Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heðin Mortensen Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Kommunan er á tryggari og mennandi kós, Finnbogi Arge Finnbogi Arge skrivar grein í fjølmiðlunum, har hann pástendur, at vit nú taka 60 mió krónur meira inn árliga frá borgarunum, enn um skattaprosentið var óbroytt síðani 2004. Haraftrat er skuldin heilt vaksin okkum yvir høvdið, sigur hann. Tað er onki nýtt í hesum pástandum. Finnbogi Arge staðfestir tað sama, sum and­ støðan hevur meylað um í langa tíð, at í 2004 var kom­ munuskatturin í Tórshavn 18,75%. Tvey ár seinni hækk­ aði skatturin við einum prosentstigi til 19,75. Har stóð prosentið fast í 4 ár, men í 2010 hækkaði skatturin so aftur upp til 20,75%. Niðurstøða hansara verð­ ur tí, at Tórshavnar Kom­ muna nú tekur umleið 60 mió meira inn árliga frá borg­ arunum enn gjørt hevði veri­ð, um skattaprosentið var óbroytt. Veruleikin, sum Finnbogi Arge heilt vist kennir, er, at fyrsta prosentið kom, tí kom­ munan yvirtók útreiðslur frá tí almenna á barnaverndar­ økinum, bókasavnsøkinum og eldraøkinum = 1,1%. Skatta­ prosentið hækkaði tó bert 1 %. Hetta var gjørt sambært eini avtalu millum lands­ stýrið og kommufeløgini, landið skuldi samstundis lækka landsskattin við 1 %. Næsta prosentið kom fyri Boðanesheimið og verður sambært avtalu lækkað aftur í 2013, partvíst sum skatta­ lætti, partvíst sum ein hækk­ ing av barnafrádráttinum. So her eru allar avtalur hildnar. Lækkingin av skattinum kemur øllum borgarum til góða, meðan hækkingin í barnafrádráttinum kemur teim­um hart trongdu barna­ familjunum til góða. Harnæst er tað ikki rætt, at skuldin við árslok verður 226 mió kr., men 145 mió kr. Orsøkin er m.a., at býráðið hevur samtykt eitt lán uppá 50 mió kr, sum ikki hevur verið neyðugt at taka. Skuld­ in verður støðugt niður­gold­in. Broytingarnar verða, sum eg fleiri ferðir havi víst á, gjørdar fyri at lætta um ger­ andisdagin hjá støkum uppi­ haldarum og barna­fam­iljum. Aðrir borgarar verða ikki við sviðusoð, tí generelli skatt­ur­ in lækkar eisini. Kommunan hevur hesi 8 árini Finnbogi Arge nevnir, við Javnaraðflokkinum á odda, gjørt nógvar, bæði neyð­ugar og tiltrongdar, íløg­ ur: Vit hava bygt tveir skúlar fyri tilsamans 400 mió kr., vit hava bygt Fimi, Tórsbreyt, fleiri vallir, stuðlað og bøtt um hallir og bøtt um Tórsvøll, vit hava útbygt dagstovna­ økið, veganetið og eru komin væl áleiðis við spillvatns­ ætlanini í allari kommununi, vit hava bygt sambýli og røktarheim, byggibúgvið bú­ staðar- og vinnuøki og bøtt um fleiri týðandi tænastur í kommununi. Alt sum bygt er, er bygt við føroyskari arbeiðsmegi, ráðgevingin hevur verið før­ oysk, og føroyskir arkitektar hava staðið fyri øllum tí sum skapt er. Hetta hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin og inntøku­ grundarlagið í kommununi, men eins týðandi hevur hetta havt ómetaliga stóran týdn­ ing fyri førleikamenningina í samfelagnum. Úrslitini tala fyri seg, og eru ikki tóm vællyfti sum barnakjekkar og hækkaður botnfrádráttur, sum bert Føroya løgting kann avgera. So Finnbogi Arge, kom­ munan er ikki á vandakós. Tvørturímóti hevur kom­ mun­an hesi seinastu 8 árini verið á sunnari og mennandi kós, sum vónandi sleppur at halda áfram. kommunuval 2012 Tað stóra bankaránið Tað er ikki hissini, sum lokalu hetjurnar á A liðnum og B liðnum lova, nú tað stundar til kommunuval í høvuðs­ staðnum. Skattalættar og barnakekkar – you name it. Einki er óført. Einasta kravið hjá teimum er: Øll sum hava nokk skulu hava meir. Hetta eru Seriu A og Seriu B liðini hjá teimum, sum beint innan árslok gjørdu seg so grundleggjandi inn á pensjónsviðurskiftini hjá tí einstaka. Tey, sum brand­ skattaðu pensjónirnar hjá teimum lágløntu, fyri at geva sær sjálvum og