mánadagur 5. november 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Annika Olsen, landsstýriskvinna
fyri norðurlendskt samstarv
Føroyska landstýriskvinnan
við ábyrgd fyri Norður
lendskt Samstarv hevur ti
kið lut í ársfundinum hjá
Norðurlandaráðnum í Hel
singfors. Eg fari í greinini at
koma inn á nøkur av teimum
evnum, har eg havi luttikið
saman við norðurlendsku
samstarvsfeløgum mínum.
Sum
norðurlendskur
samstarvsráðharri havi eg
ábyrgd fyri samskipanini av
norðurlendska
samstarvi
num á stjórnarstigi. Sam
starvsráðharrarnir taka av
gerðir av yvirskipaðum slagi,
so sum fíggjarætlanina.
Eisini
í
útnorðurhøpi
hava samstarvsráðharrarnir
í Føroyum, Íslandi og Grøn
landi sum uppgávu at vera
bindilið millum virksemið hjá
sjálvum tingmannaráðnum
og tey ymisku stjórnarráðini.
Í hesum sambandi var eisini
fundur við formanskapin í
Útnorðurráðnum.
Samstarvsavtala við
Grønland og Áland
Føroyar, Grønland og Áland
hava í longri tíð verið sinnað
at gera avtalu um samstarv
innan fyri norðurlendskt
samstarv. Saknur hevur ver
ið á at londini í betri mun
gagnnýta
møguleikan
at
arbeiða saman um mál av
felags áhuga.
Tá samstarvsráðharrarnir
úr londunum hittust á fundi
á Svalbard í september, varð
eitt sokallað letter of intent
undirskrivað.
Hetta
var
formiliga grundarlagið fyri
avtaluna, sum varð undir
skrivað í Helsingfors.
Tað hevur alstóran týdn
ing, at smærru londini í
norðurlendska
samstarvi
num duga at arbeiða væl
saman.
Sambært
nýggju
samstarvsavtaluni
millum
Føroyar, Grønland og Áland
skulu londini samstarva á
stjórnarstigi, á tingmanna
stigi og á embætismanna
stigi. Endamálið er, at vit í
best møguligan mun koma
at draga somu línu í málum
av felags áhuga.
Hóast vit ikki altíð eru
samsint á øllum økjum, so
er ynskið altíð at vit ikki
arbeiða ímóti hvørjum øðr
um. Her hugsi eg serliga um
limaskapsspurningin,
har
Føroyar greitt ynskja fullan
limaskap, meðan Grønland
og Áland í størri mun eru
nøgd við verandi viðurskifti.
Tó stuðla londini hvørjum
øðrum í málum, sum vit
ynskja at røkka saman, eins
og vit stuðla hvørjum øðrum
í málum, vit ynskja at fremja
hvørt sær.
Føroyskur limaskapur
Spurningurin um fullan før
oyskan limaskap í Norður
landaráðnum var ikki formi
liga til viðgerðar á fundinum,
men eitt nú nevndi løgmaður,
at eingin ivi skal vera um
grundleggjandi
føroyska
ynskið um limaskap.
Føroyar hava luttikið í
norðurlendska samstarvinum
í fýra áratíggju. Nógv mál eru
rokkin hesi árini, men vit
luttaka enn ikki í yvirskipaða
partinum, har forsætis- og
uttanríkisráðharrarnir taka
avgerðir um norðurlendska
samstarvið. Føroyar søktu
um limaskap í 2003, men fingu
í staðin sokallaða Álands
skjalið.
Álandsskjalið
gevur
í
veruleikanum ikki nýggj og
fleiri rættindi í mun til fyrr.
Eg eri sannførd um, at før
oyskur limaskapur merkir
eitt sterkari norðurlendskt
samstarv. Tað einasta, ið
vantar, er politiskur vilji, og
tað stríðist eg støðugt fyri at
vinna millum norðurlendsku
starvsfelagar mínar.
Eg havi umrøtt spurning
in óformiligt við fleiri høvi í
farnu viku, og eg kenni meg
styrkta í vónini um, at før
oyskur limaskapur kemur at
vinna undirtøku.
Norðurlond
arbeiða
í
løtuni við spurningin um
meira umfatandi samstarv
í Arktis og í Norðuratlants
havi. Tá gerst spurningurin
bert enn meira viðkomandi,
at vit eiga at luttaka á javn
bjóðis føti við bróðurtjóð
ir okkara um samstarvið í
okkara egna øki.
Tá Føroyar fáa fullan
limaskap í Norðurlandaráð
num, merkir tað ítøkiliga eitt
limagjald áljóðandi um leið
1 mió. kr. Við hesum skulu
vit sjálvsagt hava í huga, at
talan er um luttøku í øllum
viðkomandi virksemi, hava
fulla ávirkan á tær avgerðir,
ið verða tiknar, eins og vit
skulu lyfta okkara part av
ábyrgdini, ið fylgir við.
Næsta stigið verður nú,
at eg fari at taka spurning
in um formligan limaskap
upp á komandi samstarvs
ráðharrafundi.
Samstarvs
ráðharrafundur
Norðurlendska samstarvið
kann ikki loyva sær at
standa í stað, og tí vóru
grundleggjandi spurningar
um framtíðar virksemið í
felagsskapinum til viðgerðar.
Londini samdust um, at sam
starvið í flestu førum eigur
at uppraðfestast.
Í sambandi marknaðforð
ingar millum Norðurlond
er ein ítøkiligur trupulleiki.
Eitt nú tá norðurbúgvar flyta
millum londini, er vandi fyri,
at borgarar missa vunnin
rættindi, tí hesi ikki kunnu
flytast millum londini. Eisini
í vinnuligum høpi finna vit
forðingar.
Eg vísti í hesum sam
anhanginum á týdningin
av at tryggja lógarsmíðið í
londunum, soleiðis at atlit
verða tikin fyri regluverkið
hjá grannum okkara, soleið
is at forðingar ikki íkoma
longu í byrjanini, sá nýggjar
lógir verða gjørdar. Tað er
sjálvandi ein serlig avbjóðing
at taka hædd fyri ES-reglur
nar, sum Danmark, Svøríki
og Finnland náttúrligt eru
bundin av.
Fíggjarætlanin hjá ráð
harraráðnum stendur fyri
skerjingum komandi árini.
Eg havi víst á, at ein miðvís
spariætlan eigur at taka støði
í nágreiniligum metingum
heldur enn ‘pleniklipparan’.
Tað er eingin ivi um, eftir
míni meting, at ráðið fremur
og stuðlar nógv gott og týdn
ingarmikið
virksemi,
har
eisini Føroyar njóta ágóða.
Tað er tó ein treyt, at vit
eru virkin í samstarvinum,
og sum soleiðis gerast part
ur av teimum møguleikum,
ið stinga seg fram. Bæði
innan fyri norðurlendskt
mentanar-
og
gransking
arsamstarv
fáa
Føroyar
góða og ítøkiliga úrtøku. Vit
skulu tí eisini taka hóskandi
ábyrgd á økjum, har vit eiga
viðkomandi førleikar.
Makrelur
Tað hevur týdning, at Norð
urlond kunnu frítt skifta
orð um torførar spurningar
við. Í hesum sambandi varð
makrelmálið eisini frammi.
Á fundi við formanskapin
í
Útnorðurráðnum
varð
upplýst, at ráðið fer at taka
makrelmálið upp á fundi
í Brússel við ES-myndug
leikarnar har. Tað er týdn
ingarmikið, at vit varpa ljós á
trupulleikan frá fleiri ymisk
um sjónarhornum í senn, og
eg veitti Útnorðurráðnum
mín fulla stuðul í at taka
málið upp beinleiðis við ES.
