Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 80 ára føðingardagur Týsdagin tann 6.nov., verður Thomas C. Jacobsen, Søldarfjørður 80 ár. Føðingardagurin verður hildi heima á Byrgisvegi 1 í Søldafirði, 6.nov, frá kl. 10. Til 15. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Tórsdagin 8. november verður Danjal Bjarkhamar 60 ár. Í samband við føðingardagin, verður opið hús í Stóra Pakkhúsi í Vági, leygardagin tann 10. november frá kl. 12 til 19, har øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur. Ónsdagin, 14. novembur, fyllir Gretha Lassen í Vági, 75 ár. Dagurin verður hildin í meinigheitshúsinum fríggjadagin 16. novembur frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Hósdagin 8. nov. hava Maria og Jóhan F. Magnussen í Miðvági verið gift í 60 ár. Fríggjadagin 9. nov er opið hús heim hjá teimum frá kl. 15. Øll eru hjartaliga vælkomin. Á samkomu tann 29.10.12 fingu Bjarni Nattestad, Oddur M. Jakobsen og Dávur Magnussen prógv sum løgreglumenn á Politiskúlanum í Brøndby, Danmark. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og blídan byrd framyvir. Merkisdagar Prógv Góði Magni, tungt var at siga tær farvæl, nú tú vart heima í summar og aftur skuldi avstað. Helst hugsaðu vit øll okkara, men tú vart bjartskygdur sum altíð og livdi í vónini um, at alt fór at laga seg, hóast álvarsliga sjúku seinasta árið. Og tú hevði ivaleyst orskøkir til tess, tí alt sá jú so ljóst út,áðrenn tú komst heim at vitja. At tað so skuldi ganga so skjótt afturá hin vegin, nú tú vart farin til Noregs aftur, hevði eingin okkara væntað. Eg tosaði við teg týskvøldið 2. okt, og tá bíðaði tú spentur eftir at hoyra um avgerðina, ið læknarnir høvdu tikið. Tú vart viknaður, men hevði tó ikki givið skarvin yvir. Boðini frá læknunum vóru ring : har var eingin viðgerð longur at heinta, og so legði tú alt í Harrans hendur. Bert 3 dagar seinni vart tú farin frá okkum. – Sorgin er stór og kann ikki lýsast í orðum. Magni var timburmaður, men royndi eisini annað her í lívinum. Var sum blaðungur við línuskipi undir Grønlandi, og onkran ísfiskatúr var hann eisini hetta sama árið. Seinni fór hann í timburlæru, og hetta gjørdist hansara yrki burturav. Fyrstu árini smíðaði hann har suðuri, men eisini var hann mong ár í Havn. Eitt tíðarskeið arbeiddi hann í Grønlandi, og fyrst í 90’árunum fór hann so til Noregs. Har bleiv hann verandi. Haðani fann hann Solveig, sum seinni gjørdist kona hansara. Á hvørjum ári vitjaði hann tó heim aftur á klettarnar. Magni gjørdi vanliga ikki nógv um seg, har hann var. Hann var sera góður við øll síni nærmastu – ikki minst børnini, og øll vóru eisini góð við Magna. Góði Magni, dagurin var ein av teimum fagrastu, nú tú vart borin til gravar. Ikki ein ond rørdist, og sólin skein so fagurliga. At tú eisini vart avhildin ímillum starvsfelagar og onnur har í Noregi, var sjón fyri søgn henda dagin. Vælvald og nemandi vóru orðini frá presti – og ikki minni frá starvsfelagunum báðum, sum eisini sluppu at siga nøkur orð. Væl av fólki var komið saman í hugnaligu kirkjuni – eisini fleiri føroyingar. Tú vart grivin í lítla kirkjugarðinum niðan fyri kirkjuna oman ímóti sjóvarmálanum, við havsbrúnni í ein vestan. Vestur ímóti lítla oyggjalandinum, har tú sleit tínar barnaskógvar, og sum var tær so kært. Hvíl í friði kæri bróðir. Páll Bert