mánadagur 5. november 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú skal gongd setast á
arbeiðið at gera ein rættiligan
golfvøll á Glyvursnesi.
Tað hevur Tórshavnar Bý
ráð samtykt
Í hesum sambandi hevur
býráðið samtykt at játta eina
hálva millión, sum skulu
brúkast til at fyrireika ein
golfvøll á Glyvursnesi.
Ein golfvøllur er ein for
treyt fyri yvirhøvur at fáa
oyggjaleikirnar til Føroya.
Býráðið sigur, at skal
tað eydnast at fáa ein golf
vøll í Føroyum í góðari fyri
oyggjaleikunum, sum ætlan
in er at fáa til Føroya, helst í
2019, men annars í 1921, er tað
neyðugt at seta gongd á fyri
reikingarnar av álvara nú.
Ein
arbeiðsætlan
er
gjørd, har eisini Tórshavnar
Golfklubbi og Ítróttasam
band Føroya taka lut í fyri
reikandi arbeiðinum.
Nógvir spurningar
Arbeiðið í hesum fyrsta
stiginum fevnir serliga um at
fáa fáa lendisspurningin av
greiddan og um at fáa greiði
á sjálva golfbreytina bæði
ítróttaliga,
arkitektoniskt
og umhvørvisliga í samband
við burðardygga vatnveiting,
plantuvøkstur o.a.
Greiða skal eisini fáast
á, hvussu golfvøllurin skal
skipast ferðavinnuliga og
fíggjarliga. Eitt nú, skal ein
rakstrarætlan
gerast
og
greiða skal eisini fáast á,
hvussu raksturin skal skip
ast.
Somuleiðis
skulu
tey
kanna møguleikarnar fyri
útlendskari fígging og um
tað ber til at fáa samstarv
við útlendskar partar og ser
frøði bæði í Skottlandi, Ís
landi og Danmark, har fleiri
viðkomandi sambond longu
eru knýtt.
Tað verður eisini neyðugt
at fáa greiði á, hvussu ferðsl
an av Hamrinum á Argjum,
út á golfvøllin á Glyvursnesi,
skal skipast, tí hon er nógv
økt.
- Men vegurin er ringur
og tí er ein meting gjørd um,
hvussu nógv tað fer at kosta
at leggja avfresað asfalt á
vegin.
- Tað fer at kosta einar 50-
75.000 krónur.
Á
fíggjarætlanini
hjá
Tórshavnar Kommunu eru
4,6 milliónir tøkar til golfvøll
Men fyri at fáa fyrireik
ingarnar í gongd verður
neyðugt 500.000 krónur til
endamálið. Men ein partur
av tí kann eisini brúkast at
at leggja avfresað asfalt á
vegin.
Og tað hevur býráðið nú
samtykt at játta.
Áki Bertholdsen
Nú verður sjøtil settur á
íbúðarbygging í Havnini.
Tórshavnar býráð hevur
samtykt at selja felagnum,
Bústaðir, sum fyrr nevndist
Húsalánsgrunnurin,
eitt
øki á 5512 fermetrar á
Boðaneshamri
fyri
156
krónur fermeturin, og har
fer bústaðarfelagið nú at
byggja 10 tvíhús við tveim
um íbúðum í hvørjum húsi,
tilsamans 20 íbúðir.
Ein
byggiætlan,
sum
MAP arkitektar gjørdu fyri
fimm, seks árum síðani um
byggingina, verður nú tikin
fram aftur og endurskoðað
og dagførd, sigur Andras
Róin, stjóri í Bústaðum, sum
hevur undirheitið, Føroya
Bústaðarfelag.
Av tí sama er greiða ikki
fingin á, hvussu nógv, íbúð
irnar fara at kosta.
Beinanvegin
Tórshavnar Býráð hevur sett
sum treyt, at byggjast skal
á stykkinum áðrenn tvey
ár eru farin, annars kann
kommunan krevja øki aftur.
Hetta varð samtykt fyri
at Bústaðir ikki skuldi legg
ja hald á øki, uttan at byggja,
so at tað kom at liggja deytt.
Men tað verður ongin
trupulleiki, staðfestir stjór
in í Bústaðum.
- Vit fara til arbeiðis alt
fyri eitt, vit hava fingið
formlig boð frá kommununi
um, at vit kunnu keypa
stykkið, sigur Andras Róin.
Hann sigur, at tað, sum
hevur ligið í kortunum, er, at
talan skal vera um vanligar
íbúðir.
Men um talan verður um
lutaíbúðir ella leiguíbúðir,
er ikki avgjørt enn.
Ymisk sløg
Í býráðnum hava tey eisini
tosað um, hvat slag av íbúð
um, talan skuldi vera um.
Trý stór røktarheim eru
beint við, Tjarnargarður,
Lágargarður og Boðanes
heimið, so tosað varð um at
tað var natúrligt at byggja
eldraíbúðir á stykkinum,
sum Bústaðir nú fær til
keyps á Boðaneshamri.
Tosað hevur eisini verið
um at byggja vardar íbúðir.
Hinvegin er niðurstøðan
í Býráðnum, at tað er ikki
rætt at byggja íbúðir, sum
eru eyðmerktar til eitt ávíst
slag av fólki, heldur enn at
byggja vanligar íbúðir, sum
endurspegla
fólkasaman
setingina í samfelagnum.
Á henda hátt ber til at
røkka tørvinum á bíligum
íbúðum hjá fleiri málbólkum
í senn, eitt nú støkum, støk
um
uppihaldarum,
yngri
familjum, ið seta búgv fyri
fyrstu ferð, lesandi, eldri,
umframt fólki við serligum
tørvi o.a.
Sostatt er niðurstøðan
í Býráðnum, at talan skal
verða um blandaða bygg
ing, men at íbúðirnar skulu
innrættast soleiðis, at tað
ber til hjá fólki við rørslu
tarni at ogna sær eina.
Somuleiðis vilja býráðs
limir kanna møguleikan fyri
at gera lyftu til rørslutarnað.
Samstundis
tilskilar
kommunan sær rætt til at
leiga ella keypa íbúð har
til bráðfeingis almannamál
fyrst og fremst barnavernd.
Tað
vóru
tó
onkrir
býráðslimir, sum ávaraðu
ímóti at seta alt ov stór krøv
til til byggingina, tí krøv
kosta pening og áðrenn vit
vita av, eru íbúðirnar so
dýrar, at ongin hevur ráð at
keypa tær.
Byggja 20 íbúðir í Havn
BÚSTAÐARBYGGING Føroya Bústaðarfelag hevur fingið eitt stórt stykki frá
Tórshavnar Kommunu at byggja íbúðir á og farið verður ígongd beinanvegin
Tað er ikki rætt at
byggja íbúðir, sum eru
eyðmerktar til eitt ávíst
slag av fólki
Nú er neyðugt at fara til verka
GOLF Í FØROYUM Nú er neyðugt at seta rættiliga ferð á arbeiðið at
fyrireika golfvøll á Glyvursnesi, sigur Tórshavnar Býráð
Bústaðarbygging
Nú verður sjøtul settur á at byggja íbúðir í Havn og fleiri verkætlanir eru á veg, sigur Andras Róin, stjóri í Bústaðum