fríggjadagur 2. november 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Millum onki og barnavernd
Havi jústi siti og lurta við
stórum áhuga eftir sendingini
Sjónarhornið. Í sendingini
kom millum annað fram, at
stórur saknur er á hjálp til
familjur, børn og ung, sum
stríðast við ymiskar avbjóð
ingar.
Vóni ikki, at nakar mis
skilir meg, tí eg eri ikki ímóti
at vit hava eina Barnavernd
arlóg. Sjálvandi skula vit tað,
tí tað eru tíverri altíð tey,
sum hava so stórar og álvars
ligar trupulleikar at stríðast
við, at tað er neyðugt at fáa
hjálp og fyriskipanir sam
bært Barnaverndarlógini.
MEN – tað er nógv sum
kann gerast áðrenn tað er
neyðugt við barnavernd. Í
sendingini varð t.d. nevnt, at
eitt ynski var, at møguleiki
var fyri, at kunna fara til eina
hurð, har ein t.d. kundi fáa
familjuráðgeving ella aðra
viðkomandi
hjálp.
Hetta
uttan fyrst at skula verða til
eitt barnaverndarmál.
Sum heilsufrøðingur, eri
eg von við at arbeiða við
fyribyrging og heilsufremjan
í mun til likamliga, sálarliga
og sosiala heilsu hjá børnum
og ungum, og eru tað nógv
foreldur, børn, ung og onnur
fakfólk, sum gera brúk av
hesum í gerandisdegnum.
Eitt av fremstu endamál
unum við almennari fyri
byrging er at syrgja fyri, at
trupulleikiar, sjúka o.a. ikki
uppstendur, ella um hetta
longu er komi, ikki gerst
verri. Vit vita eisini, at fyri
byrging loysir seg altíð betri
menniskjaliga og samfelags
liga, enn viðgerð ella stór
sosial inntriv/fyriskipanir.
Mítt ynski er, at Tórs
havnar Kommuna hevði eitt
tilboð til børn, ung og for
eldur, har tey kundu vent sær
til fyri at fáa hjálp, uttan at
neyðugt var at gerast barna
verndarmál. Fyrst og fremst
fyri at fyribyrgja, at avleið
ingarnar gerast fleiri og álv
arsligari enn neyðugt, men
eisini fyri at geva hjálp, ráð
geving og vegleiðing so tíð
liga sum møguligt, so ikki
gerst neyðugt við størri sosi
alum fyriskipanum. Tilboði
kundi t.d. verið ”ein hurð”,
har viðkomandi fakfólk vóru
tøk, sum foreldur, børn, ung
ella onnur kundu fingið
hjálp, ráðgeving og vegleið
ing.
Eg vil fegin gera mítt til, at
henda ”hurðin” kann gerast
møguleiki í Tórshavnar Kom
munu.
Ingvør Justinussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
á Kommunuvalinum 13.
November 2012.
kommunuval 2012
Býráðsvalið í Runavíkar kommunu
Magnus Rasmussen
Borgarstjóri
Listi A
Veruleikar í og
hugsjónir fyri
Runavíkar kommunu
(1. partur av 5)
Nú stundar til býráðsvalið og
eg eri eitt av valevnunum til
býráðið í Runavíkar kommu
nu. Eg fari at skriva 5 greinar,
sum hava hesar yvirskriftir:
1. Hvat er komið á skaftið tey
seinastu 4 árini?
2. Stutt um øki 1-3 (Kommun
al fyrisiting, Almanna- og
heilsumál og Børn og ung )
3. Stutt um øki 4 og 5 (Undir
vísing og Mentamál)
4. Stutt um øki 6 og 7 ( Tekn
isk mál og Kommunal virki)
5. Fíggjarviðurskifti og fram
tíðar fíggjarútlit hjá kom
mununi
Fyrst vil eg heilt stutt at
greiða frá, hví eg stilli upp
aftur til býráðsvalið 13. nov
ember.
