Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kári P. er hinumegin ringvegin Nú ein dagin sást, at Bogi Andreasen úr Fólkaflokki­ num hevði sett innlendis­ málaráðharranum Kára P. Højgaard, fyrispurning um mest tiltrongdu vegagerðina í landinum – nevnliga inn­ koyringarvegin til Havnina. Svarið frá Kára var púra greitt “Ongin nýggjur vegur kemur enn á sinni.” Tað fyrsta, sum fall mær í huga, tá eg las fyrispurningin hjá Boga var, hví hann man spyrja landsstýrismannin? Hevur hann ikki sitið í býrðanum í Havn í fleiri ár, nøkur sum tjóðveldismaður og nøkur sum fólka­floks­ maður - og tá bæði í andstøðu og samgongu? Veit hann ikki betur? Um ikki, so kann eg loyva mær, sum sivilur havnaborgari, at fortelja honum hví inn­koyr­ ingarvegurin liggur í hálvum gekki. Tórshavnar Býráð hevur í 4-5 ár klandrast við landsverk og landsstýrið um hvørjum innkoyringarvegurin skal tæna. Eitt klandur, sum á ongan hátt stendur mát við teir trupulleikar vantandi vegaloysnin skapar. Hitt er so, at øll vita, at tað er Fólkaflokkurin, sum setur dagsskránna í Tinganesi, og at tað eina og alleina er Fólkaflokkurin, sum raðfestir innkoyringarvegin inn í Havnina. So tað er har, ið Bogi skal spyrja. Men so frægt man hann vita. Fólkaflokkurin er serkønur í dupultspæli, og dugir so fram úr væl at vinna atkvøður í Havn. Men tá ið tað snýr seg um at løna havnaborgarum nakað aftur, verða atkvøðurnar altíð vig­ aðar og funnar ov lættar. Hugsa bara um seinasta løgtingsval... Onkustaðni eru vit Havnafólk bara ov lagalig og úrslitið er hareftir. Sjálvur haldi eg, at Bogi Andreasen er ov góður til slíkt dupultspæl, og eigur at hjálpa havnafólkum og okk­ um, sum veruliga - ikki bara í orðum, men í gerðum – vilja loysa henda trupul­leikan. Tí skulu vit fyrst og fremst fáa smáklandrið við Landsverk burtur, síðan fáa løgtingið og landsstýrið at raðfesta innkoyringsvegin til Havnar soleiðis, at farast kann undir vegagerðina næsta ár soleiðis at vegurin verður klárur at taka í nýtslu í 2014. Bogi kann so hóskandi krevja sín flokk í Tinganesi eftir einari váttan, at hetta letur seg gera. Kári P. er jú hinumegin ringvegin. Tað vita øll longu av. Gott at fingið svar áðrenn kommun­ uvalið, so vit øll vita hvar Fólkaflokkurin stendur í hesum máli. Poul Clementsen Framsókn Heimsins bestu rávørur, Gastro­nomisk ferða­manna­ vinna Ongastaðni fær tú so góðan og vælsmakkandi fisk og skeljadjór sum av føroysku grunnunum. Nú fjøllini verða gingin er onki sum kann máta seg við feskt, føroyskt lambskjøt og nú byrjar tað at anga av røstum úr hjallunum, gott kálva­ kjøt er at fáa, ja, góða heystið er komið. Flestu okkara hava kunnleika til eplir og røtur, men vit gera alt ov lítið við grønmeti hóast tað er ótrúligt hvat kann vaxa her, td., nogv sløg av káli, leykir av alskins slagi, purrur, radisur, purleykur, bótarurt, aðr­ ar kryddurtir, jarðber osfrs., og tá ein fyrst hevur smakkað føroyskt dild, ja, so vil man bara hava meira av hesum ríkidømi sum okkara grønmeti veruliga er, væl­smakkandi, heilsu­ góður slow food í heims­ klassa. Eg tori at siga at vit hava HEIMSINS BESTU rávørur. Vælkenda danska matstovan NOMA er kosin heimsins besta matstova hóast hon ikki hevur tilgongd til so góðar rávørur sum vit eru vælsignaði við. Tað er gongd i okkara gastronomisku rørslu í Havn og vænti eg at vit fara at fáa fleiri og fleiri matstovur á altjóða støði í komandi árum við Michelinstjørnum. Komandi Býráð skal leggja stóran dent á at bøta um umstøðurnar hjá hesi skjótt vaksandi vinnu í Høvuðsstaðnum. Vit eiga at hava am­bi­tió­ nir um at gera Havnina til Gastro­nomiska Høv­ uðsstaðin í Norður­lond­ um ! vit megna hetta um vit vilja tað ! Johan Mortensen Valevni Opinleiki og gjøgnumskygni – neyðugar fortreytir At bjóða seg fram til Bý­ ráðsvalið, er eisini at bjóða seg fram at umsita álit, rætt­ indi og fíggjarorku borgarans. Tí má Býráðið eisini vísa opinleika í teimum avgerðum, sum verða tiknar og taka borgaran við uppá ráð. Hetta kann betrast við øktum samskifti á netinum, betri kunningartænastu og við fleiri borgarafundum. Nógvir batar eru at hóma, men enn meira orka skal setast av til hetta. Tað er ikki nøktandi, at valda stýrið bert hittir borg­ aran í teim ymsu økj­unum, nakrar fáar vikur innan valið. So verður lovað í eyst og vest, hvat ið skal gerast - um tit velja rætt. So ganga nærum fýra ár innan borgarin frættir aftur. Hetta skal skipast, so at bygdirnar og ymsu stóru býlingarnir, skulu hava høvi at hitta tey fólkavaldu og seta spurningar, seta fram ynski og annars vera við í demokratiska arbeiðinum við fundum, ið verða ásettir beinanvegin nývalda Býráðið fer til verka aftur. Tað er alneyðugt at borg­ arin altíð kann hava álit á, at tær avgerðir sum verða tiknar í Býráðshøpi, verða tiknar útfrá fólkaræðisligum avgerðarhátti, har borgarar verða javnt settir og hoyrdir. X Langtíðarætlanir innan øll øki X Tryggja fakliga og virðiliga viðgerð og opinleika X Tilrættisleggjan, útbjóðing av og tekning av projektum, skal verða í opinleika og í fríari kapping X Andrea Heindriksdóttir – so hendir nakað Hettar er vegurin fram og tað er soleiðis eg ynski at arbeiða! Andrea Heindriksdóttir SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr www.ebenezer.fo kommunuval 2012