Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Heðin Mortensen og Javn­ aðar­flokkurin í Tórshavnar kommunu kunnu síggja fram til eitt sera gott val­ úrs­lit týsdagin í næstu viku. Sambært feskari kanning frá Gallup Føroyar fær Javnaðar­ flokkurin eina framgongd upp á sløk fýra prosent, so flokk­urin fær 36 prosent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu. Tað merkir, at flokkurin stendur til at vinna sætta sessin í Tórshavnar Býráð. Men tað er í kapping við Tjóð­veldi, sum stendur til fáa trý ella fýra umboð vald. Tjóð­veldi stendur til at fáa eina afturgongd upp á sløk tvey prosent og fær 24 prosent av atvkøðunum í Havn. Fólkflokkurin stendur til eina afturgongd upp á góð tvey prosent, og tað merk­ ir, at flokkurin við 20 pro­ sentum varðveitir síni trý um­boð í býráðnum. Sambandsflokkurin, sum hevði eitt sera vánaligt val seinast, stendur til at missa eitt vet afturat, so har sær sera svart út hjá flokkinum við 11 prosentum at vinna eitt umboð afturat. Teir smáu flokkarnir hava heldur ongan kjans hesaferð sambært kanningini. Sjálv­ stýrisflokkurin fær tvey prosent, og Miðflokkurin fær bara eitt prosent. Fram­ sókn stendur til seks pro­ sent, og tað er næstan tvey pro­sent ov lítið til at fáa um­ boð valt. Ein listi skal hava ein trettandapart av at­kvøð­ unum, fyri at fáa umboð valt, og tað merkir 7,7 prosent. Av teimum fólkum, sum Gallup Føroyar hevur spurt, hava 25 prosent ikki tikið støðu, og tí skulu tølini takast við hesum fyri­ varni. Men hóast tað, so eru ábend­ing­ar­nar greiðar um, at samgongan millum Javn­ aðar­flokkin og Tjóðveldi í Tórs­havnar býráð, sum fekk níggju umboð vald á seinasta býráðs­vali, stendur til at varðveita meirlutan, sum er sera tryggur við tveimum um­boðum fleiri, enn neyð­ ugt. Lut­fallið millum sam­ gongu og and­støðu verður framvegis 9 til sam­gong­una og 4 til and­støð­una. Hóast eingin broyting verður í man­dat­um, so styrk­ist sam­ gong­an sambært kann­ingini við 1,9 prosentum. ngur í Havn veljarakanning Javnaðarflokkurin vinnur valið í Havn Javnaðarflokkurin gongur næstan fýra prosent fram á býráðsvalinum í Havn í næstu viku. Einasta broyting í mandatum kann verða, at Javnaðarflokkurin vinnur fjórða umboðið frá Tjóðveldinum og fær seks umboð vald í nýggja býráðið Bara eitt kvett hjá Tjóð­ veld­inum við Javnaðar­ flokk­in, kann forða Heðini Mortensen at halda fram sum borgarstjóri næstu fýra árini. Hóast tað ikki bendir á tær stóru flytingarnar millum flokkarnar í Tórs­ havnar býráð á valinum týs­ dagin í næstu viku, so kann tað hava stóran týdning, um Javnaðar­flokkurin vinnur fjórða umboðið frá Tjóð­veld­ inum og fær seks umboð vald í Tórshavnar býráð. Um so verður, at Javn­ aðar­flokkurin fær seks og Tjóðveldi trý, so er ein sam­ gonga millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi helst útilokað. Tað er líka vist sum amm­ en í kirkjuni, at royndir fara at verða gjørdar at skipa sam­gongu uttan um Heðin Mortensen og Javnaðar­ flokk­in. Soleiðis er tað aftan á hvørt val í Havn, og ofta verð­ur sitandi borgarstjóri so­leiðis »snýttur«. Tað hendi í 1996, tá Fólka­flokkurin, Tjóðveldis­ flokkurin og Javnaðar­ flokk­urin skipaðu nýggja sam­gongu við Leivi Hansen sum borgar­stjóra, og Lisbeth L. Petersen mátti leggja frá sær. Tað hendi aftur í 2000, tá Fólkaflokkurin og Sam­ bands­flokkurin skip­aðu samgongu við Jan Christian­ sen sum borgar­stjóra, og Leivur Hansen mátti leggja frá sær. Tað hendi eisini í 2004, tá Javnaðarflokkurin – saman við Heðini Mortensen, sum varð valdur fyri Sam­bands­ flokkin, skipaði samgongu saman við Tjóðveldinum, og Jan Christiansen mátti leggja frá sær. Í 2008 endurskipaðu Javn­aðarflokkurin og Tjóð­ veldi samgonguna, og tann møguleikin er sjálvandi upp­ lagdur hesaferð eisini, hóast flokkarnir ikki hava sagt tað alment. Men fær Tjóðveldi fýra fólk vald og Fólkaflokkurin trý – ella øvugt, so fær Tjóð­ veldi uttan iva tilboð frá Fólka­flokkinum um at seta Jógvan Arge –  sum sam­ bært kanningini fær flest­ar atkvøður –  í borgar­stjóra­ sessin, um teir báðir flokk­ arnir skipa samgongu. Fær hvørki Fólkaflokkurin ella Tjóðveldi meiri enn trý um­ boð í part, so er hesin møgu­ leiki útilokaður, og so hevur Heðin Mortensen buktina og báðar endarnar. Men fær Javnaðar­flokk­ urin seks umboð vald, so kann flokkurin eisini skipa samgongu saman við Sam­ bandsflokkinum. Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, peikar sum tann einasti uttan fyri Javnaðarflokkin á Heðin Mortensen sum borgar­stjóra. Hesum boðaði Sam­bands­ flokkurin frá á tíðindafundi sein­asta mánadag, og tá kann Annfinn Brekkstein, ella hvør tað so verður, sum verð­ur valdur í býráðið fyri Sam­bands­flokkin, koma í eina lyklastøðu. Ein samgonga milum Javn­ aðar­flokkin og Fólkaflokkin er valla hugsandi hesaferð. Møguleikarnir eru tí helst hesir: 1. Samgongan millum Javn­aðarflokkin og Tjóð­ veldi heldur fram við Heðini Mortensen sum borgar­ stjóra. 2. Samgonga millum Javn­aðarflokkin og Sam­ bands­flokkin við Heðini Mortensen sum borgar­ stjóra 3. Samgonga millum Javn­aðarflokkin, Tjóðveldi og Sam­bandsflokkin við Heðini Mortensen sum borgar­stjóra 4. Samgonga millum Tjóð­veldi og Fólka­flokkin við Jógvan Arge sum borgar­ stjóra – ella tí býráðslimi á tjóðveldislistanum, sum fær flestar atkvøður. Alt bendir tí helst á, at Heðin Mortensen framvegis verður borgarstjóri í Tórs­ havnar kommunu næstu fýra árini. eirikur@sosialurin.fo Sætta umboðið hevur týdning 2000 2004 2008 Kanning 2012 prosent sessir prosent sessir prosent sessir prosent sessir Fólkaflokkurin 25,4 4 28,1 4 22,1 3 20 3 Sambandsflokkurin 25 4 18 3 11,3 1 11 1 Javnaðarflokkurin 15,3 2 17,7 2 32,2 5 36 5 (6) Sjálvstýrisflokkurin 5,1 0 3,4 0 5,3 0 2 0 Tjóðveldi 24 3 27,9 4 26,1 4 24 4 (3) Miðflokkurin 5,2 0 4,9 0 2,3 0 1 0 Framsókn 6 0 Gallup Føroyar Elin Lindenskov Andrea Heindriksdóttir Halla Samuelsen Jan Christiansen Marin Katrina Frýdal Jógvan Arge Sjúrður Olsen Vagnur Johannesen