Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2012 - Nr. 129 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 SKULADEPILIN Í MARKNAGILI SKAL BYGGJAST NÚ Í 40 år hava Tekniski Skúli og Føroya Studentaskúli bíðað eftir nøktandi hølisumstødum í havuðsstaðnum. Einki er hent, tí hetta málið hevur havt millum lítla og onga politiska undirtøku í løgtinginum. Eftir løgtingsvalid í 2008 viðurkendu landsmyndug- eikarnir kortini, at nú mátti okkurt gerast. Logtingið samtykti at seta 395 milliónir krónur av til at byggja ein skúla í Marknagili, sum skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeidi, Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Havn. Marknagilsdepilin skuldi standa liðugur í 2014, men síðani er ætlanin skotin út ikki minni enn tvær ferðir. Nú er eisini staðfest, at depilin verður nógv dýrari enn mett, og ivi er sáddur um, hvert myndugleikarnir hava valt røttu byggiloysnina ella ikki. Marknagilsdepilin. BIG arkitektar Í letuni sita landsins myndugleikar og leita eftir fleiri tíggu- als milliónum í sparingum í verkætlanini. At tað skal bera il at spara so nógv uttan at krypla ætlanina, er lítið sannlíkt. Tað er líka ósannlíkt, at løgtingid fer at játta arknagilsdeplinum tað, sum restar í. arknagilsdepilin, sum hevur so stóran týdning fyri út- búgving og lestur í havuðsstaðnum, er tí í stórum vanda yri at steðga upp. Hetta má ikki henda, og tí eigur Tórshavnar kommuna at fara inn í verkætlanina og átaka sær byggibúningar- og byrjunarkostnaðin. Einar 40 milliónir krónur kunnu gera stóran mun. Í samráðingunum við mentamálaráðið, eigur kommunan at tryggja sær, at kommunala iløgan verður gjørd av føroyskum felag og føroyskari arbeiðsmegi. Fyri Tórshavnar kommunu er hetta ein hin besta ílagan, ið hugsast kann. Marknagilsdepilin kann gera sítt til, at færri ungfólk flyta av landinum, ella at tey flyta seinni og tískil eru burturi í styttri tíð. Sosialurin FESTI FRAMSÓKN EIN LIBERALUR TJOÐSKAPARFLOKKUR WWW.FRAMSOKN.FO FACEBOOK.COM/FRAMSOKNFO