Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Býráðsval er, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin í Havn Eg havi verið virkin í før­ oyskum politikki í nógv ár. Varð vald í Løgtingið fyrstu ferð í 1990. Hetta var beint undan ógvusligu kreppuni í 1992, tá ið Føroyar og bank­ arnir fóru av knóranum. Tað var ein strævin men eisini spennandi tíð at vera við til at fáa Føroyar aftur á føtur. Og tað var ikki løtuverk. Serliga brúkti eg nógva orku at vera partur av banka­ kanningini. Tað var ikki burt­ urspilt tíð, tí eftir at banka­ kannin varð liðug í 1998, fingu Føroyar bæði endur­ gjald og endurreisn sum tjóð. Sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum frá 1998 til 2001 eydnaðist tað okkum m.a. at bøta munandi um fólkapensjónina hjá okk­ ara eldri borgarum, og sum tá var púrasta afturúrsigld. Og at fáa sett gongd á nýggja G-bygningin á Lands­sjúkra­ húsinum. Vit fingu eisini eis­ ini eina góða avtalu í lag við allar tær føroysku kom­mun­ urnar um at skipa dag­stovna­ økið sum kommunalt máls­ øki. Og kommunurnar sviku ikki álitið. Eisini Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eitt megnar arbeiði at tryggja øllum børnum eitt gott dag­ stovnatilboð. Tað eru bæði børn og foreldur glað fyri, og ikki minst er arbeiðs­markn­ aðurin glaður fyri tað. Henda kós skal haldast og menn­ ast. Í tveimum umførum havi eg umsitið kommunumál í landsstýrinum, og kenni tí væl til markamótini millum land og kommunu. Nógv stríð hevur verið um upp­ gávu- og ábyrgdarøki millum land og kommunu. Tað má fáa ein enda, so at samstarv verður, heldur enn ósemja. Sum landsstýriskvinna í mentamálum frá 2008-2011 havi eg brent fyri at menna fólkaskúlan, og fyri at tryggja øllum ungum eina góða og holla útbúgving. Og nógv mál vórðu rokkin. Umráðandi er at halda fast um hesi fram­ stig. Nú hevur Javnaðarflokk­ urin heitt á meg at stilla upp til býráðsvalið í Tórhavnar Kommunu, og eg havi tikið av. Tí eg brenni fyri at arb­ eiða víðari við teimum mongu málum, sum viðvíkja trivn­ aðinum hjá hvørjum ein­ støkum borgara í Tórshavnar Kommunu, líka úr Hesti og norður til Kollafjarðar. Fyri útbúgving, mentan og fyri vinnuligum virksemi – og ikki at gloyma, at fólk við vanligum inntøkum fáa ráð til at búgva í Havn. Í mínum nýggja starvi sum stjóri á Føroya Hand­ils­ skúla síggi eg hvønn einasta dag, hvussu stórur tørvurin er á at menna skipanir, sum kunnu taka um endan, tá ið t.d. ung fólk verða hart rakt av lívinum. Ein veruleiki, sum tíverri vindur upp á seg. Og vit tosa um mál, har stundir ikki eru at bíða eftir áralongum lógarsmíði. Mál sum á kommunalum stigi kunnu avgreiðast skjótt, og sum bøta um trivnað, bú­ staðarmøguleikar, ansing og umlætting og umsorgan. Fái eg álit borgarans í Havn, vil eg taka neyðug tøk, so at TÓRHAVNAR Kom­mu­ na kann verða ein undan­ gongukommuna, sum dregur fólk, útbúgving og vinnuligt virksemi til sín. Tað er fyritreytin fyri vøkstri og vælferð. Helena Dam á Neystabø Valevni Javnaðarfloksins til Tórhavnar Býráð Boðanesheimið liðugt og hvat nú? Vit í Framsókn raðfesta eldra­ økið høgt. Vit vilja vera við til at gera ítøkiligar ætlanir fyri, at tørvurin á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu verð­ ur nøktaður. Boðanesheimið stendur nú klárt til tey eldru at flyta inn í. Ongin ivi um, at hetta stórfingna heim kom í tøkum tíma. Bíðirøðin og bíðitíðin hevur verið long. Umsíðir fáa hesir eldru havnarborgarar ein virðiligan dagligdag. Tey avvarðandi eru glað og ikki minni lætnað um hjartað, tí teirra nærmastu nú fáa ta umsorgan, sum eitt slíkt heim hevur at bjóða. Men