mánadagur 5. november 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Fleiri føroysk listafólk taka
undir við Sunnleif Rasmus
sen og hansara boykotti av
almennum tiltøkum. Enda
málið við boykottinum er
at vísa á ónøgdina, við at
Mentanargrunnurin verður
skerdur við 20 prosentum
komandi ár.
Formaðurin í Listaasam
bandi Føroya heldur, at boy
kottið er eitt gott átak.
- Hetta er eitt fínt átak, har
fólk fáa møguleika at gera
vart við sína ónøgd. Eg haldi
tó, at tað er týdningarmikið,
at tað er upp til hvønn ein
stakan, um mann er við í
hesum
boykottinum
ella
ikki, sigur Ólavur Jakobsen.
Hann vísir á, at fólkini í LISA
á ongan hátt eru tvungin at
luttaka í átakinum.
- Tey, ið eru í Listafólka
sambandinum, mugu sjálvi
avgera, um tey luttaka í hes
um boykottinum ella ikki.
Persónliga haldi eg, at hetta
er eitt gott høvi hjá lista
fólkum at gera vart við, at
tað ikki er í lagi, at ein fim
tapartur av játtanini verður
skerdur í 2013, sigur Ólavur
Jakobsen.
Stórt signalvirði
í boykotti
Boykottið fevnir um tiltøk,
sum landsstýrið skipar fyri,
og tað merkir, at ynskir
landsstýrið at fáa til dømis
Eivør at framføra í samband
við onkra almenna vitjan í
Føroyum, fer tað ikki at lata
seg gera.
- Hetta er ein máti at seta
fokus á umstøðurnar hjá
listafólkum. Við hesum vísir
mann á, at politiski myndug
leikin ikki bara uttan víðari
kann skerja játtanina og
taka listafólk fyri givið, sigur
Ólavur Jakobsen.
Á listablogguni hjá Inger
Smærup Sørensen og Kinnu
Poulsen hava listafólk møgu
leika at skriva seg á ein lista,
har tey vísa, at tey taka undir
við boykottinum. Byrjað var
upp á listan í gjár, og alt fyri
eitt var áhugi fyri at skriva
seg á listan.
- Beinanvegin í gjár byrj
aðu fólk at skriva seg á listan,
og tað sær út til, at listin er
rættiliga skjótt vaksandi, sig
ur Kinna Poulsen.
Hon heldur, eins og for
maðurin í Listasambandi
Føroya, at signalvirði í einum
slíkum boykotti er stórt.
- Hetta hevur ikki nøk
ur praktisk árin so at siga.
Listafólkini
boykotta
øll
tey tiltøkini, sum lands
stýrið stendur fyri, og eg
haldi, at tað hevði verið
ógvuliga pínligt, um so var,
at tey ynsktu at fáa okkurt
listafólk
at
framføra
til
okkurt tiltak, og viðkomandi
so ikki luttekur orsakað av
skerjingini
av
mentanar
grunninum, greiðir Kinna
Poulsen frá og leggur afturat:
- Hyggja vit eftir listanum,
so er tað heldur ikki hvør
sum helst, ið hevur skrivað
seg á, sigur Kinna Poulsen.
Á listanum eru eitt nú
Mikael Blak, Eivør Pálsdóttir,
Petur
Pólson
og
Teitur
Lassen.
Listafólk umboða
Føroyar
Ein av orsøkunum til at for
maðurin í Listasambandi
Føroya og Kinna Poulsen
taka undir við boykottinum
er, at tað arbeiðið, sum lista
fólk gera, eigur á ongan hátt
at verða fatað sum ein sjálv
fylgja. Og tað halda tey, at
listin ofta verður.
- Eg eri samd við Sunnleif
Rasmussen, tá hann sigur,
at einki samsvar er millum,
hvat listafólkini gera fyri
Føroyar, og hvat Føroyar gera
fyri listafólkini. Játtanin til
listafólk er frammanundan
ikki stór, og at mann loyvir
sær at strika ein part av
játtanini, tað er ikki í lagi,
sigur Kinna Poulsen.
Ólavur Jakobsen harmast
um, at listin í hesum døgum
fær fokus orsakað av hesum
boykottinum, tí tað gongst
framúr væl hjá føroyskum
listafólkum í løtuni.
- Tað er keðiligt, at vit tosa
um hetta, tí føroysk listafólk,
sum arbeiða herheima og
uttanlands klára seg væl í
løtuni, sigur Ólavur Jakobsen
og heldur fram:
- Føroysku listafólkini eru
í stóran mun við til at mynda
Føroyar og umboða okkum
eisini uttanlands. Tað verð
ur tosað nógv um Før-oyar
sum ferðavinnuland, og í tí
sambandi og eisini serliga í
marknaðarføringini spælir
føroysk list ein stóran leik
lut. Tí kann tað ikki vera
rætt, at mentanargrunnurin
skal skerjast.
Mangla virðing
Ólavur Jakobsen og Kinna
Poulsen vísa á, at listafólk í
stóran mun mangla virðing
frá politisku skipanini.
- Listafólk fáa ikki nógvan
pening
frammanundan,
og marknaðurin er eisi
ni avmarkaður. Hjá einum
stórum parti av føroysku
listafólkunum virkar upp
hæddin frá mentanargrunn
inum sum startkapitalur. So
skerjingin av játtanini vísir
vælsaktans eisini, at lista
fólkini ikki fáa røttu virðing,
sigur Ólavur Jakobsen.
Hann fegnast tó um, at
listafólk sum heild fáa stóra
virðing millum fólk.
- Hóast tey ikki verða
vird av politisku skipanini,
so er tað mín fatan, at lista
fólk hava stóra virðing mill
um vanliga føroyingin, sig
ur Ólavur Jakobsen. Eisini
Kinna er samd við Ólavi
Jakobsen, at føroysku lista
fólkunum væntar virðing frá
politisku skipanini.
- Tað virkar fyri mær, sum
at tá tað er eitt alment høvi,
reypa vit óført av okkara
dugnaligu
listafólkunum,
men samstundis vil mann
ikki
stuðla
teimum
frá
politiskari síðu. Tað sigur eitt
sindur um, hvussu tey verða
vird, sigur Kinna Poulsen.
Listafólk gera vart
við sína ónøgd
- Tað hevur ikki so stóra ávirkan heilt ítøkiliga, at føroysk listafólk boykotta almenn tiltøk, men hinvegin
er signalvirðið ógvuliga stórt. Tað sigur Ólavur Jakobsen, formaður í Listafólkasambandi Føroya
- Tað virkar fyri mær, sum at tá tað er eitt
alment høvi, reypa vit óført av okkara dugnaligu
listafólkunum, men samstundis vil mann ikki stuðla
teimum frá politiskari síðu. Tað sigur eitt sindur
um, hvussu tey verða vird, sigur Kinna Poulsen
- Hetta er ein máti at seta fokus á
umstøðurnar hjá listafólkum. Við
hesum vísir mann á, at politiski
myndugleikin ikki bara uttan víðari
kann skerja játtanina og taka listafólk
fyri givið, sigur Ólavur Jakobsen