Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Býráðsvalið 2012 Boðað verður frá, at býráðsvalið 13. november 2012 verður kl. 10.00-20.00. tórshavnar kommuna Valt verður soleiðis: • Fólk í Havn, Norðradali, Hoyvík og Koltri, á Hvítanesi og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi • Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum • Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak • Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði • Fólk í Kirkjubø, Velbastað og Syðradali velja í skúlanum á Velbastað • Fólk í Hesti velja í bygdarstovuni í Hesti • Fólk í Nólsoy velja í felagshúsunum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Vart verður gjørt við, at valrætt til býráðsvalið hava tey, sum • hava fylt 18 ár og annars lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til Føroya løgting • standa í fólkayvirlitinum í Tórshavn í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin Ríkisborgarar úr hinum norðurlondunum kunnu, hóast teir ikki eru valbærir til Føroya løgting, velja til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum. Bert tey, sum standa á vallistanum, sleppa at velja. Um onkur er komin á vallistan, sum ikki longur býr í kommununi, sleppur viðkomandi ikki at velja. Eisini verður boðað frá, at valkort til býráðsvalið eru send teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum. Harumframt verður boðað frá, at veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða í Snarskivuni. Sjófólk, sjúk og onnur, sum ikki kunnu koma á valstaðin, kunnu boða frá í Snarskivuni, tlf. 302010, sum er opin vanliga dagar kl. 9.00-16.00. Í seinasta lagi mánadagin 12. november 2012, kvøldið fyri valið, kunnu brævatkvøður greiðast í Snarskivuni kl. 16.00-22.00. Valnevnd Tórshavnar býráðs www.sunda.fo > Telefonráðgeving > Anonymitet > Tagnarskyldu > Stundir at lurta K R E A . F O . TEL 47 80 80 www.blakross.fo Lýsið við brúktum bilum Internet