Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 14 VIKUSKIFTI við vøddum Dagurin november3. Tað er ikki júst nakrar framúr væl virkandi heilakyknur, sum Dolph Lundgren er heimskendur fyri. Men var tað ikki fyri Grace Jones og Sylvester Stallone, so hevði krútsterki sviin helst verið virdur sum granskari ístaðin fyri action-leiklutirnar á hvíta løriftinum Flogvit Clinton valdur 3. november 1992 vinnur demokratiska valevnið, Bill Clinton, á George Bush, yngra, og gerst harvið 42. amerikanski forsetin. Clinton, sum tá var 46 ár, var triði yngsti forsetin í søguni hjá USA, og hann er fyrsti forsetin, ið er føddur aftan á seinna veraldarbardaga. Clinton gjørdist sera væl umtóktur sum forseti. Hann megnaði at fáa bilbukt við hallið á amerikonsku fíggjar­ lógini, og um allan heim varð hann kendur við uttanríkispolitikk sín. Hann varð afturvaldur í 1996, men politisku avrikini komu tá at standa í skugganum av sonevndu Lewinsky-gate. Chevrolet á gøtuna 3. november 1911 fær Ford T av álvara kapping. Hendan dagin kemur fyrsti Chevrolet-bilurin á gøtuna. Síðani hetta hevur Chevrolet í 101 ár verið eitt tað kendasta merkið hjá amerikanska bilídnaðinum. Flaggskipið hjá General Motors varð uppkallað eftir Louis Chevrolet, sum um hetta mundið var ein av heimsins best rasarakoyrarum. Filmur Jákup Mørk post@sosialurin.fo Tað var ikki tilveran sum action-hetja á hvíta løriftinum, ið var tað, sum ein ungur Dolp Lundgren gekk og droymdi um. Hóast hann so sanniliga dugdi at brúka sínar vøddar, og eitt nú var tví­ faldur europameistari í Karate, so var tað fyrst og fremst við framúr góðu bók­ligu evnum sínum, at hann gjørdi vart við seg heima í Stockholm. Sum skúlanæmingur hevði hann framúr hegni, og øll barna- og ung­ dóms­árini var hann í toppi, tá lærarnir skuldu geva karakter til næmingar sínar. Pápin helt ikki altíð so nógv um tað, sum sonurin avrikaði, men sjálvur hev­ur Lundgren síðani sagt, at hetta bert hevði við sær, at hann treiskaðist enn meira. Eftir loknan fólka- og studentaskúla var tað evnafrøðin, sum hevði hansara stóra áhuga. Við einum IQ, sum sigst vera á leið 160, vóru karakterirnar í toppi á øllum økjum, og tí hevði hann ongar trupulleikar at sleppa framat bestu lærustovnunum, tá hann skuldi gera av, hvar hann skuldi lesa. Hann nam sær meira vitan á lærum háskúlum í Washington og Clemson í USA, og í tekniska instituttinum í Stockholm tók hann prógv innan evnafrøði. Eitt prógv, sum hann seinni víðkaði til eina master innan kemiverkfrøði á lærda há­skúlanum í Sydney og Australia. Sjálvandi sum besti næmingurin á skúlanum. Og umframt skúlagongdina var tað karate-ítróttin, sum hevði hansara stóra áhuga. Blaðungur hevði Dolph eisini vant judo og veklyfting, men tað var innan karate, at hann veruliga gjørdi um seg. Í 1978 hevði hann svart belti av triðja dan í Kyokushin karate. Hann var liðskipari á svenska landsliðnum í HM-kappingini í 1979, og bæði í 1980 og 1981 var hann europiskur meistari, um­framt at hann eisini vann eina sterka kapp­ing í Australia í 1982. Lokkaður av Grace Jones Tað var tó ikki ítróttin, ið hann ætlaði sær sum livibreyð, tá leiðin gekk til USA. Pápin hevði altíð sagt, at skuldi hann veruliga verða til nakað stórt, so fór hetta ikki at eydnast í lítla Svøríki. Góða útbúgvingin og framúr próvtølini vóru tó nóg mikið til at fáa møguleikan