Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2012 · Nr. 129 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 MusikkMusée ein livandi tónlistaverkstaður Í fýra ár, havi eg arbeitt við hesari ætlan, sum gevur føroyskum tónleiki karmar at mennast, seljast og umboðast á alra bestan hátt. Tórshavnar kommuna fær eina unika ferðavinnuupp­ living og Miðbýurin fær lív. Eg síggi fyri mær ein livandi tónlistaverkstað við dansiringi, video­innstala­ti­ ón­um, framsýning, tónleika­ verkstaði, spælistaði og frá­søgu. Eitt stað, har tón­ leik­urin, tónleikamentanin og søgan rundan um kvæðini og føroyska dansin rennur saman í eina fantastiska uppliving. Har tónleikarar hava ein pall at sýna fram sína list og tónlistin fær karmar og rúmd. Tónleikur er grundar­ steinurin í føroyska samfelagnum Í Føroysk bókmentasøgu, NÁM 2011, eftir Malan Marners­dóttir og Turið Sig­ urðardóttir stendur soleiðis at lesa: ”Dansur var miðilin, sum skaldskapur í bundnum máli fyrst og fremst livdi í og varð varðveittur ígjøgnum. Kvøðing og dansur hoyra saman men kvæðini eru tað avgerandi, og dansurin er ikki til uttan tey. .......//.....Við tí stóra plássi, sum dansurin hevur havt í lívi føroyinga, hevur hann megnað at bera ein miklan kvæða- og vísuarv. Av hesum hevur dansurin fingið heiðurin fyri at varðveita føroyskt mál .....” Kvæði og dansurin renna saman í tónleikinum. Tón­ leikurin hevur sostatt fylt ógvuliga nógv hjá før­oy­ing­ um, kanska heilt afturi frá landnám, men serliga tá føroyski dansurin kom til Føroyar um ár 1350, og er sum sagt, høvuðsorsøkin til, at vit hava varðveitt okkara mál. Høvdu vit haft somu tjóðarkenslu, stolt­ leika og samfelag uttan málið? Vit kunna sjálvsagt ikki vita, hvussu samfelagið hevði sæð út uttan føroyskt. Vit kunnu bara staðfesta, at við hesum kvæða-, dansi- og tónleikasiðum, hava vit varðveitt føroyska málið, mentanina og eitt serstakt fólk. Júst hendan søgan er sera spennandi og ótroyttað. Og ofta verður spurt: ”Hví eru føroyingar so musikalskir?” ella: ”Hvussu ber tað til, at tit so fáment hava egna mentan og mál?”. Svarið er einfalt ”tónleikurin”. – Kunna vit so ikki kalla okkum fyri Music Islands, ella ”The Musical Sheep Islands” í ferðavinnuhøpi? Líka mikið hvat vit kalla okkum, so er tónleikurin grundarsteinurin í dagsins samfelag, og tað skula vit sjálvandi brúka, menna og varðveita. Nógvar ótroyttiligar eld­ sálir hava arbeitt fyri tón­ leikinum, føroyskum dansi, kvæðum, skjaldrum og vís­ um, Kingo og øðrum sið­ bundnum tónleikaarvi í nógv harrans ár. Og tað skula tey eiga stóra tøkk og virðing fyri. Uttan, høvdu vit ikki haft tað ríka tónleikatilfeingi og mentunarlív sum vit hava í dag. Er nakað Ringanna harri í tí? Eg havi síðani 2008 arbeitt sum sølu- og marknðarleiðari í TUTL. Har havi eg arbeitt framímóti at ferðavinnan skal brúka tónleikin í brand­ ingini og søluni av Føroyum, tí eg meini, at tónleikurin kann skapa eitt stórt virðið og íkast til ferðavinnuna. Umframt at hava áðurnevnda støði í samfelagnum, so hevur hann eisini nógvar eginleikar og dygdir. Hann talar til ein av okkara fimm sansum, er globalur, mark­ leysur og sølubærur. Vit hava ein breiðan skara av sera dugnaligum og aktivum tón­ leikarum, kvøðarum, dans­ arum og árliga koma einar 60 útgávur á fløgu. Tónleika­ ferðavinna er vaksandi í londum rundanum okkum, og so er tað sjálvandi eisini dragandi søgunar í kvæð­ unum um eitt nú víkingar, hetjur, ringar við serligum eginleikum, kærleika, hevnd osf. Hettar er veruliga nakað, sum er uppi í tíðini, visuelt, lætt at miðla og selja. Í ferðavinnutilmælinum sum Tórshavnar kommuna lat gera í 2006 stendur m.a.: ”Bólkurin hevur arbeitt við, at onkur stór íløga eigur at vera gjørd, sum hevði økt um tilboðini til ferðafólk og til borgaran og sum ikki eru so heft av veðrinum” Víðari stendur ”Hugsa eigur at vera um, at tær kommunalu íløg­ urnar, sum vera gjørdar í “upplivingar” í kommununi, eiga at vera gjørdar við trivnaði fyri bæði borgaran og ferðavinnuna í hyggju.” Tónleikur til ferðafólk Vit hava arbeitt við at tekkj­ ast ferðafólkum og før­oy­ing­ um við summar- og fríggja­ dagskonsertum, útgávufeiran og tónleikafrásøguna ”An intro­duction to Faroese music”. Festivalinum ”Sum­ mar­tónar” sum skal eftir ætlan fáa bæði føroyingar og ferðafólk, at ferðast til útjaðaran eftir eksotiskum tónlistarligum upplivingum. Undirtøkan og reaktiónir vit fáa frá ferðafólki og jour­nalistum er sera góð. Hettar sæst aftur í greinum, bloggum og ferðabókum, sum tey flestu taka eitt av okkara útboðið við. Avbjóðingin er, at fáa føroyingar at dansa við, og láta við sama nevið. Í januar kom eitt gjøgnum­ brot endiliga. Vit fingu sam­ band við Olgu Biskupstøð í Granskingardeplinum fyri Sam­felagsmenning sum um­ situr føroysku Economusée deildina. Economusée = økonomi í list Economusée er ein 20 ára gomul kanadisk verkætlan, sum hevur arbeitt við at varðveita siðbundin hand­ verk og list, hetta við at fáa økonomi í. Tað, sum er sera áhugavert við Economusée konsepti­ num er, at tey hava skapt og tilpassað eitt konsept, har tey, ið fylgja konseptinum, økja munandi um søluna av teirra vørum, sum ofta eru handgjørdar, kostbærar dygd­ar­vørur. Konseptið leggur upp til, at vitjanin er eitt heildar­ upplivilsi, har tey vitjandi sleppa at nema, síggja, hoyra, læra, royna og perspektivera. Á henda hátt verða tey kensluliga knýtt til listina ella listarfólkið, og hettar fær tey at keypa vøruna. Sostatt kann Economusée verða við at fáa økonomi í tónleikin, tí aðalmálið hjá konseptinum er nevnliga, at Economuséeini skula verða burðardygg. Reinsaríið Avbjóðingin er at finna júst tey røttu hølini. Tey skula kunna hýsa einari søguligari framsýning, video og/ella øðrum elektroniskum inn­ stalatiónum, lurtistovu, palli, áskoðaraplássum, handli og tónleikaverkstaði. Musik­ Musée'ið, ella hvussu heitið verður, skal verða opið hvønn dag og skal verða ein livandi verkstaður sum eisini lýsir føroyskan tónleik og tón­ leika­søgu. Vit hava arbeitt við fleiri loysnum, og nú er at smíða meðan jarnið er heitt. Tí upplagt er at leggja tað saman við ella inn í Reinsa­ ríið, sum býráðið hevur útnevnt at blíva spælistað saman við Perluni. Soleiðis fáa vit veruliga skapt ein miðdepil fyri tónleik í Havn. Fígging og rakstur Fimm milliónir eru settar av til umvælingar av Reinsa­ rínum komandi ár. Vit hava fingið gott 300.000kr til vega til framsýning, marknaðar­ føring og ráðgeving av kon­ septinum. Aðrir fígging­ar­ hættir skula eisini roynast, so sum grunnum frama fyri ferðavinnu og mentunar­ varð­veiting v.m.. Óansæð so