• Eg havi stóran áhuga fyri
øllum kommunalum viður
skiftum og føli meg at hava
orku at taka eitt tørn afturat
• Eg havi fingið innlit og
hollar royndir tey farnu 4
árini, sum eg havi hug at
gagnnýta til frama fyri kom
mununa
• Eg ynski at vera við til at
umsita skattaborgarans pen
ing so skynsamt og trygt sum
tilber
• Eg ynski at vera við at
menna kommununa alla
staðni og á øllum økjum –
føra hana longur fram á leið
• Eg ynski at virka fyri, at
allir borgarar í øllum bygdum
í kommununi kenna seg sum
part av felagsskapinum
Hvat er komið
á skaftið tey
seinastu 4 árini?
Trupult er í stuttum at siga
frá, men eg havi valt at taka
nøkur heilt ítøkilig viðurskifti
burturúr, sum lýsa, hvat m.a.
er komið á skaftið tey sein
astu 4 árini. Eitt, sum vit eiga
at hava í huga, er, at tvey tey
fyrru árini leikaði fíggjar
kreppan í, og vóru vit oman
fyri eina álíkning alt 2009 og
part av 2010. Hetta førdi við
sær, at vit vóru undir herd
um eftirliti av Fíggjarmála
ráðnum hetta tíðarskeið og
høvdu tí skerdar møguleikar
at virka.
Hóast tað so hava vit
megnað at:
• Niðurgoldið skuld eftir
ætlan – uml. 28 mió. og
samstundis styrkt gjaldførið
væl
• Ment fyrisitingina – m.a.
sett á stovn mentanardeild
• Bygt Skúlan við Løkin
lidnan
• Byrjað bygging av fimleika
høll
• Tikið avgerð um at savna
alla framhaldsdeildina í kom
mununi saman í Skúlan við
Løkin
• Opnað býarbókasavn
• Sett á stovn forskúla á Skála
– royndarverkætlan
• Byrjað ger av fríøki millum
Skála skúla og Barnahúsið
Sellan. Ætlan er gjørd fyri
økið og byrjað er at arbeiða
eftir hesi ætlan
• Hildið fram við Gøtuni við
Toftavatn – samstarv við Nes
kommunu
• Fingið spennandi verkætlan
í Søldarfjarðar skúla – í góð
um samstarvi við Mentamála
ráðið og ALS
• Bygt Barnahúsið Sellan á
Skála endaliga liðugt
• Gjørt fyrra byggistig av
Náttúrubarnagarðinum Sólju
hjarta í Søldarfirði liðugt
• Hækkað barnafrádráttin
og innført systkinaavsláttur
• Stovnað Ungdómshús –
samstarv við Nes kommunu
• Útgoldið lán í samband við
Eysturoyar røktar- og ellis
heim
• Stovnsett Eldratilhald
• Viðvirkað til tvær byggiv
erkætlanir
–
Depil
fyri
fjølbrekað og Vardar íbúðir
fyri menningartarnað – í góð
um samstarvi við Almanna
málaráðið
• Byrjað stóra vatnverkætlan
–
framtíðartryggja
bæði
vinnulív og húsarhald fyri
vatn
• Byrjað nýbygging av vatn
brunni og reinsiverki í Funn
ingi
• Lagt framtíðarætlanir –
spillivatns-, havna-, ferðslu
trygdar- og býarætlan.
