mánadagur 5. november 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Sambært
kanningini
hjá
Gallup Føroyar, so fær Heðin
Mortensen so nógv, nógv
tær
flestu
atkvøðurnar
hjá Javnaðarflokkinum. Á
seinasta
býráðsvali
setti
hann met við at fáa 2.200
persónligar atkvøður, og tá
borgarstjórin og flokkurin
standa til framgongd, so
er okkurt, sum bendir á,
at Heðin Mortensen kann
fáa enn fleiri persónligar
atkvøður hesaferð.
Gallup Føroyar sigur, at
tølini hjá Heðini Mortensen
eru so nógv størri, enn tølini
hjá øllum hinum á listanum,
at trupult er út frá kann
ingini at siga, hvørji verða á
teimum næstu plássunum,
men sambært Gallup eru
Elin Lindenskov og Halla
Samuelsen tvey góð boð.
Hjá Fólkaflokkinum sær
út til, at útskifting verður av
persónum. Bogi Andreasen,
sum á býráðsvalinum í 2008
varð fyrstvaldur á listanum
hjá Tjóðveldinum, stendur
nú til at verða fyrstvaldur hjá
Fólkaflokkinum. Tað merkir
so í øllum førum, at pláss ikki
verður til ein av teimum, sum
valdir vórðu seinast, Sjúrður
Olsen, Jan Christiansen ella
Vagnur
Johannesen.
Jan
Christiansen hevur sitið í
býráðnum seianstu 28 árini,
Sjúrður Olsen seinastu 12
árini og Vagnur Johannesen
seinastu fýra árini.
Bæði hjá Sjúrði Olsen og
Vagnuri Johannesen hava
atkvøðurnar í lokaløkjunum
ávíkavist á Argjum og í Kolla
firði talt nógv, tá persónligu
atkvøðurnar
hava
verið
taldar. Hetta kann sjálvandi
hava týdning, sum ikki sæst
eins væl í kanningini.
Gallup Føroyar setir bert
navn á ein av teimum trim
um ella fýra, sum verða
vald fyri Tjóðveldi, og tað er
Jógvan Arge, sum stendur
til at fáa flestar atkvøður.
Sambært Gallup eru Marin
Katrina Frýdal og Andrea
Heindriksdóttir
tvey
góð
boð til eisini at umboða Tjóð
veldi í býráðnum næstu fýra
árini.
Hjá Sambandsflokkinum
er sera javnt millum valevn
ini, og Gallup Føroyar torir
ikki at seta nøvn á, men sig
ur, at hørð kapping verður
um tann eina sessin
hjá Sambands
flokkinum.
Heðin er kon
veljarakanning
VELJARAKANNING Meðan fyrrverandi sambands
maðurin, Heðin Mortensen, vinnur næstan alt í
Javnaðarflokkinum, so verður fyrrverandi tjóð
veldismaðurin, Bogi Andreasen, fyrstvaldur fyri
Fólkaflokkin, vísir kanningin hjá Gallup Føroyum
Ein 66 ára gamal maður
stendur
einsamallur
fyri
stóru framgongdini hjá Javn
aðarflokkinum.
Sambært kanningini hjá
Gallup Føroyar er tað er
Heðin Mortensen persónliga,
sum vinnur nógv tær fleistu
atkvøðurnar hjá Javnaðar
flokkinum.
Hetta er aðru ferð, at
Heðin
Mortensen
stillar
upp fyri Javnaðarflokkin.
Við býráðsvalið seinast setti
hann met og fekk 2.200 per
sónligar atkvøður.
Tað var aftan á bý
ráðsvalið í 2004, at Heðin
Mortensen varð koyrdur úr
Sambandsflokkin, tí hann
skipaði samgongu saman við
Javnaðarflokkinum og Tjóð
veldinum. Hann fór tá upp
í Javnaðarflokkin, eftir at
hann varð fyrst valdur fyri
Sambandsflokkin við 667
persónligum atkvøðum. Tá
vóru eisini Høgni Mikkelsen
valdur við 294 atkvøðum og
Beate L. Samuelsen við 207
atkvøður.
Á valinum í 2008 varð
Annfinn Brekkstein valdur
einsamallur fyri Sambands
flokkin, og sannlíkt er, at
Heðin
Mortensen
hevur
drigið nógvar veljarar frá
Sambandsflokkinum
til
Javnaðarflokkin.
Lagnunnar speisemi er
tað kanska, at tað júst er
Annfinn Brekkstein, sum
hevur undirskrivað brævið,
sum tveitir Heðin Mortensen
úr
Sambandsflokkinum.
Annfinn
Brekkstein
boðaði á tíðindafundi sein
asta mánadag, at Heðin
Mortensen er eitt gott boð til
nýggjan borgarstjóra.
Hugvekjandi er tað tó hjá
Javnaðarflokkinum, at tað er
ein 66 ára gamal maður, sum
einsamallur
stendur
fyri
stóru framgongdini hjá flokk
inum. Tá næsta kommunuval
verður í 2016 verður Heðin
Mortensen 70 ára gamal – og
tí má flokkurin skjótt finna
avloysaran, um flokkurin
skal gera seg galdandi í Tórs
havnar býráð aftan á Heðin
Mortensen.
Ein maður vinnur
fyri flokkin
Atkvøður
Umboð
2008
2012
2008
2012
Fólkaflokkurin
22,1%
20%
3
3
Sambandsflokkurin
11,3%
11%
1
1
Javnaðarflokkurin
32,2%
36%
5
5
Sjálvstýrisflokkurin
5,3%
2%
0
0
Tjóðveldi
26,1%
24%
4
3
Miðflokkurin
2,3%
1%
0
0
Framsókn
Stillaði ikki upp
6%
0
1
Listi G
0,7%
Stillar ikki upp
Fakta um kanningina:
Spurd eru 728 fólk
Kanningin er gjørd frá 29.
oktober til 2. november 2012
Gallup Føroyar
Bogi Andreasen
Metval
Heðin Mortensen
kann fáa enn
fleiri persón
ligar atkvøður
enn metvalið
seinast