Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-02, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2012síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 15 VIKUSKIFTI Við sínum 195 sentimetrum og 110 kilo av vøddum er Dolph Lundgren í sjálvum sær imponerandi. Og hann gjørdist ikki minni imponerandi teir fimm mánaðirnar, sum hann nýtti til fyrireikingar til leiklutin sum Ivan Drago. Ein boksari, sum skuldi prógva tað besta av tí besta frá russisku læknafrøðini. – Vit vandu seks dagar um vikuna. Ein tíma við vektum um morgunin, og seinnapartin boksaðu vit í hálvanannan tíma. Bæði við at venja koreografi, men eisini við boksibóltum og –pútum. Ta einu ferðina varð Stallone somikið hart raktur, at hann mátti á sjúkrahús í fýra dagar, men Lundgren staðfestir, at Stallone sanniliga eisini dugdi at boksa. – Men eg var sera væl fyri. Ja, eg ivist ikki í, at eg hevði vunnið, um eg hevði tikið ein dyst móti Mike Tyson. Sjálvandi hevði eg verið noyddur at vant eitt sindur afturat, men eg hevði vunnið á honum, segði Lundgren í samrøðu. Seinni royndi Lundgren seg í veruligum dysti móti Oleg Taktarov í UFC, har tað gongur sera hart fyri. Lundgren tapti dystin upp á stig, men bara tað í sjálvum sær er at rokna sum eitt bragd. Hevði vunnið á Mike Tyson Laika í rúmdina Laika, sum á russiskum merkir “at goyggja”, varð fyrsti hundurin, sum varð send í rúmdina. Hetta hendi tann 3. november 1954, og við hesum gjørdist Laika eisini tann fyrsti hundurin, sum doyði í rúmdini. Tøknin var nevnliga ikki ment somikið, at til tað bar til at senda menniskju í umferð kring rúmdina og rokna við, at tey komu aftur á lívi. Tí vórðu royndir gjørdar við djórum, og royndin við Laiku staðfesti, at hundurin eftir fáum tímum var deyður av ovurupphiting. Der Bomber Týski bumbarin, Gerd Muller, varð føddur 3. november 1945. Muller verður enn í dag roknaður sum besti áleyparin í týskari fótbóltssøgu. Hann setti ein hóp av metum, eitt nú mest skorandi spælarin í Bundesliguni, mest skorandi lands­liðs­ spælarin og tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í europiskari kapping fyri feløg. Hann skeyt 14 mál í HM-endaspølunum í 1970 og 1974. Tað seinasta av hesum var avgerandi málið í týska 2-1 sigrinum móti Hollandi í HM-finaluni í 1974. – Eg fór inn í biografin sum sjeikurin hjá Grace Jones. Men tá eg kom útaftur, var tað sum Dolph Lundgren, hevur Lundgren sjálvur sagt um bio-frumsýningina av Rocky IV, sum fullkomuliga broytti lív hansara »Ivan Drago«