Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 10 VIKUSKIFTI – Í løtuni missa vit 150 fólk á hvørjum ári. Hetta er ein ómetaliga álvarsom støða hjá landi okkara at vera í. Vit liva í einum friðarligum samfelagi. Her er einki kríggj. Eingin hungursneyð. Men kortini streyma fólk av landinum. Og kortini flyta ov fá fólk til Føroya. Soleiðis skriva ritstjórarnir Høgni Reistrup og Heri á Rógvi í nýggju bók­ ini Exit Føroyar, sum forlagið Sprotin gevur út í næstu viku. Bókin snýr seg um fólkfráflytingina úr Føroyum, hvørjar avleiðingarnar eru, hvussu fólk uppliva støðuna, og hvat kann gerast fyri at venda gongdini. – Vit hoyra nógv um álvarsomu støð­una, men ritstjórnin hevur saknað eitt filtur, sum sílar mýtur og fáfongd frá virðismiklum eygleiðingum og góð­um greiningum. Tí hava vit heitt á van­lig fólk, vinnulívsfólk, lærd fólk og polit­ikarar um – við einum jaligum hug­burði – at viðgera evnið við støði í egnum royndum. Hóast uppgávan ikki er løtt at loysa, er tað givið, at vit ikki flyta fólkatalið rætta vegin bert við at finnast at. Atfinningar eru neyðugar, men uppbyggjandi tilgongdin er av­ gerandi fyri at venda verandi gongd, siga ritstjórarnir. – Við støði í per­ són­ligum frá­sagn­um og royndum í Før­ oy­um og uttanlands vísa fólk­ini í bókini á gongdar leiðir, tí gleði­ligu tíðindini eru, at fólkaminking kann vendast til fólkavøkstur, hóast tað ikki er nøkur loyna, at tað kostar nógv­ an pening, siga teir. Her á síðunum prenta vit nøkur brot úr Exit Føroyar. Nýggj bók setur sjóneykuna á fráflytingina úr føroyska samfelagnum, og niðurstøðan er, at tað ber til at venda gongdini kann vendast til fólkavøkstur Fólkaminking lagt til rættis: Eyðun Klakstein Armgarð Arge greiðir í bókini Exit Føroyar frá, hvussu tað kennist at siga farvæl til børn­ ini, sum fara av landinum at lesa. Hugleiðingarnar eru inni­ ligar og hjartanemandi. – Sum foreldur flest hugsaði eg, hvat yrkið barnið fer at velja. Meðan tey vóru lítil og hálvvaksin, komu mær ikki til hugs ræðandi tankar um, at børnini kanska um fá ár fóru at hvørva úr mínum sjónarringi, og kanska ongantíð fóru at koma aftur at vera partur av mínum gerandisdegi, skrivar Armgarð Arge. – Her í Føroyum eru nakrar útbúgvingar, og á Fróð­skapar­ setrinum byrjanin til fleiri. Men við góðum prógvum og gyltum málum er at fara í útlagið land. Og møguleikarnir eru nógvir. Nú hevur pisan nógv í at velja. Ymiskar útbúgvingar og fleiri lond. Ísland, Noreg, Ongland, Amerika og Avstralia. Alt ber til, og eingi mørk eru – heimurin liggur víðopin fyri teimum. Aðrar mentanir, lista­søvn, onnur menniskju, matmentanir, stórir lærdir skúlar, øðrvísi veðurlag, møgu­leikar fyri at síggja onnur lond fyri lítlar og ongar pengar. – Og so kom dagurin, tá mínar pisur fóru! Av klettunum til onnur lond. Stóri, hvíti fugl­ urin hjá Atlantic Airways fór avstað við okkara pisu, sum nú endaliga var skumpað av rókini. Skumpað og skumpað er kanska í so nógv sagt. Ein mamma er jú ein mamma við stórum M, og gott er at hava fult reiður og ungarnar undir sínum veingjabreiði. Men møgu­ leikarnir hjá teimum ungu eru so nógvir og glæsiligir, so ikki kunnu vit annað enn gleðast saman við teimum, at heimurin liggur víðopin, og lívið lær. Men, sum dagurin nærkast, at ungin skal fara úr reiðrinum, verði eg fjálturstungin. Fara avstað? Frá tí trygga og góða? Frá umhvørvinum her heima, sum traðkar til, bara tað allar­ minsta er? Út í heim har so nógvir úlvar eru! – Kærleiki er at sleppa – at lata unga menniskjað sleppa avstað. Men píka, sum tað er tómt, tá tey eru farin. Tómt kamar. Hvar eru skógvarnir, láturin og fylta køliskápið? – Pipri við blonkum eygum, hvussu illa eg fari at sakna hana. Lesi í hennara eygum, at hon hugsar: »Halló, hvat hendir her?« Aðrar vinkur og næstra­ fólk ringja, jesa og eru fegnar, tí at teirra pisa hóast alt er sloppin inn á júst tann skúlan, hon ynskti sær, men »Nú er tómt.« Eg telji eftir og gerist eitt sindur skøkk, at nærum 10 ungfólk, sum eg varði av, fara avstað. Tað fer at merkjast. Koma tey nakrantíð aftur? helvtin? tvey? – Vit tosa so nógv um alheimsgerð – kanska er tað hetta, ið vit eygleiða? Pisan er farin út í heim, roynir flogið – og tað ber. Men hjá føroysku mammunum, sum sita etir, ber hetta ikki til, tí tað er so ómetaliga ringt at koma til sættis við sáran sakn. Brot úr greinini »Tá børnini flyta« í bókini Exit Føroyar Mamman sigur farvæl Høgni reistrup heri á rógvi mynd: Tróndur Dalsgarð mynd: Bárður Eklund