• Fingið flestu av smærru
útstykkingunum
endaliga
liðugtgjørdar
• Keypt lendi til bústaðar
bygging í Saltangará
• Útgoldið upphæddina fyri
vetrarfriðingina á Skála
• Keypt “Gulu smiðju” og økið
norðanfyri, so kommunan
sjálv kann gera av, hvat
virksemi kemur at verða har
• Gjørt fleiri sparkivallir
• Fingið okkara fyrstu stand
mynd i samstarvi við áhuga
felag
• Byrjað dagføring av Gerðis
vegi, Saltangará – høvuðs
umvæling er byrjað
• Projektera bryggju niðan
fyri Havnarskrivstovuna í
Runavíkar havn
• Gjørt útfyllingar á havna
løgum, so útbyggingarmøgu
leikar eru
• Byrjað arbeiðið við atløgu
síðu í bátahylinum á Bakka
• Byggja bryggjukant í Funn
ingsfirði í hesum døgum
• Byrjað vegagerð til nýggja
moldgoymslu - samstarv við
við Nes kommunu
• At uppfylla øll krøv, sum
verða sett í sambandi við
oljuveitingarhavnina
• Skapt fortreytir fyri farma
sigling
–
sigling
millum
Runavíkar havn og Skotland
tvær ferð um vikuna
Umframt hetta, sum eg
havi nevnt omanfyri, so eru
fleiri onnur viðurskifti og
serliga í rakstrinum, sum vit
hava sett pengar av til tey
seinastu tvey árini. Sum
dømi kann nevnast peningur
til viðlíkahald av gøtuljósum,
viðlíkahald av bygningum og
viðlíkahald og dagføring av
vegunum. Á hesum økjum er
alneyðugt at halda á við at
seta pening av, tí tørvurin er
sera stórur.
Endamál og ynski mítt er,
at
Runavíkar
kommuna
framhaldandi skal vaksa og
mennast, og at vit bjóða
okkum fram bæði í heim
ligum og altjóða umhvørvi.
Um vit veruliga skulu
hava ein sterkan og
kappingarføran høvuðs
stað, verða vit noydd at
viðurkenna, at ungdóm
urin er einasta loysnin.
Tey eru drívkraftin.
Tey góðtaka ikki stat
us quo. Tey krevja av
samfelagnum, at vit geva
teimum
rúmd,
geva
teimum rásarúm, so at
tey kunnu gleðast og
forvitnast um lívið. Um
vit ikki lurta eftir teim
um, keypa tey ein flog
ferðaseðil á netinum, og
búseta seg í einum høv
uðsstaði, ið viðurkennur
teirra ynskir.
Skipanin
Tíverri haltar politiska
skipanin aftaná. Hon
megnar ikki at fylgja
við rákinum, megnar
ikki at skapa neyðugu
karmarnar.
Í
alt
ov
langa tíð hevur politiska
skipanin verið umboða
av eldri og tilkomnum
fólkum. Fólkum, ið ikki
kenna til drívkraftina
hjá ungdóminum. Hetta
endurspeglast eisini í
politisku íløgunum.
Boðanesheimið kost
aði 100 mió. kr. Skúlin á
Argjum kostaði 150 mió.
kr. Við øðrum orðum.
Politiska skipanin valdi
at nýta 100 milliónir kr.
til eldri fólk. 150 milliónir
uppá barnafamiljur.
Hetta skal tó ikki
misskiljast, tí eg taki
100% undir við íløgunum.
Tær vóru neyðugar, tí
eftirspurningurin eftir
nýggjum skúla og røkt
arheimið var stórur, tá ið
hendan samgonga tók
við í 2008.
Tað, sum eg vil vísa
við hesum er, at í Tórs
havnar kommunu megna
vit, at gera neyðugar
íløgur, har tørvur er á tí.
Vit kunnu gera íløgur, ið
veruliga bøta um viður
skiftini hjá eldri og til
komnum fólkum. Hjá
barnafamiljunum
og
sjálvandi eisini ungdómi
num.
Íløgur í
ungdóminum
Nú er tíðin komin, til
gera íløgur í ungdómin.
Vit hava pengarnar. Vit
hava
møguleikan
at
skapa karmarnar, sum
ungdómurin tráar eftir.
Tað einasta, ið krevst,
eru nakrar røddir, ið
umboða
sjónarmiðini hjá ung
dóminum. Spurningurin
er bara: hava vit viljan?
Hava vit drívkraftina?
Stendur tað upp til
mín, gera vit íløgur í
lestrarumhvørvi, í ment
anarlívið og ítróttin og
annað, ið tryggjar okk
um móti, at ungdómurin
rýmur av landinum. Tí
ungdómurin er okkara
framtíð!
Ungdómurin
er okkara
framtíð!
Rúni Djurhuus
eykalimur hjá
Javnaðarflokkinum í
Tórshavnar býráð