mánadagur 5. november 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Undan hesum kappingarárinum var
avmarkað, hvussu stórar vónir hini
liðini høvdu til Neistan, ið annars
hevur verið millum tey fremstu
seinnu árini. Flestu profilarnir eru
burturi og í staðin verður arbeitt við
at byggja eitt nýtt lið upp, sum skal
gera ein vørr um nøkur ár, heldur
enn her og nú.
At Neistin er á rættari leið, sæst
alsamt oftari, nú fimm dystir eru
spældir. Gamaní, er einasti sigurin
vunnin á Team Klaksvík, ið er
uppaftur verri fyri við fólki, men
eisini í fleiri av hinum dystunum
hava taktirnar verið góðar, hóast
liðið í álopspartinum ikki er so væl
fyri, eitt nú uttan nakran veruligan
skjútta.
Grannauppgerðin í gjár var
heldur einki undantak, tí her fingu
menninir hjá Neistanum víst, at teir
kunnu standa seg sera væl í verjuni
og eisini eru væl fyri við málmonn
um. Tað sást millum annað ta allar
fyrstu løtuna, tá Neistin fekk hildið
Kyndli frá yvirhøvur at fáa mál í
meira enn tíggju minuttir.
Hinvegin er Kyndil eitt av lið
unum, ið hevur fingið nógv og gott
fólk, so liðið er munandi sterkari
enn síðsta vetur, tá tað endaði við
botnplássi. Og at dygdirnar hjá
Kyndli kunnu røkka heilt langt í
vetur, fekk liðið eisini víst í seinna
hálvleiki, tá tað eydnaðist at venda
øllum til egnan fyrimun, eftir at tað
hevði staðið á jøvnum í steðginum.
Spælandi
venjarin,
Finnur
Hansson, var í seinna hálvleiki
rættiliga náðileysur ímóti sínum
gamla felag, tí við sjey av teimum
17 málunum eftir steðgin var hann
helst fremsta orsøkin til, at Neistin
ikki fekk stórt meira burturúr, um
framt at Erlendur Johannessen við
fleiri góðum bjargingum pilkaði teir
bláu niður, so Kyndil stóð eftir sum
vinnari.
hilmarjan@sosialurin.fo
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
6
188
136
52
11
2 Kyndil
5
139
123
16
7
3 VÍF
5
139
119
20
6
4 H71
5
134
136
-2
6
5 StÍF
5
132
119
13
4
6 Neistin
5
109
122
-13
2
7 Team Klaksvík
5
82
168
-86
0
Festa deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
4
133
93
40
8
2 VB
4
98
99
-1
5
3 Kyndil
3
70
79
-9
3
4 StÍF
2
47
53
-6
2
5 VÍF/Tjaldur
2
44
51
-7
0
6 Stjørnan
3
58
75
-17
0
Hilmar Jan Hansen
Hóast tað kann vera eitt sindur
ósjarmerandi at síggja, at ein
góður spælari verður tikin úr
spælinum, so kann tað vera
neyðugt viðhvørt. Tað hildu
teir í H71 í øllum førum í gjár, tá
teir eftir steðgin valdu at mans
verja ársins spælara í fjør, Filip
Jojic, og tað gav úrslit, eftir at
VÍF hevði gjørt um seg ímóti
endanum á fyrra hálvleiki og
lagt seg fýra mál framum.
Uttan Jojic megnaði VÍF
ikki tað sama sum við Jojic, og
meðan hoyvíkingar skoraðu
átta ferðir tað fyrsta korterið
av seinna hálvleiki, fekk VÍF
bara trý mál – harav Filip Jojic
átti tey tvey. Og so var tað
brádliga H71, ið hevði lagt seg
á odda.
Ikki minst spældi Bogdan
Florea sín stóra leiklut í, at hoy
víkingar fingu gongd á, men
sannast má, at venjarin eisini
tordi at taka røttu avgerðirnar,
so liðið frá bonkinum og út
á vøllinum fekk ein greiðan
samanhang í, sum til endans
eisini merkti, at H71 fekk tvey
stig við sær heimaftur.
Hóast heimaliðið fekk mill
um lítið og einki at hanga
saman
í
seinna
hálvleiki,
sluppu gestirnir ikki ordiliga
avstað fyrr enn ta síðstu løtuna,
eftir at VÍF hevði kløkkað við
at koma upp á javnt, 25-25 og
26-26, men so skoraði H71 fýra
mál aftrat og fekk bundið fyri
posakjaftin, so stigini blivu
tryggjað.
