Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Høgni Madsen skal royna seg í Malta Tað er meir og meir, sum bendir á, at Arnbjørn Hansen heldur fram í EB/Streymi. Tað er ongin loyna, at HB hevur víst áhuga fyri fram­ herj­anum. Eisini Víkingur hevur havt ein fyrispurning frammi hjá lands­liðsleikaranum. HB hevur sett at gott lið saman, men mangla ein framherja. Helst bíða teir eftir støð­uni hjá Gilla Sørensen, sum er í AaB í løtuni. Hann er ikki beinleiðis fram­herji, men hevði verið ein góð loysn eisini. Fíggjarliga støðan í EB/Streymi er framvegis eitt sindur ógreið, men tað kundi verið líkt til at felagið er í eini støðu til at halda fast í Arnbirni Hansen. Hingartil hevur ongin spælari sagt farvæl við føroyameistarnar, men tað tykist fyri vist, at Sorin Anghel spælir við AB komandi kapp­ingarár. Blé ikki í Víkingi Vit skrivaðu fyri kortum, at Evrard Ble helst heldur fram í Víkingi, men tað tykist vend vera kom­in í samráðingarnar teirra millum. Tí er ikki ósannlíkt, at fílabeins­strand­ ingurin ikki heldur fram í Víkingi. Ein upplagdur avloysari kundi verið Ndende, sum hevur spælt við B68 seinnu árini. Eisini kundi hugs­ ast, at Jann Ingi Petersen er upp á tal í Víkingi. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar at spæla í bestu deild­ ini og stríðast fyri einum lands­liðs­ plássi. Hann hevur ikki funnið sær eitt nýtt felag enn. Gøtumaðurin, Súni Olsen, boð­ aði í Sosialinum mikudagin frá, at hann heldur fram í B36 komandi kapp­ingarár, sjálvt um felagið møgu­liga ikki kemur at verða eins kapp­ingarført í oddinum, sum tey bæði seinnu árini. Lukasz Cielsewicz hevur sátt­ mála fyri komandi kappingarár, men okkurt bendir á, at tað ikki er heilt vist um hann heldur fram. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Ein av lyklaleikarunum í felagnum, ein miðverja úr Kamerun, er blivin skaddur og felagið hevur brúk fyri einum avloysara umgangandi. Pieta Hotspurs FC er eitt lut­ falds­liga lítið felag, men hevur stórar planir. – Felagið sjálvt er rættuliga litið, og áskoðarnir eru ikki nógvir til dyst, men eg skilji á lagnum at figgjarliga, so er hetta felagið væl fyri, og hava stórar ambitiónir kom­ andi árini, sigur Høgni Madsen úr Malta. Liðið er ungt og minnur Høgna um KÍ liðið, sum flutti upp í bestu deildina í 2010. – Liðið sjálvt minnir meg nógv um KÍ liðið, ið á sinni vóru í 1 deild. Ungir og evnaríkir leikarar við tveimum ella trimum royndum leik­arum. Venjarin er Edmond Lufi og kemur úr Albania. Pieta Hotspurs liggur nummar tvey í næstbestu deildini nú fimm umfør eru spæld. Felagið ynskir tí, at Høgni spælir við til vetrarsteðgin, tá hann so kemur aftur til Føroyar at spæla við ÍF. trondur@sosialurin.fo Bóltsnillingurin hjá Víkingi fer komandi vikuna at royna seg í hollendskum fótbólti. Kaj Leo Í Bartalsstovu skal í eina viku venja við De Graafschap, sum spælir í næstbestu deildini í Hollandi. – Tað er umboðsmaðurin hjá mær, Hans Jákup á Líknargøtu, sum hevur fingið venjingina í í lag, greiður Kaj Leo frá. Hann hevur havt eitt framúr gott kappingarár á vonginum hjá Víkingi og megnaði millm annað at skjóta øll fýra málini hjá Víkingi í sigri á KÍ móti kapp­ingarenda. – Tað hevur leingið verið í tonk­unum at sleppa til út­ landið at royna seg, sigur lands­liðs­leikarin. Kaj Leo hevur bara spælt fyri Víking í føroyskum vaksna­ mannafótbólti og tað ger hann helst eisini um einki kemur burtur úr royndarvenjingini í Hollandi. – Vísur tað seg, at eg ikki eri nakað fyri teir ella teir ikki nakað fyri meg, og eg komi aftur til Føroyar at spæla, so tosi eg sjálvandi fyrst við Víking, sigur Kaj Leo Í Bartals­ stovu við Sosialin í dag. – Nú satsi eg 100 prosent upp á hetta og so fáa vit at síggja hvat hendir, sigur Kaj Leo at enda. De Graafschap flutti í fjør niður í næstbestu deildina eftir tvey ár í bestu deildini. Felagið er stovnað í 1954 og spælir á De Vijverberg Doetinchem leik­ vøllinum, sum tekur 12.600 áskoðarar. Venjari er tann 45 ára gamli Pieter Egge Huistra, sum mill­ um annað spældi frá 1990 til 1995 við Glasgow Rangers. trondur@sosialurin.fo Arnbjørn verður helst verandi Høgni er Pieta Hotspurs FC leikari Fótbóltur ÍF miðvallarin hevur gjørt eina fyribils avtalu við 2. deildarfelagið í Malta Kaj Leo til Holland Útisetarnir Jóan Símun Edmundsson fekk seinastu ellivu minuttirnar, tá FC Fredericia vann ikki minni enn 5-1 á Hjørring næstbestu deildini í Danmark. Jóan Símun hevur ikki fingið áltið frá venj­ aranum síðan hann spældi tveir landsdystir her í Før­ oyum. Toftamaðurin avloysti Anders K. Jacobsen. Venjarin, Thomas Thomasberg var fegin eftir dystin. – Tað er langt síðani, at vit hava kunnað slappa av á bonk­inum móti endanum av einum dysti, segði Thomas Thomasberg. FC Fredericia hevur 25 stig á sætta plássi. Tað eru bara tvey stig upp til nummar tvey, sum gevur beinleiðis uppflyting til Superliguna. Einki til Lamhauge Christan Lamhauge Holst byrj­ aði inni, tá Silkeborg vitjaði í Esbjerg. Stutt fyri dystarbyrjan fór at oysa niður við regni og tað setti sín dám á dystin. Tíggju minuttir fyri hálvleik kom Esbjerg á odda við tí mál­ inum, sum seinni skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dystinum. Føroyski landsliðsleikarin var miðskeiðis í seinna hálvleiki skift­ur út við fyrrverandi Bolton framherjan, Henrik »Tømrer« Pedersen. Silkeborg liggur nú næst nið­ast í Superliguni. Bara Brøndby hevur færri stig. Hallur Hansson er við í hópinum hjá AaB, sum í kvøld spælir móti FC Midtjylland. trondur@sosialurin.fo