fríggjadagur 2. november 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
4
VIKUSKIFTI
fjøll
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast Árni Jakobsen er vorðin ímyndin
av hesum hópinum av kvinnum og
monnum, sum ganga á ovastu tind
unum í landinum, hevur tað ikki altíð
verið so. Tað var fyri tveimum árum
síðan, at hann á einum fjalltúri í Kunoy
í 2010 fekk brell at ganga í føroyskum
fjøllum.
Tá Árni gongur í fjøllunum, er tað
sum oftast saman við øðrum. Fjalla
hópurin er sera fjølbroyttur við bæði
kvinnum og monnum, sum øll hava tað
til felags, at teimum dáma væl at ganga
í føroysku fjøllunum, tí hevur Facebook
verið ein hentur miðil til at boða frá tá
túrar eru á skránni. Tað eru nógv, sum
eru løgst afturat bólkinum hóast ikki
øll eru líka aktiv.
– Eg havi varhugan av, at áhugin er
stútt vaksandi. Føroyingar hava altíð
gingið í fjøllunum og verið burturi í
haga, men alt fleiri vanlig fólk ganga í
fjøllunum. Vit stovnaðu bólkin á Face
book at umrøða fjalltúrarnar, og í tí
bólkinum hava fleiri funnið saman um
at ganga í fjøllunum.
Myndir eru javnan at síggja frá túr
um, har fólk hava klovið upp á vakrar
tindar kring landið. Summir fjall
gangarar eru sera royndir. Millum teir
royndastu eru Djóni Kunoy, Hanus F.
Joensen, Rani Nolsøe og onnur sum
saman við fleiri øðrum føroyingum
hava verið á Mount Blanc, Kilimanjaro
og Aconcagua sum er millum hægstu
fjøll í heiminum.
– At vit eru fleiri, sum hava sett
okkum høg mál, styðjar bara upp undir
áhugan hjá okkum øllum, sigur Árni
Jakobsen.
Í Føroyum eru 340 tindar skrásettir
sum fjøll (sí us.fo fjøll í Føroyum).
Higartil hevur Árni verið uppi á 336
teirra, og hann er ikki liðugur enn.
Ætlanin er nú leygardagin 3. november
at fara niðan á seinastu fjøllini, sum eru
sunnast á Sandoynni.
Seinastu árini hevur ein hugnalig
fjallasamkoma verið í Kunoy stytsta
dag, har tey verða heiðrað við heiður
brævi fyri t.d. at hava rokkið 10 teimum
hægstu tindunum í Føroyum, sum øll
eru fjøll omanfyri 800 metrar ella 100
teimum hægstu.
– Vit eru so nøkur, sum hava sett
okkum fyri at koma upp á allar tindarnar
í Føroyum, sigur Árni Jakobsen.
Í dag eru 42 fólk í Føroyum, sum
vit vita um, ið hava verið á 10 teimum
hægstu fjøllunum í Føroyum. Fimm
hava verið á 100 teimum hægstu.
Góður felagsskapur
Felagsskapurin á hesum túrum er eisini
góður, og upplivingarnar eru nógvar.
Summi leggja seg eftir at brúka túrar
nar sum venjing, onnur hava hug at
steðga á og sansa alt rundan um seg
og njóta friðin.
– Føroyar eru nógv størri og vakrari,
enn vit ofta halda. Náttúran er óspilt
Tá havnarmaðurin Árni Jakobsen leygardagin 3. november
gongur niðan á fýra teir seinastu fjallatindarnar, hevur
hann verið á øllum teimum 340 fjallatindunum í Føroyum. Hann
er helst tann fyrsti, sum hevur gjørt hetta bragd
á øllum 340
fjøllunum
í Føroyum
Árni
Árni Jakobsen og Meinhard Eliasen í fjøllunum við GPS-ara