øðrum hág­ løntum ein “tiltrongdan” lætta. Samstundis hava tey syrgt fyri, at ikki ein einasta króna av pensjónsskatti fell­ ur í kommunukassarnar í framtíðini, men bert í lands­ kassan. Eg veit ikki hví, men onk­ urs­vegna rennur sang­urin hjá punkbólkinum 200 fram fyri meg. “Tað hevur verið eitt bankarán Sera væl lagt til rættis Og teir sluppu avstað við 400 milliónum Tað var tað frekasta, eg havi sæð Teir fóru inn á alljósum degi, baby Tað var tað stóra bankaránið“ Seriu A og Seriu B liðini vilja geva øllum skattlætta, samstundis sum tey hava rænt 100 tals milliónir frá kommununum. Hvar skal peningur koma frá, spyr gløggi veljarin kanska. Enn einaferð hevur 200 rætta svarið: “Reypaði, um at vit øll skuldu fáa skattalætta allastaðni. Ja, also var tað øll, ella hvør var tað nú, sum skuldi fáa skattalætta? Ja, eg veit ikki, øll skuldu fáa ágóðan av skattalættanum. Ja, men hvar skulu pengarnir koma frá? Tað er hemmiligt, tað er hemmiligt tað er heilt forbannað hemmiligt Hemmiligt, baby” Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki kann halda fram. Mítt boð er tí: Latið vælsignaði hesar leikararnar sita uttan­ fyri 4 ár afturat. Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi. fo/hallbjorg Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga! Hallbjørg Lamhauge Valevni til býráðsvalið í Tórshavn á lista E Endamálið við økis­menn­ ing er at javnstilla økini í kommununi við út­ byggingum og menning á staðnum og lættari og skjótari atgongd til tæn­ astur aðrastaðni í kom­ mununi. Fyrsta januar 2001 vóru Kollafjarðar- og Tórs­havnar kommuna lagdar saman. Tað er ongin sjálv­ fylgja, at bara við at leggja saman við størri kommunu so gerast tæn­asturnar betri, og fleiri íløgur vera gjørdar í bygningar, vegir o.a. Tað skal gerast ein virkin innsatsur fyri at skapa verulig úrslit, og tí hevði eitt umboð úr Kolla­firði í býráðið, saman við Kollfjarða­ nevndini, verið besta fyri­treytin. Fyri meg, sum borgara í Tórshavnar kommunu, hevur tað stóran týdn­ ing, at okkara skatta­ pengar verða raðfestir soleiðis at vit øll, ung sum eldri, kunnu siga, at vit merkja, at peningurin kemur okkum ØLLUM tilgóðar! Veljarin avgerð, um meira orka og peningur kann setast av til økis­ menning, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býrað. Eg vil arbeiða fyri økismenning og fáa ávirkan á førda politikkin. Økismenning – eisini í Kollafirði Maibrith A. Hansen Valevni Sambandsfloksins í Kollafirði Nei til hitamið­ støð í Hoyvík! Ætlanin við einari hita­ mið­støð við Klingruna í Hoyvik eigur at verða tikin upp til nýggja við­ gerð – við tí enda­máli at flyta hesa burtur frá bú­ stað­arøki. Staðsetingin av hita­miðstøð við Kling­ runa í Hoyvík er ikki hóskandi – hetta fingu vit greitt staðfest á fundi í Klingruni fyri 14 døg­ um síðani, sum eigara­ feløgini skip­aðu fyri. Eg siti í dag við einari kenslu av, at vit ikki taka um­hvørvisdálking í nóg stór­um álvara. Vit fara ov lætt um árinskann­ ingar og hvat slík dálking kann elva til. Vit hava ein almennan myndug­ leika, sum ikki sær út til at hava førleika at gera slíkar árins­kanningar, og harvið meta um av­ leiðingarnar av dálking fyri liviumstøðurnar hjá borgarun­um í nærum­ hvørvinum í Hoy­vík. Eigarafeløgini skulu hava stórt rós uppiborið fyri teirra ídni í hesum máli, ikki minst tað pro­ fessionellu framløgu av einari árinskanning, har vandin fyri dálking í nær­um­hvørvinum er eyð­sýndur. Ein slík hita­ miðstøð eigur ikki at liggja millum hús, barna­ garð­ar og arbeiðspláss í Hoyvík. Hitamiðstøðin skal flytast á eitt annað hósk­ andi stað, har henda ikki er til ampa fyri borgarar í kommununi. Vit eiga at hugsa og handla grønt, tá talan er um orku­veit­ing. Annfinn Brekkstein Valevnið og býráðslimur fyri Sambandsflokkin