fríggjadagur 2. november 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Kaj Leo Holm
Johannesen
Løgmaður
Ársfundur Norðurlandaráðsins 2012
Altjóða kunning
Mánadagin 29. oktober bjóðaði
Áland Føroyum og Grønlandi
til fund á Álandskontórinum. Á
skránni var upplýsandi tiltak um
EFA (European Free Alliance). EFA
er ein politiskur flokkur innan
fyri ES, sum hevur til endamáls at
geva “demokratiska nationalismu
og regionalismu” í politiskum
høpi ein møguleika fyri ávirkan
á evropeiskum stigi, av tí at sjón
armiðini hjá hesum annars ikki
verða umboðað í verandi skipan
orsakað av lítlu stødd teirra.
Fundurin var sjálvandi áhuga
verdur, men eg hugsi ikki, at tað er
nakað, sum Føroyar fara at luttaka
virkið í næstu árini. Men eg haldi
tað hevur týdning, at vit hóast tað
fylgja væl við í gongdini, hvussu
smærri tjóðarbólkar og landslutir
samstarva við tær størru og
sterkaru tjóðareindirnar í
formiliga ES-bygnaðinum.
Limaskapspurningurin
Eftir kunnandi fundin við EFA
umrøddu Føroyar, Grønland og
Áland um støðuna hjá londunum í
mun til Norðurlandaráðið. Røddir
vóru frammi um, at vit í høvuðs
heitum fáa nóg mikið burtur úr
norðurlendska samstarvinum.
Eisini úr Føroyum varð spurning
urin settur, um ikki vit fyrst skulu
tryggja, at vit gagnnýta verandi
møguleikar.
Grønlendingar hildu m.a., at
samstarvið virkar væl á mentanar
økinum, meðan tað virkar minni
væl á granskingar- og útbúgving
arøkinum.
Fundurin umrøddi eisini trygdar-
og uttanríkisviðurskifti. Semja
var um, at stórar avbjóðingar
liggja fyri framman í Arktis og í
Norðuratlantshavinum. Vit skulu
sjálvandi vera við til at verja
okkara rættindi í økinum kring
okkum sjálvi. Tí skulu vit sjálvandi
eisini luttaka í øllum viðkomandi
samstarvi á økinum á jøvnum føti
við grannar okkara.
Eg haldi grundleggjandi, at
Føroyar sjálvandi skulu vera við
alla staðni har tað ber til, og har
tað loysir seg. Eg skjeyt tí eisini
upp, at samstarvsráðharrarnir
skipa fyri einari kanning, sum skal
vísa hvat, ið virkar væl, og hvat ið
virkar minni væl hjá Føroyum,
Grønlandi og Álandi. Semja var
um at fara undir eina slíka
kanning.
Samstarvsavtala við
Grønland og Áland
Føroyar, Grønland og Áland hava
ynskt at økt um samstarvið
okkara millum í tí norðurlendska.
Eisini hava londini ynskt at styrkt
um støðuna í Norðurlandaráðnum,
Norðurlandaráðharraráðnum,
embætisnevndum o.ø. Tí hava
londini skriva undir eina sam
starvsavtalu, sum skal virka fyri at
londini fara at samstarva enn betri
í øllum liðum í tí norðurlendska
samstarvinum.
Avtalan hevur við sær, at stjórnar
leiðararnir fyri hesi londini møtast
í sambandi við ársfundin hjá
Norðurlandaráðnum. Tað sama
gera tinglimirnir í Norðurlanda
ráðnum, eins og embætisfólk o.a.
møtast fyri at viðgera mál av
felags áhuga.
