mánadagur 5. november 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Klaksvík
– Skal tú tosa við meg, spyr Heri
Johnson við einum smíli og tykist
øtast spurningarnar eftir stórtapið.
Heri Johnson er formaður í Team
Klaksvík, spælir sjálvur við og
hevur úr at gera við at venja ung
dómsliðini.
– Hetta var flóvusligt, men tapið
gjørdist alt ov stórt. Munurin er ikki
so stórur, men vit mangla tveir av
okkara bestu leikarum og tað merk
ist ov væl, sigur Heri Johnson.
Hálvleiksstøðan var 21-5. Serliga
illa stóð til í seinna hálvleiki, tá
heimaliðið bara skoraði tvey mál.
Undan dystinum var KÍF oddalið,
meðan Team Klaksvík var botnlið.
Tí kundi hugsast, at Team Klaksvík
fór at fáa ein torføran dyst. Tað
bleiv tað so sanniliga eisini.
Aftaná 20 minuttir var KÍF á
odda 16-1. Seinastu tíggju minutt
irnar fekk Team Klaksvík fýra mál,
meðan KÍF fekk fimm.
Í seinna hálvleiki helt gongdin
fram og tað var ikki fyrr enn í 14.
minutti, at Team Klaksvík aftur
fekk mál. Tá var støðan 30-6.
Tað endaði við 42-7 sigri til gest
irnar úr Kollafirði, sum nú hava 11
stig á fyrsta plássi, meðan Team
Klaksvík framvegis ikki hevur
fingið nakað stig.
Brúka teir lokalu
Dysturin fríggjakvøldið er ein greið
staðfesting av, at Team Klaksvík er
langt frá at verða kappingarført í
Atlantic Airways deildini. Burtur
eru lyklaleikararnir frá í fjør og
liðið er nú mannað við lokalum
ungum leikarum. Tað sæst aftur á
úrslitinum, men tað er ein ætlan við
gongdini.
Í fjør brúkti Team Klaksvík
fitt av pengum og fimm av leikar
unum, sum kunnu roknast sum
stamleikarar vóru aðrastaðni frá
enn í Klaksvík og tað metir Heri
Johnsson ikki er til gagn fyri felagið
í longdini.
– Í ár raðfesta vit teir ungu leik
ararnar fremst. Teir skulu mennast,
men tað kunnu teir ikki um vit ikki
brúka teir. Teir hava allir evnir at
blíva góðir og teir blíva bara betri,
sigur Heri Johnson.
Málið fyri í ár er, at allir leikar
arnir skulu hava ment seg, so fel
agið stigvíst kann koma longur
fram. Tað skal gerast við menna
yngru deildirnar og vísa teimum
ungu leikarunum álit.
Team Klaksvík hevur í løtuni
seks lið tilmeldaði. Eitt lið í Atlantic
Airways deildini og eitt lið í næst
bestu deildini, umframt tvey í
dreingir 10, eitt í dreingir 12 og eitt í
dreingur 14.
Hóast harða kapping frá serliga
fótbóltinum, so er áhugi hjá teimum
yngru fyri at spæla hondbólt.
Trupulleikin er hinvegin at finna
venjarar. Heri venur sjálvur tvey
lið, men ætlanin er, at fáa onkrar av
leikarunum at traðka til á venjara
frontinum eisini.
Venjaraspurningurin
ikki avgreiddur
Team Klaksvík hevur ongan venjara
havt higartil í ár. Fríðin Ziskason
hevur staðið á odda fyri liðnum
higartil í ár, men hann var burtur
staddur til dystin fríggjadagin. Heri
Johnson váttar, at Team Klaksvík er
í samráðingum við ein venjara, sum
umframt at taka sær av besta lið
num, eisini skal taka sær av teimum
yngru liðnum.
– Vit samráðast við ein venjara,
men eg fái ikki sagt meiri um hvør
tað er í løtuni. Møguleikin fyri at
hann kemur er minkaður nakað
seinastu vikuna, men hann sigur at
tað er 40 prosent møguleiki fyri at
hann tekur av, sigur formaðurin í
Team Klaksvík.
Ov stórt tap
Tapið fríggjakvøldið hoyrir ikki
heima í bestu deildini í føroyskum
hondbólti. Munurin á liðnum var
alt ov stórur. Team Klaksvík gjørdi
eisini ein rúgva av tekniskum
barnafeilum, sum heldur ikki hoyra
heima í bestu deildini. Tað vita
klaksvíkingar eisini.
Men meðan vánaliga avrikið ikki
hoyrir heima í bestu deildini, so
hoyrir eitt hondbóltsfelag í Klaks
vík avgjørt heima í bestu deildini.
Vísur Team Klaksvík framgongd
og arbeitt verður miðvíst við ung
dómsarbeiðinum, so kemur ein
dagur, har eitt lokalt Team klaksvík
lið kann geva teimum flestu góða
mótstøðu.
Fyribils má Team Klaksvík tó
taka til takkar við leiklutinum, sum
absolutta botnliðið í føroyskum
hondbólti.
trondur@sosialurin.fo
Lemjandi ósigur steðgar
ikki Team Klaksvík
Hondbóltur Fríggjakvøldið tapti Team Klaksví heili 42-7 fyri KÍF. Úrslitið sigur alt um dystin,
men sigur eisini søguna um Team klaksvík í 2012. Raðfesting er nú ungdómsarbeiði
Í fjør brúkti Team Klaksvík fitt av pengum og
fimm av leikarunum vóru aðrastaðni frá
Savnmynd
Team Klaksvík - KÍF 7-42 (5-20)
Team Klaksvík: Jákup Pauli Ziskason 2, Beinur Heðinsson 1, Kristoffur Jacobsen 1, Beinir
Johannesen 1, Kjartan Jacobsen 1, Vilhelm Vilhelmsen 1
KÍF: Nicklas Selvig 9, Hans Eli Sigurbjørnson 7, Gert Hansen 5, Pætur Johannesen 4,
Damir Oros 3, Teitur Joensen 3, Rúni Jensen 3, Andrias Nielsen 2, Tony Weyhe 2, Súni
Johannesen 2, Fríði Weyhe 1, Daniel Skipper Fooed 1