mánadagur 5. november 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
- At lærarar í barnsburðar
farloyvi eru við skerdan lut,
er eitt mál, sum Javnstøðu
nevndin eigur at taka í størs
ta álvara, tí hetta er eitt mál
um javnstøðu.
Tað
heldur
Herálvur
Jacobsen.
- Tá lærari fer í barnsburð
arfarloyvi, fær viðkomandi
fulla løn fyrstu 24 vikurnar.
Eftir tað fær lærarin løn úr
barsilsgrunninum,
men
í
mesta lagi 12.000 krónur um
mánaðin. Tíðina, lærarin fær
løn úr barsilsgrunninum, fær
hann ikki eftirlønarískoyti.
Hetta tíðarskeiðið er átta
vikur.
Herálvur Jacobsen vísir á,
at tað eru ikki bara lærarar,
ið verða raktir á henda hátt.
Allir lønarmóttakarar í lág
lønarbólkinum verða raktir.
- Í okkara føri er stórur
partur av limunum konufólk,
so nógvir av okkara limum
verða raktir við lønarmis
muni.
Herálvur Jacobsen sig
ur, at spurningurin um,
hvussu
lærarar
skulu
lønast, meðan teir eru í
barnsburðarfarloyvi, hevur
verið fyri í Javnstøðunevnd
ini og hevur eisini verið
fyri í samráðingum millum
Lærarafelagið og Fíggjar
málaráðið.
Somu løn alt
tíðarskeiðið
- Vit vilja hava, at lærarar fáa
somu løn alt tíðarskeiðið, teir
eru í barnsburðarfarloyvi.
Tað er einki at siga til, at
hagtølini siga, at kvinnur fáa
lægri løn enn mannfólk. Tær
eru rættiliga við skerd-an
lut, meðan tær eru í barns
burðarfarloyvi, og vit vita, at
flestu konufólkini eru longri
í barnsburðarfarloyvi enn
tíðina, tær fáa fulla løn frá
arbeiðsgevaranum.
Hann leggur aftrat, at
hetta átti at verið eitt mál,
sum Javnstøðunevndin ar
beiddi nógv meiri við.
Formaður Føroya Lærara
felags ásannar, at skal lønar
mismunurin í sambandi við
barnsburð rættast, kostar
tað nógvar pengar.
- Undir samráðingunum
var málið fyri, men varð
ongantíð
viðgjørt
rætti
liga. Hetta er bæði eitt javn
støðumál og eitt stættarmál.
Tað er heldur ikki rímiligt, at
mannfólk, sum velja at fara
í barnsburðarfarloyvi, ikki
fáa løn tær fýra vikurnar, teir
hava rætt til, sigur Herálvur
Jacobsen, við heimasíðuna
hjá Skúlablaðnum.
Lærarar í barnsburðar
farloyvi við skerdan lut
- Vit vilja hava, at lærarar fáa somu løn alt tíðarskeiðið, teir eru í barnsburðarfarloyvi. Tað er einki
at siga til, at hagtølini siga, at kvinnur fáa lægri løn enn mannfólk. Tær eru rættiliga við skerdan lut,
meðan tær eru í barnsburðarfarloyvi, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag
- Í okkara føri er stórur partur av limunum konufólk, so nógvir av okkara limum verða raktir við lønarmismuni, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Vilmund Jacobsen
- Galdandi semingslóg er
frá 1928, og tað er tí einki
at siga til, at tað aftaná 85
ár er tørvur á eini nýggjari
semingslóg, sum tekur hædd
fyri tørvinum hjá arbeiðs
marknaðinum.
Tað skrivar Vinnuhúsið í
dag.
Lagt verður aftrat, at
síðan 1928 hava bert smærri
broytingar verið gjørdar í
semingslógini,
og
Føroya
Arbeiðsgevarafelag fegnast
tí um, at Vinnumálaráðið
ætlar at leggja uppskot til
nýggja semingslóg fyri løg
tingið.
- Endamálið hjá sem
ingsstovninum
er
ikki
bert at hjálpa pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum
at
finna eina loysn. Flest øllum
kunnugt rakar ein arbeiðs
steðgur á arbeiðsmarknaði
num nógv breiðari enn bara
partarnar, sum ikki finna
eina sáttmálasemju.
Samfelagsligar
avleiðingar
Føroya Arbeiðsgevarafelag
heldur tað tí vera minst
líka so týdningarmikið, at
semingslógin
og
amboð
ini, hon gevur, eru tíðar
hóskandi
og
tillagað
tí
arbeiðsmarknaði og sam
felag, vit hava, soleiðis at hon
er við til at minka um sam
felagsligu avleiðingarnar av
einum arbeiðssteðgi.
- Hóast vit hava sent
Vinnumálaráðnum
nakrar
viðmerkingar til broyting
ar í uppskotinum, eitt nú
um fíggingina av stovni
num, meta vit yvirhøvur, at
uppskotið frá Vinnumála
ráðnum er eitt stórt stig
framá fyri semingsstovnin og
fyri arbeiðsmarknaðin, sigur
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið sigur, at vónandi
fáa vit - nú eftir 85 ár við
verandi semingslóg - eina
nýggja
semingslóg,
sum
hóskar til arbeiðsmarknaðin
og samfelagið, vit hava í dag.
Neyðugt við nýggjari semingslóg
- Hóast vit hava sent Vinnumálaráðnum nakrar
viðmerkingar til broytingar í uppskotinum,
eitt nú um fíggingina av stovninum, meta vit
yvirhøvur, at uppskotið frá Vinnumálaráðnum er
eitt stórt stig framá fyri semingsstovnin og fyri
arbeiðsmarknaðin, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag