskafé kommunuval 2012 Havnin fyri øll! Tá ið Í menniskjum góður tokki kom út við síni frá­ greiðing um støðuna hjá barna­familjum, vóru vit uttan iva nógv sum øtaðust. At vit í okkara samfelag hava 100 tals familjur, sum liva í fátækradømi hoyrir onga­ staðni heima, og eigir ikki at koma fyri. Í frágreiðingini kunnu vit lesa, at 200 av 444 familjum, sum fingu jólahjálp í fjør, búgva í Tórshavnar kom­mu­ nu. Tað er ongin ivi um, at landspolitikarir hava ábyrgd­ ina av at støðan er so vánalig, og at onki er gjørt við henda trupulleika seinastu árini. At landspolitiski myndugleikin onki ger merkir tó ikki, at vit kommunupolitikarar bara skulu standa á síðulinjuni og hyggja at. Vit hava øll eina ábyrgd av at basa fátækra­ døminum. Betri bústaðarmøguleikar Eg fari at arbeiða fyri, at Havnin kann vera kommun­ an, sum allar familjur kunnu búseta seg í. Fyri at vera ein kommuna fyri øll, mugu vit fáa ein fjøltáttaðan bústaðar­ marknað, so einligir for­syrgj­ arar, arbeiðarafamiljur og fólk við styttri og longri út­ búgvingum kunnu seta búgv. Í Havn skulu øll hava møgu­ leika fyri at útvega sær ein bústað, tí mugu vit hava lestraíbúðir, lutaíbúðir, leigu­ íbúðir, íbúðir til støk, vardar íbúðir og eldraíbúðir o.s.v. bæði bíliga til keyps og til leigu. Vit mugu eisini fáa fleiri sosialar íbúðir í kommununi og ein sterkari sosialan profil. Eisini er tvingandi neyðugt, at vit fáa eina betri sosiala skipan við bústaðarstuðli, til tey sum ikki hava so høgar inntøkur eitt nú lesandi og stakir forsyrgjarar. Hjá familjum sum eru fíggjarliga illa fyri er bú­stað­ armarknaðurin, sum hann er í løtuni, steinur omaná byrðu, og tí mugu vit sum kommuna ganga undan og bróta uppúr nýggjum. Matarskipan á dagstovnum Í teimum 200 familjum, sum fingu jólahjálp og sum búgva í Tórshavn eru nógv 100 tals børn. Tað er ræðandi at hugs­ að sær til, at hjá nógvum av hesum børnum er tað ongin sjálvfylgja at fáa døg­verða hvønn dag. Okkara størsta uppgáva sum kom­muna og størsta hjartamáið hjá mær, er at skapa øllum børnum góð og mennandi kor. Umstøðurnar hjá hesum børn eiga at standa ovast á dagskránni tá nývaldu kom­ munupolitikkarar fara til verka eftir valið. Eg vil í øllum førum stríðast fyri, at vit fáa betra umstøðurnar hjá hesum børnum. Tilboðini vit hava til børn og ung eru eisini sera grund­ leggjandi fyri trivnaðin og menningina av okkara býi. Eitt fet rætta vegin, tá tað kemur til at bøta um um­ støðurnar hjá teimum børn­ um sum hava tað allar trupulast, er at fyrireikað og seta í verk eina matarskipan á dagstovunum, har vit tryggja at øll børn fáa góðan og sunnan mat. Havnin skal rúma øllum, øll skulu kunna seta búgv, liva og trívast í Havn. Vit sum bjóða okkum fram at stýra okkara býi eiga eisini at trygg­ja, at tey sum av ymisk­ um orsøkum hava ein truplan gerandisdag, fáa umstøður og tað hjálp tey hava tørv á. Ikki fyrr enn tá er Havnin fyri øll. Tekur tú undir við hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum í novem­ber. Jógvan Arge Býráðslimur, valevni á Lista E Levi Mørk Ljótar bygningar? NEI TAKK! Byggilistin er ein tann týdn­ ingarmesta listagreinin, sum er. Tú kanst ikki, eins og við tónleiki, sløkkja fyri byggi­ listini, um tær ikki dámar hana. Og tú kanst heldur ikki so lætt skifta hana út, tá ið hon fyrst er komin. Góð byggilist skapar trivnað og ring byggilist mistrivnað. Tí er neyðugt at byggilistin altíð er á einum nøktandi støði. Um vit í býráðnum t.d. søgdu við tykkum borgarar, at vit hava tveir bygningar, Ítróttarhøllina á Hálsi og Norðurlandahúsið, og annar teirra skal rívast niður – hvønn vilja tit varðveita? Eg rokni við, at so gott sum øll høvdu valt at varðveitt Norðurlandahúsið - júst tí, at byggilistin er á einum høgum støði. Hví eg samanberi hesar báðar bygningar? Jú, tí teir faktiskt eru líkir á tann hátt, at teir eru ætlaðir til sama endamál, nevniliga mentan­ ar­tiltøk. Munurin er bara tann, at Ítróttar (og sam­ komu) høllin á Hálsi frá 1970 eisini (serliga) er ætlað at hýsa ítróttartiltøkum. Hesin bygningur er sostatt ein “kombiloysn”. Norðurlandahúsið, sum varð bygt í 1983, varð hinvegin bygt til eittans endamál - mentanartiltøk. Hetta húsið er eitt arkitektoniskt meist­ ara­verk. Tað sæst neyvan aftur á húsinum, at tað næstan eru liðin 30 ár, síðani tað varð tikið í brúk. Hetta er prógv um, at man, tá ið tað varð bygt, ikki kom til neyð­ semju um nakað, hvørki tað byggilistarliga ella valið av byggitilfari. Mótstøðan var annars øgilig tá fyrst í 80’­unum, at tað skuldi vera óneyðugt at brúka so nógvar pengar uppá eitt mentanar­ hús. Men tíðin er broytt, og í dag gleðast vit øll um Norð­ urlandahúsið. Íløgan var jú ikki so stór, um vit hugsa um tað stóra nøgdsemið, sum er komið burturúr. Moralurin í hesum er, at vit ALTÍÐ skulu byggja vakr­ ar bygningar - uttan mun til, hvat endamálið er. Sjálvt eitt FONGSUL skal vera vakurt! Hví? Jú, tí vit skulu liva við bygningunum tey næstu hundrað árini og helst meir. Um ein bygningur er væl bygdur, heldur hann í fleiri hundrað ár. Og um hann er vakur, er hann jú allar peng­ arnar verdur. Lat okkum fara burtur frá kombiloysnum og heldur byggja professionelt og málrættað. Mín støða er tann, at allir arkitektar skulu hava javn­ bjóðis møguleika at bjóða uppá uppgávurnar, og at fak­ ligheitin skal vera í hásæti. Og tað er mín sannføring, at býráðið altíð skal hava tætt samband við borgaran, tá ið talan er um bygging. Gittarleikarin og tóna­ smiðurin Frank Zappa skal einaferð hava sagt: “Writing about music is like dancing about architecture”. Tað, sum hann leggur í hetta er sjálv­ andi, at tónleikurin skal upp­ livast. Byggilistin er onki undantak – og tann upp­ livingin skal helst vera góð. X-byggilist, X-estetikkur, X-Leivur Thomsen, ein krea­ tivur politikkari, listi E Les fleiri greinar her: http://www.politikkur.fo/ politiskar-655951816-greinar Leivur Thomsen