fríggjadagur 2. november 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
11
VIKUSKIFTI
Fólkaflytingin, sum vit eru
vitni til í dag, sigur okkum, at
okkurt er galið við trivnaðinum,
arbeiðsmarknaðinum og møgu
leikunum í Føroyum.
Tað skrivar Erika Hayfield
í bókini Exit Føroyar. Hon
hugleiðir um orsøkirnar til, at
kvinnurnar í stórum tali fara
av landinum, hvørjar avleið
ingarnar av hesum verða, og
hvat møguliga kann gerast fyri
at venda gongdini:
– Fólkafráflyting og ser
stakliga kvinnufráflyting er
størsta avbjóðingin í nýggjari
tíð, sum Føroyar standa yvir
fyri – og okkum vantar enn at
síggja veruligu avleiðingarnar.
Tær koma – og fara at raka
meint, um vit sita hendur í
favn. Framrokningar vísa, at
um fjøruti ár verður aldurs
samansetingin so skeiv í
Føroyum, at fólkatalið kann
minka burtur í nærum einki. Tá
verður søgan um Føroyar ein
søga um nakrar fólkatómar
klettar, sum einaferð vóru
eitt blómandi oyggjaland.
Tørvur er á langtíðar ætlanum,
og greitt er, at ábyrgdin hjá
politisku leiðsluni og okkum
sum samfelag hevur kanska
ongantíð verið størri enn júst
nú.
– Tað er givið, at eingin
løtt loysn er upp á stóru
avbjóðingina at steðga frá
flytingini – og eisini at skapa
fólkavøkstur. Sjálvsvirði
føroyinga er eisini í kreppu,
men tað er umráðandi, at
vit varðveita trúnna upp á
framtíðina og byrja at venda
gongdini. Tað er einki at
ivast í, at ovasta politiska
leiðslan í landinum hevur
bæði ábyrgd og myndugleika
at taka fyrsta stigið. Alt ov
leingi hevur samfelagið verið
vitni til stuttskygdar av
gerðir og vantandi langtíðar
loysnir. Tað finnast tó ongar
stuttfreistaðar avgerðir, sum
kunnu loysa trupulleikan við
fólkafráflyting. Visjónir, saman
við eini langtíðarætlan fyri at
skapa fólkavøkstur, serliga av
kvinnum, eru neyðugar – og til
tess krevjast breiðar politiskar
semjur, sum fevna um fleiri
valskeið.
Útbúgving
og gransking
– Tríggir hættir eru at skapa
fólkavøkstur – her ítøkiliga
kvinnuvøkstur. Útlendskar
kvinnur kunnu eggjast at fyta
til Føroya, útisetar kunnu
lokkast heimaftur, ella kvinnur
kunnu verða eggjaðar til at
verða búgvandi í Føroyum.
– Vit vita, at nógv teir
flestu ungu føroyingarnir,
sum flyta av landinum,
gera tað, tí antin tey sjálv
ella makin fer undir lesnað.
Harumframt vísti kanning
hjá Norðuratlantsbólkinum
frá 2008, at ein triðingur av
teimum, ið flyta til Danmarkar
at nema sær útbúgving, høvdu
tikið partar av útbúgvingini í
Føroyum, um útbúgvingin varð
bjóðað út her heima. Hetta
sigur okkum, at nógvir úti
setar høvdu búð í Føroyum,
um eitt nóg fjølbroytt útboð
av útbúgvingum var her. Tí er
tað eingin ivi um, at ein miðvís
uppraðfesting av hægri útbúgv
ingum og vitan er neyðug.
– Møguleiki eigur eisini at
vera at taka fyrsta part av einari
hægri útbúgving í Føroyum. Tað
vísir seg, at jú seinni ungfólk
flyta úr Føroyum fyrstu ferð,
tess hægri eru sannlíkindini
fyri, at tey vendur aftur. Hetta
hongur kanska saman við, at
ung, ið fara undir hægri lesnað í
Føroyum, gerast nøkur ár eldri.
Harvið eru sannlíkindini størri
fyri, at tey hava funnið sær
maka og møguliga fingið børn.
Hetta eru eisini viðurskifti, sum
gera tilknýtið til Føroyar størri.
– Umframt hægri útbúgv
ingar, er neyðugt at upprað
festa gransking og skapa
serligar umstøður til nýggjar
vitanartungar vinnur.