ein dag eitt bil í senn eg fái. Soleiðis tekur Lina Sandell til í einum av hennar mongu vøkru sálmum. Og vit eru uttan iva mong sum mugu ásanna at: Ja vit fáa bert eitt bil í senn! Tí mitt í sínum yrki og sínum aktiva lívi bleiv okkara góði samstarvsfelagi Atli Dalsgaard bráddliga tikin frá okkum. Og nú skjótt 3 vikur seinni standa vit enn spyrjandi til hvussu skjótt mannalívið kann fara frá okkum. Og tað er ikki til at koma uttanum at tað er ein sera dyggur smeitur fyri øll, ikki bara konu, børn, abbabørn, pápa, systkin og øll hini í familjuni, men eisini bygdarfólkið og oyggjarbúgvararnir og vit í Bil Sandoy hava nú mist eina eldsál. Fyri okkum var hann uppá mangar mátar álitið. Í 8 ár hevur hann koyrt skúlabørnini, frá Skálavík til Meginskúlan og eitt ótal av ferðafólki um alla oynna. Og mangir bólkar sum komu til oynna høvdu eitt serligt ynski um at fáa Atla sum bussførara tí hann var ein so livandi og gevandi bussførari. Hann greiddi frá sum fáur og var ikki bangin at syngja ein sálma ella kvøða eina vísu megan hann koyrdi ferðafólk! Og hetta gjørdi hann heilt til tað síðsta, tí sama morgun sum hann bráddliga fór frá okkum hevði hann koyrt skúlabørn og ein bólk av børnum til Dals. Har hevði hann undirhildi sum hann so mangan gjørdi! Atli var fyri okkum ein arbeiðssamur maður, sum var skjótur at takað ábyrgd. Hann strekti seg langt fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt. Og hann var hjálpsamur sum fáur. Einaferð kom ein klassi suður til Dals. Atli koyrdi tey. Á vegnum steðgaði tey við Grástein í Húsavík. Øll fóru rennandi úr bussinum, uttan ein næmingur. “Eg sleppi ikki við oman” sigur hesin næmingurin sum var rørslutarnaður. “Jú sjálvandi skalt tú oman á Gráastein saman við teimum, segði Atli og tók næmingin upp í føvningin og bar hann oman á Gráastein og niðan aftur í bussin, so at hann kundi verða saman við restini av flokkinum! Soleiðis var Atli. Hann gekk høgt uppí at skúlabørnini søgdu góðan morgun tá tey komu í bussin á morgni. Og tá hann setti tey av við Meginskúlan ynskti hann teimum altíð ein góðan dag og bað tey um at lurta væl eftir lærarunum! Soleiðis var hann ein fyrimynd fyri børnini og okkum øll. Atli flutti av oynni eitt tíðarskeið, men tá hann flutti aftur kom hann við einum positivum anda sum smittaði yvir á tey hann starvaðist saman við. Hann kom altíð inn á verkstaðið og fekk sær ein kaffimunn og eitt gott prát áðrenn arbeiðsdagurin veruliga byrjaði. Hann vissti altíð okkurt at siga frá. Atli var ein fyriskipari. Hann stóð mangan á odda fyri tiltøkum bæði á oynni og aðra staðir við. Hann hevði altíð nógv jørn í eldinum. Tí er Atli ein stórur missur fyri felagið Bil Sandoy og fyri alla oynna! Men missurin er uttan iva størstur hjá tær góða Laila og hjá børnunum og abbabørnunum, systkjunum og tær Palla. Okkara tankar eru hjá tykkum! Tað er so sætt sum prestur endaði talu sína við í kirkjuni. Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Men góðu tit! Vón okkara er ikki at doyggja. Vón okkara er við trúnni á Jesus Krist, at liva! Við hesum orðum lýsa vit við virðing og tøkk, frið yvir minnið um okkara góða samstarsvfelaga Atla Dalsgaard. Samstarvsfelagirnir Á Bil Sandoy! Minningarorð um Magna Mortensen f. 31.07.1951 – d. 06.10.2012 Minningarorð um Atla Dalsgaard f. 14.12.1960 og d. 08.10.2012 Brúðleyp