fríggjadagur 2. november 2012síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til,
eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski.
• Burðardyggur fiskiskapur.
• Búskaparlig og samfelagslig menning av
fiskivinnuni.
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 201315 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg
leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini.
• Eginfígging ella onnur fígging er.
• Samstarv er við almennar og/ella privatar
samstarvsfelagar í Føroyum og/ella
uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini.
Fiskivinnuroyndir kunnu útluta til samans
4,3 mió. kr í 2013 til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innan fyri omanfyrinevndu økir við fígging
upp til 50% (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til Ítøkiligar
verkætlanir, ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugað eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu vera samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
hósdagin 15. november 2012 kl. 12:00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30 / 35 32 48
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
att.: Samskiparin í fiskivinnugransking
Postboks 347
Bókbindaragøta 8
FO 110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2013.
FISKIVINNUROYNDIR 2013
LÝSING EFTIR UMSÓKNUM
AdvokAtfelAgið við Strond 4
Yviri við Strond 4
bokS 359 · 110 tórShavn
tlf. 203040, fax. 203042
e-mail: lawfirm@lawfirm.fo
www.lawfirm.fo
Jógvan Páll laSSen · Petur even dJurhuuS
Jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi høJgaard
gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir