Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rættarmálið byrjað Klokkan gjørdist næstan 10, áðrenn rættarmálið móri 33 ára gamla kroatanum, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, byrjaði Leo Poulsen Tað er trongt í rættarsali 1 í Føroya Rætti í dag. Upprunaliga skuldi rætt­ armálið byrja klokkan 9.15, men klokkan var næstan 10, áðrenn nevningarnir komu í rætarsalin, har teir vórðu svornir í eið. Síðani vórðu teir tólv nevningarnir og teir tveir supplantarnir sendir í eitt rúm fyri seg, at velja ein formann ella talsmann. Av teimum tólv nevn­ ing­unum eru átta kvinnur og fýra menn, og báðir supplantarnir eru kvinnur. Tíðin annars hevur gingið við at greiða nevningum og áhoyrarum frá, hvussu fólk eiga at bera seg at í sambandi við rættarmálið. Í førum sum hesum, er ikki bert talan um supplantar til nevningarnar, men eisini er ein annar dómari til sakarmálið. Fyrsti dómari er Henrik Møller, og annar dómari er Anna Eiriksdóttir. Ákæriritið verður nú lisið upp, og tað umfatar eina røð av sviki við visakortinum hjá Pidda fyri tilsamans smáar 70.000 krónur. Eisini var kroatin ákærdur í fyrsta lagi at hava gjørt av við Pidda við slagi av onkrum slag, og í øðrum, triðja og fjóra lagi at hava gjørt av við Pidda einsamallur ella saman við øðrum. Kanska hjálparmann Soleiðis, sum ákæruritið er orðað, er tað okkurt sum bendir á, at 33 ára gamli kro­ atin kann hava havt ein hjálparmann. Tað er ein sannroynd, at Piddi var ikki av lættastu monnum, og tí hevur tað kravt nakað av styrki, at beina hann full­ komiliga burtur. Tí hevur ákæruvaldið eis­ ini tikið hædd fyri, at onkur kann hava hjálpt ákærda kroatanum. Roknað verður við ein­ um rættiliga drúgvum sak­ ar­máli, tí heilar tríggjar vik­ur eru setta av. Álagt er nevningunum, ikki at tosa um málið alment, og í heila tikið bert at tosa við dómaran um málið. Tað vera lagdir steðgir í rættarmálinum, og álagt er fólki ikki at mala inn og út úr rættarsalinum. Miðlarnir eru væl um­ boðaðir. Útvarpið hevur eitt umboð, sjónvarpið eitt, Dim­ malætting eitt og Miðla­húsið tvey umboð í rættar­salinum. Ein stórur partur av áhoyr­-arunum er familjan hjá Pidda, sum er komin at fylgja við málinum. Tað, sum annars hendir í morgun er, at ákæruritið verður lisið upp, og síðani byrjar avhoyringin av ákærda. Tað var óttast fyri, at rættarmálið fór at gerast ógvuliga drúgt, tí alt verður tulkað, men tulkurin hevur higartil víst seg at vera ógvuliga effektiv, og tí verður málið ikki seinkað munandi av teirri orsøk. Piddi helst dripin við steikipannu Ákærdi kroatin saman við tokinum Tekning: Janus Guttesen Linda Hesselberg, ákæri, greiddi fyrrapartin frá, hvørjum nevningarnir skulu lurta serliga væl eftir Leo Poulsen Ákæruvaldið hevur eina prinsipala ákæru, og tríggjar subsiduerar. Og ákærin legði dent á, at tað er einki, sum bendir á, at fleiri enn ákærdi hevur verið við til at beina fyri Pidda. Motivið, segði Linda Hess­ el­berg, var, at ákærdi ynskti at yvirtaka húsini hjá Pidda. Somuleiðis staðfesti ákær­ in, at ákærdi maðurin hevði tikið lívið av Pidda í egnu húsum hansara. Hann hevur sum nevnt nýtt eina steiki­ pannu at drepa Pidda við. Nú klokkan 13, tá rættar­ fundurin verður tikin upp aftur, fer ákærin at greiða frá, hvussu drápið heilt ná­ greiniliga er farið fram eftir teirra meting. Í Føroya Rætti fyrrapartin hevur ákærin greitt frá, at ein steikipanna var nýtt í drápsmálinum um Pidda