tørvurin á íbúðar­ møgu­leikum í Tórshavnar kommunu til eldri og gomul er ikki nøktaður við Boða­ nes­heiminum. Tørvurin er nógv, nógv størri enn so. Og bíðrøðin er framvegis long. Tey, sum standa í hesi røð, eru menniskju, sum øll hava tænt fyri seg í samfelagnum. Hesi sita nú og bíða eftir at koma á eitt stað, har tey kunnu hava eitt virðiligt lív. Summi ikki før fyri nakað, onnur bert einsamøll og eldri. Hesum borgarunum skulu vit hjálpa og tryggja góðar og virðiligar umstøður. Men tørvurin hjá eldra ættarliðnum er ikki altíð tann sami. Tí er neyðugt, sum tað fyrsta, at býta eldraøkið upp í 'elli' og 'røkt'. Til tey eldru, ið enn eru før fyri at passa seg sjálvan og kunnu vera við í dagliga húsar­haldi­ num, byggja vit ellisheim. Til teirra, sum hava røkt fyri neyðini, byggja vit røktar­ heim. Ein triðji bólkur er eisini. Hetta eru tey eldru, sum eru sjálvbjargin, men kundu hugsa sær ein minni bústað. Til hesi skulu vit byggja eldraíbúðir. Íbúðir, sum tey eldru antin kunnu leiga ella keypa sum eigara- ella luta­ íbúð. Megnar landið ikki at fáa endarnar at røkka saman, so má kommunan koma við rímuligum tilboðum til tey eldru. Alt annað vil hava óhepnar fylgir við sær. Tey eldru óhjálpnu føla seg til yvirs og tey avvarandi hákna undan. Vit í Framsókn ætla ikki at standa passiv og hyggja at og yppa øksl. Vit vilja, at eldraøkið skal lyftast og raðfestast høgt. Tað fara vit at gera! Kristina Ejdesgaard Framsókn Boðanesheimið letur upp Ein stór verkætlan, sum hevur verið í umbúna leingi í Tórs­havnar kom­ munu, er nú aftur í fokus. Tað er Boðanes­ heimið, tí tað er um at vera liðugt. Útbygging á eldra­ økinum hevur verið eitt av fremstu málunum í kom­mununi alla hesa øldina, men nústani kem­ur eitt úrslit, sum veru­liga munar. Kommunan keypti trønna hjá Júst Sivertsen úti við Strond so tíðliga sum í 2005 at byggja røktarheim á. Vit fóru nakað skjótt undir at leggja heimið til rættis, men broyttu kós nakrar ferðir, tí fíggingar­møgu­ leikarnir broytt­ust. Loksins varð farið undir byggingina, tá løg­ tingið sam­tykti lóg um at fíggja helvtina av kostnaðinum av hvørj­ um røktarheimsplássi, tó í mesta lagið við 700.000 krónum. Boðanesheimið, sum í hes­um døgum er um at vera liðugt og verður um viku­skift­ið sýnt fram fyri al­menninginum, er prýðiligt og framkomið, og kostar útivið 130 mió kr tilsamans. 64 fólk kunna húsast har, og tørvur er á hvørjum ein­ asta plássi. Kommunan hevur fíggjað um 90 milliónir við einum eyka skatta­ prosenti í trý ár. Ein hittinorðaður kollfirð­ ingur helt á almennum fundi mikukvøldið, at tað var geni­alt av kom­ mununi at fíggja á henda hátt. Nú heimið er liðugt, er tað goldið, og vit skylda ikki eitt oyra upp á tað! Framtøkini á eldra­ økinum enda ikki her. Alt eftir, hvussu leikur fer, verður far­ið undir at leggja skipanina av eldra­ økinum til rættis fyri framtíðina. Vit í Tjóðveldi leggja dent á, at fólk sum longst kunnu vera í egnum umhvørvi, og at heima­ tænastan verður út­bygd, so stovnsplásssini á ellis- og røktarheimum verða so fá sum møguligt. Vit leggja dent á, at út­vegaðar verða íbúðir til eldri, sum hava fyri neyðini at flyta í minni bústað við smærri skyld­ um. Útvegast skulu eis­ ini íbúðir til eldri rørslu­ tarnað, sum hava brúk fyri hjálp at klára seg. Møguleiki eigur at vera fyri bæði skipaðari og bráð­neyðugari um­ lætting við uppvenjing ella viðlíka­halds­venjing, og tænastan hjá Heil­ræði kommununnar eigur at verða útbygd. Listi E virkar fyri, at tey eldru fáa eitt blítt lívskvøld í egnum um­ hvørvi sum longst. X vid Lista E Jógvan Arge Býráðslimur og valevni á Lista E