– Um ung skulu velja at
búgva í Føroyum, er umráð
andi við fjølbroyttari bústaðar
møguleikum.Støðan í dag er ikki
haldbar. Vit eru í kapping við
onnur lond, serliga Norðurlond,
sum hava eina vælferðarskipan,
sum er sera lokkandi hjá ungum
familjum. Tað er eyðsæð, at
Føroyar hava ongan møguleika
at kappast á øllum økjum. Tó so
er tað grundleggjandi, at ung
fólk hava møguleika at tillaga
bústað og útreiðslur eftir støðu
síni, antin talan er um ungar
barnafamiljur ella fólk undir
útbúgving.
– Givið er, at útbúgving,
vinna, bústaðarviðurskifti og
arbeiðsmarknaður ikki eru tey
einastu viðurskifti, ið kunnu
venda gongdini. Tey eru tó
so mikið grundleggjandi, at
hesi viðurskifti í sjálvum sær
veruliga gera mun. Tí har
lestrarmøguleikar og starvs
møguleikar eru, har eru fólk.
Brot úr greinini »Meðan kvinnurnar
rýma« úr bókini Exit Føroyar
Amy Hansen roynir at finna
fótafestið í Føroyum, eftir at
hon í august flutti heim til
Føroya at búgva. Við henni eru
eisini tær báðar yngru døturnar,
meðan tann elsta er eftir í
Danmark.
Amy veit, hvat tað er at
flyta millum Føroya og Dan
mark, tí hetta er aðru ferð,
at hon flytur. Tær hava búð í
hjartanum í Keypmannahavn,
í hesum umfarinum í trý ár, og
ætlanin er, at ein íbúð í mið
býnum í Havn verður karmur
um familjulívið komandi
tíðina. Amy skal sum einligur
forsyrgjari royna at fáa ein
gerandisdag í føroyska høvuðs
taðnum at bera til.
– Eg eri komin heim orsakað
av yngru døtrunum. Tað er ein
týðandi lutur í uppvøkstrinum
hjá teimum, at tær kenna pápa
sín og familjuna, tí tey eru
helvtin av teirra samleika. Eg
havi tó tryggjað mær, at finna
vit ikki eydnuna her, so flyta
vit aftur. Fyri meg persónliga
er tað eingin ivi um, at tað eitt
afturstig at flyta heimaftur,
men eg kann ikki bara hugsa
um meg sjálva. Fyri teirra skyld
gevi eg tí ein kjans, sigur Amy
Hansen í samrøðu í bókini Exit
Føroyar.
Í samrøðuni greiðir hon frá,
hvussu hon hevur upplivað
munin millum lívið í føroyska
samfelagnum og í danska
høvuðsstaðnum. Danska sam
felagið og danski mentaliteturin
hóvar Amy, veðurlagið við, og
so kennir hon seg drigna av
einum fleirmentaðum samfelag,
har hon heintar íblástur til sítt
kreativa virki.
Amy hevur útbúgving sum
fotografur, og í Í summar gjørd
ist hon liðug við útbúgving sína
innan e Design á KEA, ið er
Vinnuháskúlin í Keypmanna
havn. Útbúgvingin snýr seg
í høvuðsheitum um fíggjar
stýring, marknaðarførslu og
íverksetan.
– Í grundini vil mann bæði,
hóast annað dregur meiri, sum
Danmark í mínum føri. Hevði
mann kunnað, so hevði mann
havt eitt bein í hvørjum landi.
– Í Danmark møti eg einari
rúgvu av fólki, sum geva
mær íblástur. Har føli eg, at
eg mennist alla tíðina, ikki
minst av teimum spennandi
avbjóðingunum, eg allatíðina
royni at finna. Útheimurin hevur
so nógv spennandi at bjóða.
– Í Føroyum er alt tað sama,
tað keðir meg, og eg kenni
tað sum, at eg steðgi upp. Alt
gongur seinni fyri seg, her er
ein annar máti at liva uppá
og ein mentalitetur, sum ikki
tiltalar meg.
Tað er eingin trupulleiki
at seta orð á, hvat Amy
Hansen dámar við danska
høvuðsstaðnum, sum hon sær
sum sín næsta heimstað eftr
Søldarfjørð.
– Eg havi altíð elskað
Keypmannahavn, alt lívið,
ið er har, og tey spennandi
menniskjuni, eg møti.
Eg elski tann anonymitetin, ið
er har; samstundis eri eg ikki
einsamøll og kann vitja fólk,
um eg havi hug til tað. Míni
nærmastu eru sum eg rætt
iliga spontan, og tað er deiligur
mótsetningur til alt tað skip
aða, sum eyðkennir Danmark,
sigur Amy Hansen.
Brot úr greinini »Eitt aftur-
stig at flyta heimaftur«
í bókini Exit Føroyar
Blómandi oyggjaland
– ella fólkatómir klettar
Amy gevur Føroyum ein kjans
mynd: Tróndur Dalsgarð