Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 2 VIKUSKIFTI Sjokuláta Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað er niðurstøðan hjá nøkrum gransk­ arum, sum hava staðfest, at sjokoláta ger blóðkørini betur før fyri at víðka seg og at draga seg saman, samstundis sum hon avmarkar møguleikan fyri, at blóðpláturnar savna seg í klumpar, so­ leiðis sum ofta er hjá teimum, ið hava veikt hjarta. Granskararnir hava hildið eygað við 20 sjúklingum, sum hava veikt hjarta, og sum hava fingið sjokolátu hvønn dag í fýra vikur. Aftan á tær fýra vikurnar kundu granskararnir staðfesta, at blóðkørini virk­aðu munandi betur hjá teimum, sum høvdu etið sjokolátu við flavonolum, enn hjá teimum, sum høvdu etið sjoku­látu uttan flavonolum.. Gorm B. Jensen, sum er granskingarleiðini hjá danska hjartafelagnum, er sera fegin um úrs­litið. – Hetta er sera jaligt. Kanningin kundi bent á, at fólk við veikum hjarta fáa ágóða av at eta sjokolátu, men hin­ vegin sigur kanningin einki um, hvussu teir kannaðu sjúklingarnir vóru fyri, sigur hann. Gorm B. Jensen ásannar, at úrslitið er jaligt fyri hjartaveik fólk, men hann vísir í sama viðfangi á, at enn er ikki kannað, hvussu sjokolátan ávirkar lívsgóðskuna hjá sjúklingunum annars, viðgerðartørvin, ella hvussu leingi teir liva. Skal greiði fáast á hesum, er neyð­ ugt við einari kanning við nógv fleiri sjúklingum og yvir eitt longri áramál, sigur hann. Neyðugt við rørslu Evnið flavonol er serliga at finna í myrk­ari sjokolátu, men tað er eisini í fleiri fruktum, ymsum sløgum av grøn­meti og í reyðvíni. Kanningar hava víst, at flavonol hevur gagnliga ávirkan á blóð­kørini í kroppinum og blóðrenslið – og nú at tað eisini er gott fyri fólk við veik­um hjarta. Danska hjartafelagið mælir fólki til mátahald, tá tað snýr seg um at eta sjoko­ látu, og so er tað umráðandi at røra seg. Og tað heldur ikki bara sum at siga tað at brenna kaloriurnar frá 100 gramm­ um av myrkari sjokolátu. Sam­ bært felagnum skulu fólk renna í 50 minuttir við 10 kilometra ferð um tíman, ella ganga tveir tímar og 15 min­uttir við fýra kilometra ferð um tíman, ella súkla 56 minuttir við 18 kilo­ metra ferð um tíman, fyri at brenna kaloriur­nar frá einari sjokolátaplátu um dagin. 54 krónur Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Amy Hansen / mynd: Tróndur Dalsgarð klumman Hilmar Jan Hansen Sjokoláta er ikki bert góð fyri blóðrenslið. Nú visir ein nýggj kanning, at sjokoláta við evninum flavonol er eisini góð fyri tey, sum hava veikt hjarta Um tú vilt finna útav, um eitt samfelag er gott ella ikki, er uppskriftin sera einføld. Tú skalt bara hyggja at, hvussu hetta samfelag dugir at taka sær av sínum veikastu, ið ikki sjálv makta alt tað, ið er so nógv lættari hjá teimum, ið eru sterkari. Hetta kann eisini sigast upp á ein annan máta, at tað snýr seg um at síggja, um hetta samfelag hevur eitt bank­andi hjarta á rætta stað. Eisini ber til at siga, at tað ræður um at finna sosiala med­ vitið í samfelagnum, áðrenn tú kanst siga, um talan er um eitt gott samfelag ella ikki. Í hesum døgum fylgja mong við, hvussu tað spælir av í amerikanska forsetavalinum, har valið sær út til at standa millum ein demo­kratiskan forseta við stórum sosialum med­viti øðrumegin, og ein republikanskan av­bjóðara hinumegin, ið mest er upptikin av teimum stóru tølunum – ikki minst teimum, ið fáa hansara egna kassatól at syngja. Millum annað frætta vit úr USA, at har er tað ikki ein sjálvfylgja, at samfelagið hjálpir til ella stuðlar borgararnar, og í fullum álvara sært tú fólk tala at, at landið hevur fingið eina heilsutrygd, sjálvt um hon enn er langt, langt frá tí, vit um okkara leiðir síggja sum eina sosiala sjálvfylgju. Hetta helviti av eini samfelagsskipan hava summi enntá givið navnið Guðs egna land! Og um onkrum eydnast at vinna í lívsins happadrátti, so milliónir og milliardir av dollaraseðlum fylla kassan, rópa tey tað fyri amerikanska dreymin. Íðan, so vita vit vælsaktans eisini, hvat ameri­kanska marran man vera fyri nakað! Jú, lætt er at sita í fjálgu Føroyum og viga USA! Men samstundis er okkara samfelag farið at líkjast alsamt meira hesum, at tað ræður um at leggja inn undir seg sjálvan og so skíta á hini. Í øllum førum er tað signalið, ið verður sent borgarunum frá teimum ráð­ andi, sum í fullum álvara halda, at tað finst eitt serligt stað í himmiríki fyri tey, ið ikki tíma at hugsa um næstan – uttan tá rovini skulu býtast! Nei, tað man vera skeiv adressa, ha? Hesi vælbjargaðu á ovastu politisku rók, ið opinbart slett ikki vita av, at okk­ urt eitur lívsins skuggasíða, skuldu sloppið at livað fyri 54 krónur um dagin! So høvdu tey kanska hugsað sín fyrsta sosiala tanka í hesum lívinum og funnið útav, at hatta serliga plássið, sum bíðar í tí komandi, slett ikki er í himmiríki, men onkra heilt aðra­staðni… So segði hann... Sjokoláta eisini góð fyri veikt hjarta Eg møti ikki langt áðrenn venjingarnar longur og eri millum teir fyrstu avstað. Soleiðis plagdi tað ikki at vera, men tíðirnar broytast. Fótbóltsspælarin Súni Olsen, sum hevur fingið egna familju Kanning bendir á, at fólk við veikum hjarta fáa ágóða av at eta sjokolátu