mánadagur 5. november 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sambært útvarpinum, so er
formaðurin í Norðoya Sam
bandsfelag »eygleiðari« til
kommunuvalið í Klaksvík,
og sum slíkur hugleiddi hann
um vikuskiftið í útvarpinum
um, at Fólkaflokkurin kann
verða settur uttan fyri ávirk
an í Klaksvíkar býráð.
Ikki tí, um John William
sigur tað sum formaður í
Norðoya Sambandsfelag, sum
stríðst við at vinna sær størri
politiska undirtøku í býráð
num, enn bara at hava eitt
umboð, ella hann tosar sum
blaðstjóri á Norðlýsinum, so
broytir tað ikki støðuna.
Tì tað er avgjørt ein møgu
leiki, at Gunvá við Keldu fær
knívin í ryggin valkvøldið, og
at andstøðan bjóðar Jógvani
Skorheim borgarstjórasessin.
Gunvá letur honum neyvan
sessin.
At Fólkaflokkurin vinnur
í Klaksvík, er eingin ivi.
Gunvá við Keldu hevur
tægað lendið væl, og tað
er tí rættiliga sannlíkt, at
Fólkaflokkurin fær oman
fyri 40 prosent av atkvøð
unum og varðveitir sínar
fimm sessir í býráðnum.
Men skal Jógvan Skor
heim verða borgarstjóri, so
skal hann sjálvandi veljast í
býráðið. Á seinasti vali fekk
Sjálvstýrisflokkuin í Klaksvík
10,2 prosent. Hetta er ikki so
langt frá sperrumarkinum,
sum er 1/11 partur ella 9,1
prosent.
Men skal Gunvá við Keldu
fellast, so skulu allir hinir bý
ráðslimirnir í Klaks
vík venda henni
baki. Men tað
er
sjálvsagt
møguligt,
at
sa m g o n ga n
millum
Fólk
aflokkin
og
S j á l v s t ý r i s
flokkin
heldur
fram, ella at ein annar flokk
ur fer saman við Fólkaflokk
inum.
Hóast klaksvíkingar velja
Fólkaflokkin og Gunvá við
Keldu sum borgarstjóra, so
er ikki víst, at býráðslimirnir
í Klaksvíkar býráð vilja tað
sama, tí soleiðis er kommun
upolitikkur nú einaferð hátt
aður...
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Feskasta veljarakanningin um komm
unuvalið í Havn vísir, at havnarfólk
vilja hava Heðin Mortensen at halda
fram sum borgarstjóra.
Síðani Poul Michelsen stjórnaði
Fólkaflokkinum og Tórshavnar býráð
frá 1981 til 1993 hevur eingin flokkur
og eingin persónur megnað at vunnið
so stóra undirtøku, sum Heðin Mort
ensen gjørdi við seinasta val – og
sambært veljarakanningini, so styrk
ir Heðin Mortensen sína egnu støðu
og støðuna hjá Javnaðarflokkinum í
Tórshavnar býráð, tí Javnaðarflokk
urin stendur til eina framgongd upp
á sløk fýra prosentstig til 36 prosent
av atkvøðunum.
At fólk velja øðrvísi til komm
unuval enn til løgtingsval hava vit
so mangan sæð fyrr. Eingin flokkur
hevur seinasta mansaldurin megn
að so stóra undirtøku á løgtingsvali
sum seinast Javnaðarflokkurin fekk
til býráðsvalið í Havn, og sum Fólk
aflokkurin fyrr hevur megnað. Bæði
Sambandsflokkurin
og
Tjóðveldi
hava seinnu árini eisini verið sera
stórir í Tórshavnar býráð. Tað sum tó
er hugvekjandi er, at tað er ein per
sónur í Javnaðarflokkinum, sum nú
ber flokkin einsamallur.
Hinvegin eru tað 16 ár síðani, at
nakar av teimum smáu flokkunum
fekk umboð valt. Í 1996 var Petur í
Gong valdur á Uttanflokkalistanum
og Ronald Poulsen á Sjálvstýrislista
num. Men hvørgin listin fekk umboð
valt í 2000. Miðflokkurin hevur roynt
tær seinastu ferðirnar uttan úrslit.