at granska á lærda háskúlanum í Boston, og so tóktist yrkisleiðin at vera løgd – men hon broyttist heilt skjótt. Lestrarárini skuldu jú fíggjast so ella so. Lundgren hevði fingið bæði ein flottan kropp og góða koreografi gjøgn­um karate-ítróttina, og við hesum í skjáttuni eydnaðist honum at fáa starv sum dansari á einum nátt­klubba í Sydney. Hetta gav honum brád­liga møgu­leikan sum lívverji hjá sangar­ inn­uni og supermodellini, Grace Jones. Sum í einum ævintýri gjørdist stjørnan og lív­verji hennara góð, og saman fluttu tey til New York, tá Jones var lið­ug við uppgávurnar, sum hon hevði í Australia. Nærum tveir metra høgi norðbúgvin var bara kendur sum sjeikurin hjá Jones, men hetta var sum eisini nóg mikið fyrstu tíðina. Jones stóð sjálv á heims­tind­unum hesi árini, og umframt til­ver­una framman fyri myndatólunum og handan mikrofonina, varð hon eis­ini biðin um at spæla ein av høvuðs­leik­lut­ un­um, tá Roger Moore setti punktum fyri síni luttøku í 007 við a View to a Kill í 1985. Umvegis nýggju vinfólkini, sum hann nú hevði funnið sær, hevði Lund­ gren sjálvur fingið hug at royna seg sum sjónleikari. Tað eydnaðist eisini Jones at finna ein lítlan leiklut til sjeikin í 007-film­inum, men tað var ikki hesin, sum gjørdist gjøgnumbrotið. Hetta kom tó longu sama árið. Sylvester Stallone skuldi í holt við upp­ tøk­urnar til Rocky IV, og hann hevði brúk fyri einum sterkum mótspælara til leik­lutin sum russiski Ivan Drago. Íalt vóru einir 5.000 vónríkir og sterkir mans, ið royndu at sleppa framat leik­ lut­inum, men valið fall á Dolph Lund­ gren. Fyrst og fremst hevði hann bæði hæddina, styrkina og utsjóndina. Og hartil var hann somikið væl fyri frá karate-venjingunum, at hann tað lá væl fyri at læra seg neyðugu koreografi’ina til leik­lutin. Skotið kundi ikki verið meira bein­ rakið. Og sjálvur var Lundgren eisini púr­asta paff um, hvussu skjótt hann brád­liga var ein filmsstjørna. – Eg fór inn í biografin sum sjeikurin hjá Grace Jones. Men tá eg kom út­aftur, var tað sum Dolph Lundgren, hev­ur Lundgren sjálvur sagt um bio-frum­sýn­ ingina av Rocky IV, sum fullkomuliga broytti lív hansara. Drago stendur eftir Hvussu evnaríkur Lundgren er sum sjón­leikari, eru helst fleiri meiningar um. Nógv halda, at hann er ov avmark­ aður, og tí ongan tíð kann átaka sær aðrar leiklutir enn stórur og sterkur action-maður. Hvussu er og ikki, so listin við leikavrikum hansara ein av teimum heilt drúgvu. Umframt leik­ lutin sum Drago, so var Universal Soldier – har hann spældi saman við Jean Claude Van Damme – kanska tann størsti. Hann hevur eisini leikstjórnað nøkr­um filmum sjálvur, og seinnu árini hevur hann tvær ferðir verið partur av rimmar-succes’ini, The Expendables, har hann sæst saman við fleiri øðrum stórum action-stjørnum frá 80’unum og 90’unum. Men fram um alt, so stendur leik­ lut­urin sum Ivan Drago eftir, tá tosaðu verður um Lundgren, ið verður 55 nú leygardagin. Meðan kalda kríggið nærkaðist end­ anum, fekk Stallone flættað eina ameri­ kanska friðarprædiku inn í framhaldið av røðini um kendasta boksaran nakran­ tíð. Og hóast vokali leikluturin var av­ markaður, so vildi tað mest sum verið ov lætt at gitt, um ljóðspurningurin í onkrari spurnarkapping snýr seg um, hvør segði »I must break you« ella »if he dies – he dies«. Dolph Lundgren í filmatiseringini av He-Man