Nokk ikki nakað dreyma
úrslit fyri VÍF, sum undan
kappingini var nógv tann
størsti favoritturin at vinna
meistaraheitið, men hinvegin
ein tiltrongd uppreisn hjá
meistarunum úr H71, sum ikki
hava verið so vælkoyrandi
síðstu dystirnar.
hilmarjan@sosialurin.fo
VÍF - H71 26-30 (15-11)
VÍF: Filip Jojic 10 (3), Martin Ritto 4, Holgar Durhuus 3, Andrias Eriksen 2, Joen Pauli
Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Bárður Brimvík 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Magnus
Müller 1
H71: Bogdan Florea 9 (2), Rúni Højgaard 6 (2), Poul Kjartan Dam 5, Bogi Davidsen 3,
Hallur Biskopstø 2, Sigmundur Dahl 2, Rógvi Sørensen 2, Sigmundur Nolsøe 1
Dómarar: Ragnar Simonsen & Regin M. Petersen
Neistin - Kyndil 22-27 (10-10)
Neistin: Jugoslav Djumic 7 (1), Terji Mørk 4, Andras Joensen 3, Rói Hansen 2, Teitur
Magnusson 2, Sjúrður Reginsson 2, Beinur Davidsen 1, Grímur Petersen 1
Kyndil: Finnur Hansson 8, Birgir Poulsen 5 (1), Andrias Sólsker 4, Josef Abrahamsen 3
(1), Høgni Klein Olsen 3, Hörður Fannar Sigþórsson 2, Ludvík Súnason 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
H71 fór
við øllum
Hondbóltur Dysturin í Vest
manna sá út til at liggja til heima
liðið, tá komið var til hálvleiks,
men fyrsta korterið av seinna
hálvleiki vendu hoyvíkingar
øllum fullkomuliga á høvdið
Kyndil køvdi Neistan
Hondbóltur Eftir ein javnan fyrra hálvleik, fekk Kyndil
skotið seg avgerandi framum fyrst í seinna hálvleiki,
og so fekk dysturin tað úrslit, ið var væntandi
Hilmar Jan Hansen
Tá hugt verður at stigatalvuni
hjá kvinnunum, bendir alt á, at
Neistin í vetur fer at spáka allan
vegin í FM-finaluna og eisini triðja
árið á rað at taka steypið við sær.
Argastu kappingarneytarnir eru
VB og Kyndil, meðan Stjørnan ikki
sær út til at hava vera í nánd av tí,
sum skal til, eins og nýsamansetta
VÍF/Tjaldur heldur ikki tykist hava
neyðugu styrkina.
Manningin hjá Neistanum er
akkurát líka sterk, sum hon hevur
verið tað hini bæði árini, so einki
er at siga til, at oddasessurin er so
sera tryggur. Talan er um eina góða
blanding av royndum og garvaðum
spælarum, og so nøkrum ungum
og svongum, ið vilja fram. Í miðal
hevur Neistin vunnið sínar fýra
dystir við 10 málum, so styrkin
fjalir seg ikki.
Hesa ferð var mótstøðan frá
Kyndli, ið er triðfremst, og her bleiv
talan um eina reina styrkiroynd,
har Neistin serliga síðsta korterið
vísti vøddar og setti alt upp á pláss,
samstundis sum unga og minni
roynda liðið hjá Kyndli fall púrasta
í fátt.
Sjálvt um Kyndil royndi at mans
verja Barbaru Brauer og Marjuna
Danberg, munaði tað einki, tí hinar
hjá Neistanum tóku bara so mikið
størri ábyrgd. Og so hvørt sum mót
støðan viknaði, gjørdist tættari
millum skjótálopini hjá Neistanum,
sum at enda gjørdu tað til stórsigur
á grannunum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistin - Kyndil 38-26 (16-11)
Neistin: Ása Dam á Neystabø 9, Barbara Brauer 8, Nicoleta Radu Hansen 8, Jacklin
Durhuus 6, Bára Hansen 3, Marjun Danberg 2, Eir Berg 1, Barbara Johannesen 1
Kyndil: Anna Brimnes 5, Gurðið G. Eystberg 5, Anja Heinadóttir 5, Jórun Ludvig 3, Randi
S. Wardum 3, Turið Arge 2, Bára K. Hansen 1, Anna Sofía Mohr 1, Birita Mortansdóttir 1
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
Neistin vann stórt
Hondbóltur Eingin ivi er um, at í kappingini hjá kvinnunum
snýr tað seg um Neistan ímóti rest, og hesa ferð var tað so Kyndil,
ið fekk at kenna, at tær í Neistanum ikki eru mjúkar at strúka
Myndir: Álvur Haraldsen