skula lønt fólk verða tilknýtt spælistaðnum. Synergieffektin við hesari verkætlanini er, at vit fáa so nógv meir fyri tað sama. Hendan nýggja upplivingin skal skapa inntøkur, soleiðis at raksturin í minsta lagið hvílir í sær sjálvum. Sostatt nýtist kommununi neyvan at hækka játtanina til hesa fantastisku uppliving, sum varpar ljós á tón­leika­ mentanina, ber trivnað og upplýsing til børn og borg­ arar, og sjálvandi eisini til ferðafólk. Eitt MusikkMusée hóskar sera væl inn í áðurnevnda ferðavinnutilmæli, tí upp­liv­ ingin er ikki treytað av veðrinum, er alt árið og ber trivnað til allar borgarar. Ringar í vatninum Eg vóni virkuliga at alt klapp­ ar. At mær unnist at blíva vald inn í býráðið so Musikk­ Museeið verður gjøgnumført. Hettar skapar ringeffekt og vit fáa fleiri ferðafólk, meira arbeiði til tónleikarnar, ferða­ vinnuna og tænastuvinnuna sum heild. Eg síggi fyri mær, at vit arbeiða víðari við leistinum og brúka konsepti ella part­ar av tí til aðrar verkætlanir, so sum eitt býarsavn, eitt fót­ bóltsavn, matarverkstað, hand­listarverkstað, verkstað fyri føroysku klæðini v.m. G Eg vil verja, menna og umboða føroyska tilfeingið. Les fleiri greinar á http:// bjorgdam.blogspot.com Bjørg Dam Valevni Javnaðarflokksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna eig­ur at taka sær betri av bygdunum. Á okkara val­ evnarundferð upp undir býráðsvalið er kom­ið greitt til sjóndar, at tann skipan, sum er fyri bygdirnar, ikki virk­ar til fulnar. Ov langt er millum Vaglið og borg­aran á bygd. Hetta hevur við sær, at óneyðugur stígur kemur í mong mál og átøk, sum hava við bygd­irnar at gera. Ikki av ringum vilja, men tí fjarstøðan er ov stór. Til dømis gongst illa at fáa útstykkingar í lag, so bygdirnar kunnu menn­ast. Fáast útstykkingar í lag, tykjast tær vera heldur dýrar, og ilt er at fáa fígging. Bygda­veg­ir­nir eru mangan ikki góð­ir og lúka illa dagsins krøv til ferðslutrygd. Bussarnir verða hildnir at koyra heldur sjáldan, sumstaðni kundu kom­munalir stovnar verið betri fyri o.s.fr. Tjóðveldi leggur í síni valskrá dent á at reka ein virknan politikk í bygd­ unum og at virða teirra sereyðkenni. Vit siga, at tað er umráðandi at hava gott samband við fólkið í bygdunum, og Listi E virkar fyri, at alt, sum hevur við bygdirnar at gera, fer um eina og somu skriv­stovu. Hendan skrivstova skal síggja til, at mál, sum koma inn ella troka á, verða viðgjørd á røttum stað í rímiligari tíð. Um­ ráðandi er, at fólk vita neyvt, hvar tey skula venda sær heldur enn at noyðast at trilva seg fram millum ymsar skriv­stov­ ur. Rundferðin til Kald­ baks, Nólsoyar, Velba­stað­ ar/Kirkjubøar og Kolla­ fjarðar hevur sannført meg um, at hetta er ein góð leið at ganga. Hetta skal metast sum átak, ið stuðlar upp undir skip­ anina, sum vit hava við teimum ráðgevandi stað­ bundnu nevndunum, har tveir býráðspolitikarar sita saman við trimum umboðum, ið bygdirnar velja. Øll í Tórshavnar kom­ munu hava somu rættindi og somu skyldur. Øll eiga eisini at hava somu møguleikar at fáa lut í menningini og fáa síni mál og viðurskifti viðgjørd og avgreidd. Vit mugu gera alt fyri at forða fyri, at tann fysiska frástøðan frá Vaglinum ger mun á fólki í okkara rúmligu kommunu. X við E Bygdirnar á breddan Jógvan Arge Tórshavn, valevni á Lista E