Mannahandil
Norðurlandaráðið
arbeiðir
nógv við spurninginum um
mannahandil. Talan er um
ein trupulleika, sum ikki
kennir nøkur mørk, og sum
í dag er ein stórídnaður
burturav – einans narkotika-
og vápnahandil eru størri.
Tvangsarbeiði og kynslig
misnýtsla eru umboðað í
yvirmát, og eini 5,5 milliónir
børn eru offur fyri manna
handli. Hetta er nakað, sum
eg ikki kann góðtaka, og sum
eg vil stríðast ímóti.
Bæði á fundi við sam
starvsráðharrarnar
og
í
serliga orðaskiftinum um
mannahandil segði eg mína
hugsan
um
trupulleikan,
sum eg haldi eigur at rað
festast høgt.
Eg vísti m.a. á, at tørvur
er á upplýsing og vitan. Eg
kundi somuleiðis upplýsa,
at vit í Føroyum arbeiða
við kunningartilfari, sum
møgulig offur kunnu finna
upplýsingar
um
Føroyar,
um rættindi og skyldur hjá
borgarum, og um hvussu ein
kann seta seg í samband við
eitt nú løgreglu, lækna og
kreppumiðstøð.
Vit skulu sjálvandi ikki
skapa stigmatisering av ávís
um bólkum, men vit eiga at
lýsa trupulleikan á hóskandi
hátt. Vit skulu duga at síggja
tekin um mannahandil, til
kalla viðkomandi myndug
leikar og yvirhøvur sam
starva tvørtur um mørkini
í Norðurlondum. Í hesum
sambandi er løgreglusam
starv av serligum týdningi.
Føroyar og norðurlond
Í Finnlandi er eitt Føroya
felag, sum eitur Tjaldur, og
sum hevur til endamáls at
kunna um Føroyar. Hesar
dagarnar skipaði Tjaldur,
saman við Norrøna Felag
num, fyri áhugaverdum til
taki, har eg helt eina røðu
fyri áhoyrararnar. Veruliga
keldan til gott norðurlendskt
samstarv spríkir burtur úr
einum
livandi
samskifti
millum politisku skipanina
og fólkið í Norðurlondum.
Tí leggi eg sum samstarvs
ráðharri sera stóran dent
á samstarvið við Norrønu
feløgini.
Norðurlendska
sam
starvið er ein livandi sam
anseting, har Føroyar hava
eitt einastandi høvi at knýta
samband við tjóðir, sum
hvør í sínum lagi virka á
altjóða pallinum. Men tað er
samstundis ein sera átroð
kandi spurningur fyri okk
um, hvat vit ynskja at gagn
nýta sambandið til.
Koma vit ófyrireikað til
fundir o.l., verður úrslitið
helst har eftir. Hinvegin eri
eg sannførd um, at Føroyar
fáa almikið burturúr, um vit
hava áræði, vísa dugnasemi
og eru miðvís í samstarvi
num.
Stundum
kann
vera
trupult at finna neyðugu
ráðini at røkja føroysku
áhugamálini, men hinvegin
heldi eg, at vit enn verri hava
ráð at halda okkum burtur.
Eg fari sum føroyskur sam
starvsráðharri at skipa soleið
is fyri, at føroyska luttøkan í
norðurlendska samstarvinum
verður meira sjónlig, og at allir
partar skulu kenna til og vita
um virksemið hvør hjá øðrum.
Tað er neyðugt at vit duga væl
at samskipa og arbeiða saman
um norðurlendsk mál.
Vit
eru
norðurlendskt
fólk, og vit eiga okkara
náttúrliga
pláss
millum
norðurlendsku
tjóðirnar.
Tað skulu vit læra at bæði
at virða og at gagnnýta til
fulnar.
Ársfundur Norðurlandaráðsins 2012
Annika Olsen, landstýriskvinna, Manu Sareen, danski samstarvsráðharrin,
og Palle Christiansen, grønlendskur landstýrislimur, luttóku á jøvnum
føti í orðaskiftinum hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum