Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Fríggjadagur 2. november 2012 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Starvið Starvið fevnir um gransking og útbúgving við atliti at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum í føroyska samfelagnum. Lektarin skal virka fyri at menna eitt sterkt granskingar- umhvørvi, hvørs gransking skal vísa á burðardyggar møguleikar fyri at minka um nýtsluna av fossilum brennievnum. Somuleiðis skal lektarin virka fyri saman við øðrum at menna hægri útbúgvingartilboð í orku- og umhvørvisverkfrøði við serligum atliti at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum. Lektarastarvið er fast vísindastarv. Førleikar Umsøkjarar skulu hava ph.d. útbúgving og starvsroyndir, ið eru viðkomandi fyri starvið. Lektari í orkuverkfrøði Eitt lektarastarv í orkuverkfrøði á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. mars 2013 ella e$ir avtalu. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini. Umsóknir skulu sendast til við telduposti til umsokn@setur.fo ella í fýra eintøkum til niðanfyristand- andi adressu Fróðskaparsetursins. Ynskiligt er at umsóknirnar eru orðaðar á enskum. Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og Akademikarafelag Føroya. Freist Umsóknarfreist er 26.11.2012. Umsóknin skulu stílast til umsokn@setur.fo ella Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J. C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 110 Tórshavn Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar fáast hjá rektara Fróðskaparsetursins, Sigurði í Jákupsstovu, sigurdj@setur.fo og Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekani á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo. Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo Tróndur Arge Hóast Høgni er mest kendur sum miðvallari, so hevur hann eisini royndir sum miðverji. Tað eru hesar royndirnar, ið albanski venjarin hjá Pieta Hotspurs FC, kundi hugs­að sær at brúkt komandi tveir mán­ aðirnar. Høgni Madsen, sum umframt at vitja vinfólk, eisini fór at royna fótbóltseydnuna í Malta, bíðar í løtuni eftir pappírunum úr Før­ oy­um, so hann kann spæla sum amatørur í Pieta Hotspurs FC í tveir mánaðir. Ein av lyklaleikarunum í felag­ num er blivin skaddur og felagið hevur brúk fyri einum avloysara umgangandi. Talan er um ein mið­ verja úr Kamerun. Pieta Hotspurs liggur nummar tvey í næstbestu deildini nú fimm umfør eru spæld. Felagið ynskir tí, at Høgni spælir við til vetrarsteðgin, tá hann so kemur aftur til Føroyar at spæla við ÍF. Lítið felag – stórar planir Pieta Hotspurs FC er eitt lutfaldsliga lítið felag, men hevur stórar planir. – Felagið sjálvt er rættuliga litið, og áskoðarnir eru ikki nógvir til dyst, men eg skilji á lagnum at figgjarliga, so er hetta felagið væl fyri, og hava stórar ambitiónir kom­ andi árini, sigur Høgni Madsen úr Malta. Liðið er ungt og minnur Høgna um KÍ liðið, sum flutti upp í bestu deildina í 2010. – Liðið sjálvt minnir meg nógv um KÍ liðið, ið á sinni vóru í 1 deild. Ungir og evnaríkir leikarar við tveim­um ella trimum royndum leik­arum. Venjarin er Edmond Lufi og kemur úr Albania. – Venjarin er ein fyrrverandi yrkis­leikari úr Albania. Hann hevur spælt á Malta, tá hann var aktivur. Hann er seriøsur og málrættaður, og gevur mær og hinum báðum út­lend­ingunum stórt álit. Hann væntar sær nógv av mær og vil brúka meg i miðverjuni, greiður Høgni frá. Tað verða stórar útskiftingar á ÍF liðnum til komandi ár. Jan Ellingsgaard, Uni R. Petersen, Bogi Løkin og Thomas Asmussen fara allir av landinum. Tað er óvist um Karl Løkin fer sama veg Eisini skal nýggjur venj­ ari finnast fyri Flemming Christensen, sum ikki heldur fram Á vøllinum vera loysnirnar helst føroyskar sambært for­ mann­inum í ÍF. Ólavur Larsen vil tó ikki seta navn á nakran leikara, tí einki er komið upp á pláss enn. Tað er væl hugsandi er nakrir av teimum leikarunum, sum eru upp á tal hava spælt við B68 farna kappingarár. Einar T. Hansen er ein upplagdur av­loys­ ari Jan Ellingsgaard á vinstra bakki, meðan Jann Ingi Petersen gjarna eisini er eitt heitt navn í Fuglafirði. Karl Løkin hevur royndarvant í HB Køge og sum skilst gekk tað væl, men fyri kortum var venjarin, Tommy Møller Nielsen, koyrdur og tí er eitt sindur ivasamt við tí avtaluni. Høgni Madsen roynir seg á Malta, men tað liggur fast, at hann spælir við ÍF komandi kapp­ingarár. Leita eftir útlendskari venjara loysn Ólavur Larsen sigur at ÍF arbeiðir hart upp á at finna ein nýggjan venjara. Hann sigur, at teir hava kannað allar møgu­leik­arnar í Føroyum, og kanna nú eisini møguleikarnar uttan­lands. Tað eydnaðist væl í farna kappingarárið við at fáa Flemming Christensen úr Dan­ mark, – Vit leita nú eftir venjara uttanfyri landoddarnar, men finna vit ikki røttu loysnuna, so hava vit fleiri góð boð her í Før­ oyum, sigur Ólavur Larsen. trondur@sosialurin.fo Leikarar úr Føroyar – venjarin útlendskur ÍF: Høgni fingið tilboð úr Malta Fótbóltur Høgni Madsen hevur fingið tilboð úr næstbestu deildini í Malta, har tað er akut brúk fyri einum miðverja