mánadagur 5. november 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Merkisdagar
Í dag fyllir Jákup Simon
sen, deildarleiðari fyri í
mentamálum hjá Tórs
havnar Kommunu 60 ár.
Jákup hevur starvast í
hesum starvi síðani 15.
juli 1985, og er nógv hent
á mentanarøkinum hesi
farnu 27 árini. Jákup hev
ur útbúgvingar, bæði sum
lærari
og
elektrikkari.
Jákup er sonur Marthu
(fødd Joensen) úr Leirvík
og Sigurd R.F. Simonsen
úr Sandavági. Martha og
Sigurd fluttu til Fugla
fjarðar í 1938. Jákup er
yngstur av 9 systkjum.
Hini eru Ása (1934), Árni
(1936-1999), Marjun (1937),
Anna (1940), Sigurd (1942),
Hjørdis (1944), Petur (1947)
og Randi (1950). Jákup er
pápi hjá trimum børnum.
Tey eru Linda, Sigurð og
Eirikur. Føðingardagurin
verður hildin saman við
teimum nærmastu í dag.
Jákup
Simonsen
60 ár
kommunuval 2012
Klaksvíkar kommuna
– ein kommuna
fyri okkum øll
Rotið ella well ??
Hesa
seinastu
býráðs
setuna havi eg fleiri ferðir
”krympa tær” tá avgerðir um
líkt og ólíkt hava verið tiknar
og líka ofta havi eg sagt við
meg sjálvan: ”Hatta kann ger
ast betur”.
Tað er høvuðsorsøkin til,
at eg stilli upp. Tí tað kann
gerast nógv betur!!
Eitt dømi um hetta er
miðbýarætlanin, sum eftir
hondini er so rúgvismikil, at
uppskot og tekningar rúm
ast í fleiri bingjum.
Nú er nokk av peningi
brúktur til uppskot og tekn
ingar av miðbýnum. Her skal
handlast og miðbýurin skal
taka skap.
Mítt
slagorð
er:
”Ein
kommuna fyri okkum øll” og
tað er eisini mín áskoðan um
ein komandi miðbý.
Tað finnast fólk her í
kommununi, sum eru virkis
fús og hava áræði til at ska
pa mentanar- og trivnað
artilboð, sum hóska seg í
einum livandi miðbýi.
-Lat hesi sleppa at gera
tónleikastøð við og uttan
skeinkingarloyvi.
-Lat hesi sleppa at gera
kaféir við og uttan skeink
ingarloyvi
-Lat hesi sleppa at gera
dansitiltøk við og uttan
skeinkingarloyvi.
Kommunan skal ikki hava
avmarkingar til skeinking
arloyvir og leggja forðingar
í
vegin
fyri
virkisfýsni.
Kommunan skal spæla við
og viðmæla. Vit eru nógv
sum duga mátahald og hava
eitt púra nátúrligt forhold til
skeinking.
Tað er í lagi at vera lívs
njótari aftaná ein arbeiðsdag
ella arbeiðsviku.
Tey ungu yvir 18 ár halda
her er rotið og alt ov fáir val
møguleikar, tá farast skal í
býin. Tey ríma til Havnar í
vikuskiftinum fyri at fáa eitt
fjølbroytt býarlív, sum er til
stóran ampa og stúran hjá
teimum nærmastu. Tað er
púra náttúrligt at ung fólk
vilja royna sítt flog, men best
var um tey kundu byrjað í
sínum heimaumhvørvið.
Eg veit fullvæl, at tað er
ymiskt hvørji virðir og áskoð
an vit sum búgva í Klaksvík-
ar Kommunu hava og tað
virði eg fult út. Men í mínum
hugaheimi
skal
sjálvsav
gerðarrætturin hjá vaksnum
fólki takast í álvara og vera
í hásæti og tí kann tað eina
ikki útihýsa einum øðrum.
Eg havi onga ætlan um
at fáa persónligar ella fíggj
arligar fyrimunir í einum
møguligum býráðssessi, men
eg ynski at verða boðberi hjá
borgarum, ið deila somu virð
ir sum eg sjálvur.
Karl Marius Poulsen
Býráðið samtykti
nýskapanarhúsið
Tórshavnar
býráð
hevur
samtykt
hóskvøldið
at
brúka húsið í Kongagøtu 7
til íbirtarahús ella nýskapan
arhús. Býráðið hevur eisini
samtykt at taka undir við
einum uppskoti um, hvussu
nýinnrættan av tveimum
hæddum verður fíggjað.
Innrættað
verður
eitt
hampiligt felags skrivstovu
høli og eisini stakar skriv
stovur. Haraftrat verða rúm
til felags facilitetir av ymsum
slag.
Kommunan ætlar at fáa í
lag samstarv við vinnulívið
og
útbúgvingarstovnar
í
kommununi um ráðgeving
og verkætlanir eins og um
virksemi í húsinum sum
heild. Fróðskaparsetur Før
oya og Vinnuhúsið hava sýnt
ætlanini áhuga.
Kommunan
staðfestir
í málinum, at hon eigur at
virka við til at dynamikkurin
og skapanarhugurin hevur
betri sømdir.
“Fyri
eina
kommunu,
sum vil framá, er neyðugt
við einum breiðum vinnu
lívspolitikki, ið skapar betri
vakstrarmøguleikar
hjá
teimum, sum hava góð hug
skot.
Her er nýskapanarhúsið,
House of innovation Tórs
havn, ein sera góð byrjan og
eitt ógvuliga sterkt signal,
sum ikki kann undirmetast,”
sigur Tórshavnar kommuna.
Býráðið samtykti málið
við 12 atkvøðum fyri og ein
ari ímóti.
Jógvan Arge, býráðslimur
fyri Tjóðveldi