Tað er eingin ivi um, at ein slík
samstarvsavtala millum hesi trý
londini styrkir bæði samstarvið
landanna millum og støðuna hjá
okkum í tí norðurlendska sam
starvinum. Føroyar hava áður søkt
um limaskap í Norðurlandaráð
num. Tað fingu vit ikki tá, men
fingu í staðin fyri “Álandsskjalið”,
sum skuldu geva okkum fleiri
og betri møguleikar í tí norður
lendska samstarvinum. Álands
skjalið hevur fimm ár á baki,
og tíðin er vorðin enn meira
búgvin til, at vit fara at arbeiða
fyri sjálvstøðugum limaskapi í
Norðurlandaráðnum. Sjálvt um
Grønland og Áland ikki júst hava
somu ætlanir enn, so kunnu
londini stuðla hvørjum øðrum í
teimum málum, sum vit ynskja
at røkka saman og hvør sær í tí
norðurlendska samstarvinum.
Marknaforðingar og
grønur vøkstur
Týsdagin 30. oktober var fundur
millum norðurlendsku forsætis
ráðharrarnar. Á fundinum varð
m.a. málið um norðurlendskar
marknaforðingar (grænsefor
hindringer) viðgjørt. Øll londini
eru samd um týdningin av, at
arbeiðsmegin, lesandi o.o. frítt
kunnu virka í øðrum norðurlandi
burtur, og ikki minst forða fyri, at
nýggjar forðingar stinga seg upp.
Hóast hetta kann tykjast einfalt,
so hevur tað víst seg at vera sera
trupult at vinna á teimum tru
pulleikum sum eru. Hetta kemst
fyrst og fremst av, at hvørt land
sær ger sínar skipanir, sum ikki í
nóg stóran mun taka atlit til hini
londini. Harnæst eru Danmark,
Finnland og Svøríki limir í ES
og Noreg og Ísland eru við í EBS
samstarvinum, har ES hevur lóg
gávuræði á fleiri týðandi økjum
hjá hesum londum. Tí kemur
tað meira enn so fyri, at ES við
sínari lóggávu kemur ótilætlað at
fremja marknaforðingar millum
tey norðurlendsku londini. Við
tað at Føroyar ikki er partur av ES
ella EBS samstarvinum, hava vit
serliga avbjóðingar á hesum øki.
Men vit hava fyri stuttum gjørt
eina ætlan, sum skal virka fyri, at
vit í størst møguligan mun vinna á
hesar trupulleikar.
Norðurlendsku forsætismálaráð
harrarnir umrøddu eisini “grønan
vøkstur” og nýggjan strategi fyri
burðardygga menning. Londini
hava øll tikið stig til at gera átøk á
økinum fyri at skapa “grønan
vøkstur”. Her er serliga talan um 8
økir, nevniliga:
1. Menna norðurlendsk samstarv
um royndarmiðdepil fyri grønar
loysnir
2. Samstarva um útbúgving og
gransking innan grønan vøkstur
3. Fremja brúkarasmidleika á tí
norðurlenska elmarknaðinum
4. Samstarva um grønar tekniskar
normar og standardir
5. Samstarva um grøn almenn
innkeyp
6. Menna tøkni og hættir fyri
ruskhandfaring
7. Fremja sameining av umhvørvi
og veðurlag í
menningarsamstarvi
8. Samskipa og styrkja fígging av
grønum íløgum og fyritøkum
Burðardygg menning snýr seg um
at gagnnýta tilfeingi og nøkta
dagsins tørvir í dag, uttan at seta í
vanda møguleikarnar hjá fram
tíðar ættarliðum. Hetta skal vera
grundleggjandi hugburðurin í
øllum, vit takast við. Norður
lendska virkisætlanin umrøður
hvussu burðardygg menning skal
virka sum tvørfakligur bindiliður.
Vit hava frá føroyskari síðu víst á,
at avbjóðingarnar í Arktis og
Norðuratlantshavi skulu
raðfestast høgt.
Føroyar greiddi eisini m.a. frá, at
tað hevði stóran týdning, nú
samstarvsráðharrarnir fara at
gera eina nýggja strategi fyri tað
norðurlendska samstarvið, og at
Føroyar, Grønland og Áland fáa so
stórt rúm í hesum, sum londini
ynskja.
