fríggjadagur 2. november 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
5
VIKUSKIFTI
og væl umgingin. Alt bendir á, at fólk
eru umhugsin og taka upp eftir sær.
Áhugin hjá fólki fyri náttúruni bara
veksur, heldur hann.
Tað vóru nakrir havnarmenn, sum
gingu regluliga túrar í føroysku fjøllum
í 60- og 70-unum og heilt fram til 90-ini.
Í dag er bert Erik Mortensen á lívi, hinir
vóru Lias Jensen og Einar Joensen. Sum
eg havi skilt tað, vóru teir sera víða
um í skorum og á nógvum av hægstu
fjøllunum í Føroyum.
Serstakir túrar
Plássini, Árni saman við øðrum hevur
vitjað, eru sum vera man mong, men
hvat vakrasta plássið í Føroyum er, er
ilt at siga, heldur hann. Vakurt kann
vera upp á ymsar mátar í náttúruni.
Vakurt er í kavakløddu fjøllunum um
veturin, og vakurt er um summarið, tá
veðrið er av tí fagrasta. Vakurt kann
eisini vera um heystið og um várið, tí
litspælið í Føroyum er altíð ríkt.
– Summir túrar skara kanska framúr,
og skal eg nevna onkrar, má eg nevna
Kunoyarnakk, Torsskorahorn, Vesturi á
Víkum, Snubburnar og Mýling. Heldur
ikki gloymi eg túrin, vit vóru í Pálslofti,
har søgnin sigur, at Páll Fangi krógvaði
seg. Sagt er frá hesum túri á Facebook,
og hann var eisini sera hugtakandi,
sigur Árni Jakobsen.
Árni kundi greitt leingi frá vakur
leikanum í fjøllunum og vælveruni,
sum túrarnir hava við sær. Hann sigur
tó, at sjálvandi ikki er heilt vandaleyst
at ganga í brattlendi, men mong ráð eru
um, hvussu tú ber teg rætt at á fjall
túrum. Ein meginregla er, at tú skalt
ongantíð ganga beint undir einum
øðrum. Ein onnur meginregla er, at tú
mást ongantíð fara avstað einsamallur,
um túrurin er trupul. Best er eisini altíð
at siga øðrum frá, at tú fert avstað. Har
aftrat er umráðandi at hava vatn og mat
við. Tá ið man er í fjøllunum skal man
altíð vera væl klæddur við vind- ella
regnjakka. Eini góð ráð eru at brúka
ullint frá innast til uttast, troyggju,
húgvu og vøttir.
– So leygardagin er ætlanin at taka
seinastu fjøllini í røðini av føroysku
fjøllunum, tað verður ein stórtur dagur
fyri meg at náa málinum, og at kunna
siga at eg havi verið á øllum fjøllunum
í Føroyum. Tað hevur tikið mær nakað
meira enn tvey ár, og ætlanin er ikki at
stegða á. Komandi tíðina er ætlanin at
gera nakrar útvaldar túrar og kanska
geva øðrum, sum hava sett sær høg
mál, ferðalag, sigur Árni Jakobsen.
myndir: privatar
Tá Árni gongur í fjøllunum, er tað sum oftast saman við øðrum
Ikki er vandaleyst at ganga í brattlendi