fríggjadagur 2. november 2012síða 56
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
Koyr fuglin í geglið!
Veiddu ólógligan fugl
Portal.fo
Hava vit havt grátt flagg?
Skjótt verður føroyska
flaggið aftur grátt
Sosialurin
Kappingin longu avgjørd!
Neistin er longu eitt gott boð upp á
ein FM vinnara. Aftaná tríggjar dystir
hevur liðið framvegis fult stigatal...
Sosialurin
Skulu tey so taka sær av løttum?
2.000 færri skulu arbeiða í Danske Bank
Portal.fo
Hvat við at spurt makrelin heldur?
Makrelurin: Høgni spyr og løgmaður svarar
Dimma
Og kanska onkrir bíligari
Summir haruhagar dýrari
Sosialurin
Í ranga
strúpan
Enn ein
stór
dystur
Tað gekk lívliga fyri seg, tá ið stórdysturin
vóru spældir í Onglandi farna vikuskiftið. Nú er
enn ein stórdystur á skránni, tá ið Manchester
United og Arsenal bresta saman í Manchester.
Hetta eru tvey av stóru og mest vinnandi
feløgunum í Onglandi seinastu 20 árini.
Manchester United - Arsenal
Premier League
Leygardagin 3/11 kl. 12.45
Hollywood skelti
fær andlitslyft
Næsta ár kann heimskenda Hollywood-skeltið
á Mount Lee í Los Angeles halda sín 90 ára
føðingardag, og í tí sambandi skal skelti í røttum
Hollywood anda hava eitt andlitslyft. Tað fer at
taka tveir mánaðir og 1600 litrar av hvítari máling
at fáa skeltið at síggja út sum fyrsta dagin.
Eivør á
ferð í Noregi
Væl umtókti norski bólkurin Vamp er farin
á nýggja konsertferð, sum varðar meiri enn
tveir mánaðir. Við á ferðini er eisini Eivør
Pálsdóttir, sum komandi vikurnar skal hava
næstan 40 framførslur saman við Vamp.
Seinasta útgávan hjá bólkinum er lutvíst
innspæld í Føroyum, og Eivør Pálsdóttir er
gestasangari. Fyrsta konsertin við Vamp og
Eivør var mikudagin í Oslo, og síðani gongur
leiðin til størri og smærri býir kring Noreg.
Seinasta konsertin við Vamp og Eivør verður
í Bergen 8. desember.
Pól Skarðenni
í Klaksvík
Í dag letur upp listaframsýning við Pól Skarðenni.
Framsýningin er á Klaksvíkvegi 59. Framsýningin
hevur opið fram til 30. November, og hvønn leygardag
millum kl. 14 og 17 verður listamaðurin at hitta.
Framsýning við Pól Skarðenni
Klaksvíksvegur 59
2/11-30/11
Morð
millum
andlát
Andlát verða løgd á heimasíðuna
hjá Kringvarpinum, og fyri
kortum helt onkur, at ein leikur
um morð eisini hoyrdi heima
millum andlátini. Og tað er
kanska nakað um tað – andlát
og morð hvørt um annað.
Eg ræðist
broytingar – serliga
negativar broytingar
– so eg eri í grundini
sami persónur nú, sum
tá eg var 10 ár
Songkvinnan
Kelly Clarkson
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Tað er trupult at fáa eygað á
listarligu ambitiónirnar, tá ið
bólkurin enn einaferð umsetir
Depeche Mode og Rammstein til
jútskan handilsskúlarock
Thomas Treo, ummælari á Ekstrablaðnum,
um nýggju útgávuna hjá Nephew