Toppfundur um avbjóðing
arnar hjá tí norðurlendska
vælferðarstatinum
Týsdag seinnapart var toppfund
urin ímillum norðurlendsku
stjórnarleiðararnar. Evnið fyri
toppfundin í ár var avbjóðingar
nar hjá tí norðurlendska væl
ferðarstatinum.
Øll heimsins lond eru merkt
av búskaparkreppuni. Tó hava
norðurlond hagartil megnað
at komið ígjøgnum kreppuna
lutfalsliga snikkaleys – eisini
Føroyar og Grønland. Hetta er
sjón fyri søgn, at norðurlendsku
vælferðarstatirnir eru væl fyri,
og at vælferðarsamfelagið er
ein sterk skipan. Men kreppan
hevur eisini víst, at stjórnirnar
mugu taka truplar avgerðir, um
vælferðarsamfelagið skal koma
gjøgnum kreppuna í heilum skapi.
Vit standa frammanfyri avbjóð
ingum. Miðalaldurin hækkar og
tað verða lutfalsliga færri í
arbeiðsvirknum aldri. Ein sterkur
búskapur og føst fíggjarstýring er
neyðug. Kappingarevnini eru
undir trýsti frá umheiminum. Í
altjóða høpi hava norðanlond tó
høgan arbeiðstíttleika og lágt
arbeiðsloysi. Nýskipan av vælferð
arskipanum og strøm fíggjarstýr
ing hava eisini givið úrslit. Víst
varð á loysnir, ið kunnu byrgja
uppfyri trýstið á vælferðina. Ein
loysn er at miðja eftir at nýta
tilfeingi til íløgur í útbúgving og
lívlangari læring, heldur enn
passivari forsorg. Ein onnur loysn
er at leggja størri orku í fyribyrg
ing innan heilsuøki, og at so mong
ung sum gjørligt gjøgnumføra
teirra útbúgving. Tí burðardygdin
í vælferðarstatinum er arbeiðs
títtleikin.
Eg haldi norðurlendsku samfelags
skipanina vera heimsins bestu,
sum eg eisini vísti á í míni røðu.
Hinvegin vildi eg eisini vísa á,
hvussu strembanin eftir felags
loysnum ofta endar við loysnum,
sum hóska til flestu norðbúgvar,
men ikki allar. Samstarv millum
Norðurlond skal sjálvandi virða
smærru økini og tað, sum er serligt
og virðismikið fyri hesi.
Tá hugsað verður um framtíðar
avbjóðingarnar í arktiska og
norðuratlantisku økini, so eiga
Føroyar sjálvsagt at luttaka á
jøvnum føti við hini Norður
londini. Tá tosað verður um at
raðfesta altjóða samstarv,
verjusamstarv o.s.fr., tá skulu vit
sita javnbjóðis til borðs, tá tingast
verður um okkara egnu øki, eins
og vit skulu vera við at taka
ábyrgd saman við grannum
okkara.
Hetta ber ikki til, sum støðan er í
løtuni, so tað eiga vit at broyta.
Millum annað tí er neyðugt at
endurnýggja umsókn okkara um
fullan limaskap í Norðurlanda
ráðnum.
Samanumtikið
Ársfundurin hevði nógv áhuga
vert og viðkomandi á skránni.
Føroysku umboðini vóru sera
virkin á teirra økjum. Tað var
eisini sera áhugavert og stim
brandi at síggja og hoyra, hvussu
føroysku umboðini tosaðu øll við
einari rødd. Halda vit fram við
hesum og eini góðari samskipan
av tí norðurlendska arbeiðinum,
so eru enn betri tíðir í væntu í tí
norðurlendska samstarvinum. Vit
hava nakað at síggja fram til í
komandi tíðum.
Løgmaður hevur tikið lut í ársfundinum hjá
Norðurlandaráðnum í Helsinki. Í hesari grein fari
eg at nema við evni, sum eg havi viðgjørt saman
við mínum norðurlendsku samstarvsfeløgum.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Camilla Gunell, landsráði í Álandi og Jens B. Frederiksen
varalandsstýrisformaður í Grønlandi, skriva undir samstarvsavtaluna