fríggjadagur 2. november 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Í gjár var oddabrak í Klaksvík,
tá nummar eitt, SÍ, vitjaði
Mjølnir sum við eins nógvum
stigum lá á øðrum plássi.
Tað var annars lítið, sum
bendi á, at Mjølnir skuldi vinna
dystin í fyrsta setti, sum SÍ
vann greitt 25-19. Í øðrum setti
kom Mjølnir tó fyri seg og vann
25-16.
Mest
spennandi
og
avgerandi settið var triðja sett.
Her var SÍ á odda ein stóran
part av settinum. Tær vóru á
odda bæði 16-11 og 21-14, men
tað endaði við at Mjølnir vann
28-26.
Hetta skuldi vísa seg, at
verða avgerandi fyri dystin, tí
í fjórða setti hevði Mjølnir fult
tamarhald á dystinum og vann
25-15.
Úrslitið
merkir,
Mjølnir
nú er einsamalt á odda í Eik-
liguni.
Mjølnir - SÍ: 3-1:
(19-25, 25-16, 28-26, 25-15)
Dómarar: Jan Hentze og
Tummas Óli Mortensen
Mjølnir vann
oddabrak
Flogbóltur Mjølnir er nú einsamalt
á odda í Eik-liguni hjá kvinnum
www.j.fo
Dystir um vikuskiftið:
Fremsta deild Kvinnur:
4/11: Neistin - Kyndil . . . . . . . . . kl. 14. 30
Atlantic Airways kappingin:
2/11: Team Klaksvík - KÍF . . . . . kl. 20. 00
4/11: VÍF - H71 . . . . . . . . . . . . . . kl. 16. 00
4/11: Neistin - Kyndil . . . . . . . . . kl. 16. 00
Pætur Albinus
Eftir at Caroline Wozniacki á
pappírinum gjørdist heimsins besti
kvinnuligi tennisspælari fyri júst
omanfyri tveimum árum síðani,
valdi hon at royna nýggjar leiðir
go fáa nýggj hugskot við at seta
nýggjan venjara. Eftir eina rimmar
stuðulsavtalu við Adidas kundi
hon í grundini velja sær hvønn
sum helst, og fall valið á spanska
Ricardo Sanchez, sum áður hevur
verið venjari hjá Rafael Nadal.
Hetta gekk als ikki væl. Hann
var bara venjari í tveir mánaðir; hon
metti ikki, at samstarvið riggaði
nóg væl, og valdi hon síðani heldur
at seta svenska Thomas Johansson,
sum áður hevur verið ímillum
heimsins bestu leikarar, í starv.
Tá ið Sanchez gjørdist venjari, var
hon fremst á heimsstyrkislistanum,
og tá ið Johansson tók við, var hon
nummar sjey. Nú er hon endað heilt
afturi á einum 12. plássi.
Venjarin ikki blíður
Ivasama gongdin hjá Caroline
Wozniacki hevur ført við sær, at
hon eisini hevur sagt Thomas
Johansson úr starvi, og vendur
aftur til eitt samstarv við pápa sín,
Piotr.
Tað er lítið at ivast í, at tað er
keðiliga gongdin, sum er orsøkin til
durafjórðingin hjá svenska venjar
anum, men Wozniacki vísir eisini
á, at hon ikki hevur sæð nóg nógv
til hansara, og at hann hevur úr at
gera við at vera kappingarleiðari
heima í Svøríki og eisini hevur konu
og børn har.
Thomas Johansson er ógvuliga
vónbrotin um at verða sagdur úr
starvi.
– Vit høvdu eina avtalu um, at
vit seinni mánaðinum skuldu seta
okkum saman at meta um sam
starvið seinastu mánaðirnar. Og so
kemur hon við hesum tíðindunum,
sum hon stuttligt nokk framvegis
ikki hevur fortalt mær, sigur
Thomas Johansson við sporten.dk.
Á rættari kós
Caroline Wozniacki sjálv ivast ikki
eina løtu í, at henda avgerðin er
tann rætta.
– Eg kenni á mær, at pápi mín
kennir meg so væl. Hann kennir
mítt spæl og veit, hvat eg dugi og
hvat eg ikki dugi. Eg kenni meg
tryggan við mín spælistíl, og hóast
tað altíð er pláss fyri at betra um
nøkur ting, so fari eg ongantíð at
venda mær frá tí spælistílinum,
sum hevur tryggjað mær so góð
úrslit, sigur Caroline Wozniacki við
Ritzau.
Nógv bendir á, at avgerðin um at
venda aftur til pápa sín sum venj
ara longu byrjar at geva úrslit. Í
gjár vann hon seg í hálvfinaluna í
Tournament of Champions í Sofia,
Bulgaria. Megnar hon at spæla seg í
finaluna, er hon aftur at finna í topp
10 næstuferð heimsstyrkislistin al
ment verður dagførdur.
albinus@sosialurin.fo
Pápin skal aftur
hjálpa Wozniacki
Tennis Danska tennisdrotningin, Caroline Wozniacki,
hevur nú givið venjara sínum, svenska Thomas Johansson,
sekkin, og vendur nú aftur til samstarvið við pápa sín,
Piotr, sum hevur vant hana frá tí hon var smágenta og
fram til hon gjørdist fremst á heimsstyrkislistanum