Tað var mangt, sum bendi á, at
tað fór at eydnast Framsókn at fáa
umboð valt í býráðið í Havn hesaf
erð, tí flokkurin fekk um 12 prosent
til løgtingsvalið í Havn í fjør, og tað
tyktist, sum fólkini í nýggja flokk
inum vóru miðvís og dugdu væl at
leggja til rættis. Men tá tingmenninir
hjá flokkinum ikki megnaðu at halda
saman, rapaði korthúsið. Tað boð
ar ikki frá góðum, at nýggjur flokk
ur við eldhugaðum fólkum, kemur í
slíkar persónstrupulleikar. Tað eigur
ikki at henda, og tí verður flokkurin
ikki tikin í sama álvara.
Veljarakanningin vísir, at flokk
urin ikki fær fólk valt í býráðið, og at
flokkurin fær helvtina færri atkvøður,
enn hann fekk
á løgtingsvali
num í fjør.
Men
allar
súður er ikki
syftar
hjá
Framsókn,
tí
flokkurin
er
einans 1,7 pro
sent frá marki
num, so tað kann náðast, hóast tað er
lítið sannlíkt og sera torført.
Alt bendir soleiðis á, at samgong
an, sum hevur sitið seinastu átta ár
ini, heldur fram næsta valskeið, og at
javnvágin millum sitandi samgongu
og andstøðu ikki broytist.
Veljarakanningin
endurspeglar
støðuna, sum hesir veljarar høvdu –
men hon kann broytast til týsdagin
í næstu viku.
Hóast eingin avgerð er fallin enn,
so kann alt henda, tá tey trettan fólk
ini í Tórshavnar býráð skulu skipa
seg. Men støðan hjá Heðin Mortensen
tykist eins greið, og hon var hjá Poul
Michelsen, tey árini hann var kongur
í Havn.
Alt bendir á, at Heðin
Mortensen kann halda fram
Landsverk hevur verið og er
framvegis í gongd við fleiri
arbeiðir í Suðuroy, sum økja
um ferðslutrygdina í oynni.
Eitt nú millum Lopra og
Akrar, Nesi í Vági, Fámjin og
farleiðina til Hvalbiar.
Ferðslukervið í Suður
oynni hevur fingið munandi
ábøtur í seinastuni, og enn
eru fleiri arbeiðir í gongd í
oynni, sum koma at lyfta
ferðslutrygdina tann rætta
vegin.
Um vit byrja við syðra
enda, so er J&K Petersen
júst farnir undir at breiðka
smala og heldur krókuta
vegin millum Lopra og Akr
ar. Til tess at rætta vegin
upp, verður bæði breiðk
að niðaneftir við at taka
av bakkanum framvið, og í
øðrum førum verður fylt út
niðanfyri.
Við bygdina Nes í Vági
verður í løtuni busslummi
gjørdur, so tað gerst trygg
ari hjá ferðafólkum at koma
til og frá bussinum, eins og
hetta ger ferðsluna á lands
vegnum tryggari.
Í Fámjin er farið undir at
gera eina sokallaða bakka
verju, so brimið ikki máar
meira av fjøruni, har veg
urin gongur framvið.
Síðani nýggjur fótbólts
vøllur er komin í Trong
isvági, er ferðslan til og
frá økinum økt munandi.
Landsverk gjørdi tí av at
ferðslutryggja vegamótið
Trongisvág-Hvalba við at
gera tryggari gonguteigar
og seta upp ljós við hetta
vegamótið, har eisini skúli
og ítróttarhøll sum kunnugt
liggja.
Síðst, men ikki minst, eru
og verða stórar ábøtur gjørd
ar í Hvalbiartunlinum. Um
framt at loftið er hækkað,
verða nøkur av møtiplássu
num víðkaði, rýmingarljós
og eldsløkkjarar sett upp,
eins og fartelefonsamband
skjótt kemur í tunnilin.
Eisini er brúgvin til Nes í
Hvalba umvæld fyrr í ár.
Fleiri ferðslu
ábøtur í Suðuroy
Jógvan Skorheim borg
arstjóri í Klaksvík?
Á Norð
urlanda
ráðsfundi
Annika Olsen
tíðargrein á síðu 12
Kaj
Leo til
Hollands
Ítróttur á síðu 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heðin vinnur í Havn