Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Ungi Rasmus Falk Jensen legði OB á odda í fyrra hálvleiki, og hóast Brøndby IF bankaði á dyrnar í seinna hálvleiki, so var tað OB, sum tók av sínum møgu­leikum og at enda fekk ein tryggan 3-0-sigur í hús. Emil Larsen og Hans-Henrik Andreasen stóðu fyri hinum báð­um málunum. Føroyski René S. Joensen var ikki við í Brøndby-hópinum hesaferð. Alsamt størri trýst verður nú lagt á Brøndby-venj­ aran, Auri Skarbalius, sum eyðsæð hevur stórar trupul­ leikar við at lyfta liðið av aft­ asta plássinum. Í eini roynd at betra um støðuna hevur Brøndby tilknýtt John Faxe Jensen í venjaratoymið, og meta danskir miðlar eisini, at hann stendur fremstur í røðini sum møgu­ligur avloysari hjá Auri Skarbalius. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Juventus, sum er italskur meistari, er komið væl frá byrjan í ár. Teir eru á fyrsta plássi í Seriu A, og ímóti Inter leygar­dagin høvdu teir møgu­ leikan at fara av vøllinum fyri 50. ferð á rað uttan at hava tapt. Arturo Vidal legði Juventus á odda 1-0, men Diego Milito vildi tað øðrvísi og legði við tveimum málum Inter á odda. Rodrigo Palacio sló ein 3-1-sigur fastan hjá Inter, og misti Juventus harvið møguleikan at sleppa undan einum tapi 50. ferð á rað. Við tapinum er Juventus nú á fyrsta plássi bara eitt stig framman­fyri júst Inter. Juventus tapti fyri fyrstu ferð í 50 dystir Fótbóltur Italsku meistararnir úr Juventus kundu í gjár sleppa undan at tapa í 50. dysti á rað, men tað miseydnaðist Brøndby í stórum trupulleikum Fótbóltur Brøndby IF er í svárari kreppu. Gamla stórfelagið gjørdist enn meiri einsmalt á aftasta plássi í donsku Superliguni eftir eyð­mýkjandi 0-3-tap ímóti OB á heima­vølli sunnudagin Pætur Albinus Danska Caroline Wozniacki tapti sunnudagin finaluna í tennis­kapp­ ingini Tournament of Champions í Sofia, Bulgaria, ímóti Nadia Petrova. 30 ára gamli russin vann lemjandi 6-2, 6-1 ímóti Wozniacki, sum strídd­ ist við ein minni skaða og ongan­tíð fekk sítt spæl at koyra. Caroline Wozniacki harmar seg uttan iva um at tað ikki eydnaðist henni at vinna finaluna, men hon kann hinvegin fegnast um, at hon við fýra sigrum í hesi kappingin nú aftur er at finna í topp 10 á heimsstyrkislistanum – hon er nú nummar júst 10. albinus@sosialurin.fo Wozniacki tapti finaluna Tennis Tað eydnaðist ikki Caroline Wozniacki at vinna tenniskappingina fyri meistarar í Sofia, Bulgari. Russiska Nadia Petrova vann trygt 2-0 í settum Finalutap Caroline Wozniacki tapti finaluna ímóti Nadia Petrova